Fjaravlestur

 
Við ársenda 2012, eru 12.285 nýggir elmálarar settir upp og bundnir í fjaravlestrarskipanina hjá SEV.

Ì Føroyum eru umleið 24.800 málarar, sostatt er umleið annar hvør málari fjaravlisin.
Fyrsta bygdin, ið varð bundin í skipanina, var Skúvoy.

 

Í 2013 er ætlanin at skifta út á hesum plássum: Kollafjørður,Signabøður, Oyrareingir,Klaksvík, Skála, Nes, Toftir, Vágur og parti av Tórshavn.

 

Miðað verður eftir at skifta 4300 málarar í 2013.

 

Sostatt ber nú til hjá SEV at fjaravlesa umleið annan hvønn málara og harvið eisini fáa virðismiklar upplýsingar um elkervið og góðskuna á spenninginum út til kundarnar.
So hvørt sum fjaravlisnir málarar verða settir upp, fækkar talið á fólki, sum higartil hava bankað uppá í hvørjum húsi og lisið málararnar hjá SEV.
Á innleggingardeildini hjá SEV miða tey eftir at seta upp 4.300 nýggjar elmálarar um árið, soleiðis at komið er á mál við ársenda  2015. Tá hava øll fingið nýggjar elmálarar.
Síðani síðst í november 2009 hevur verið møguligt hjá teimum, ið hava fingið nýggjar elmálarar, at fylgja við elnýtsluni dag frá degi á heimasíðuni hjá SEV.
Har ber frammanundan til hjá kundum at rokna út streymnýtsluna, grundað á ársuppgerðina á nýggjárinum, og soleiðis stýra síni streymnýtslu.
Við at sláa tølini á málaranum inn á heimasíðuna, kanst tú síggja, um tú skyldar pengar ella eigur pengar til góðar hjá Elfelagnum..