Fororð

Endamálið við hesum bóklingi er at savna tað tilfar saman, sum við árunum er sent út til el-innleggjarar, soleiðis at alt tað, sum teir hava fyri neyðini at vita um serføroysk viðurskifti innan elinnlegging, er at finna á einum staði.
 
Ætlanin er við jøvnum millumbilum at dagføra bókina, soleiðis at hon kann gerast eitt hent amboð hjá elinnleggjarum í Føroyum.