Vindorka

 
Vindur er seinastu árini vorðin ein týdningarmikil orkukelda til framleiðslu av elorku, og er áhugin fyri vindorku vaksin serliga, av tí orsøk at oljan alsamt gerst dýrari og dýrari.
Tað eru ymiskir hættir at gagnnýta vindin, og eru vindmyllur ein háttur, ið alsamt vindur uppá seg at gera nyttu av vindinum til orkuframleiðslu.
Uppbygnaðurin av eini vindmyllu er sera einfaldur. Í stuttum kann sigast, at vindurin fær veingirnar at mæla, sum síðani eru settir til ein generator, ið framleiðir elorku.
Tað er ein sera stór menning farin fram innan vindorkutøkni seinnu árini, og eru tað í dag fleiri ymiskir hættir og ymiskir útbúnaðir í vindmyllum. Til dømis eru tað vindmyllur, ið brúka gear og aðrar vindmyllur, ið ikki brúka gear o.s.fr.
Hóast tað í Føroyum er vindur í ríkiligt mát, er tað tó ein stór avbjóðing at fáa allan vindin til høldar í elskipanini, serliga tí at vindurin er so skiftandi, bæði hvat viðvíkur ætt og styrki.
SEV hevur tó valt at taka av hesi avbjóðing, og sum eitt av fáu londunum í heiminum, eru ætlanir um, at vindur skal, innan heilt stutta tíð, standa fyri meira enn einum fjórðingi av samlaðu elorkuframleiðsluni í Føroyum.

Niðanfyri er yvirlit yvir framleiðsluna hjá SEV í Neshaga og Røkt í Vestmanna síðani 2005:

 

Verk ár Farmaleiðsla í MWh
 SEV 2005  4.201
 Røkt  2005  6.175
 SEV  2006  8.121
 Røkt  2006  6.858
 SEV  2007  8.756
 Røkt  2007  7.002
 SEV  2008  7.506
 Røkt  2008  5.463
 SEV  2009  8.256
 Røkt  2009  6.479
 SEV 2010  7.210
 Røkt 2010  6.375
 SEV 2011  7.515
 Røkt 2011  7.011
 SEV 2012  3.926
 Røkt 2012  6.933
 
 
 

Neshagi

 
 
SEV fór undir vindorkuframleiðslu í 1993, tá ið ein Nordtank vindmylla varð sett upp í Neshaga. Hendan vindmyllan er 150 kW og er enn í rakstri, hóast hon er nærum 20 ára gomul.
Í 2005 setti SEV tríggjar Vestas V47 upp í Neshaga. Talan var um vindmyllur, ið vóru 45 metrar høgar og var tvørmátið á veingjunum 47 metrar. Tíverri fórust tvær av hesum vindmyllum um ársskiftið 2011/2012.
Í 2012 vóru tríggjar nýggjar ENERCON E44/900kW settar upp á Eystnesi. Talan her er um sera framkomnar vindmyllur, ið hóska væl til føroysk viðurskifti. Tað merkir í stuttum, at tær eru útgjørdar við útbúnaði, ið hóskar til tað føroyska veðurlagið sum t.d. Storm Control, ið ger, at vindmyllan ikki verður útkoblað við 25 m/s sum flest aðrar vindmyllur, men kann framleiða heilt upp til 28 m/s við fullum mátti, og verður mátturin síðan javnaður niður, inntil vindferðin er komin upp til 34 m/s. Vindmyllan hevur heldur ikki gear, og hevur tískil ”variabla” snúðningsferð, ið er millum 16 og 34 snúningar/min.
Sum áður nevnt, fórust tvær av Vestas vindmyllunum um árskiftið 2011/2012, og varð hetta grundað á feili í reguleringsútbúnaðinum. Staðfest er, at feilurin hevur verði síðan vindmyllurnar vóru nýggjar, men nú kláraðu tær ikki at standa ímóti mongu stormunum, ið vóru í seinna helmingi í 2011 og um árskiftið 2011/2012. Tí var avgjørt, at taka tí triðju Vestas vindmylluna niður og seta tvær ENERCON E44/900kW upp ístaðin.
 
 
 
 
 
 
Eind Merki Generator ár Effekt [MW]  Mett miðal framleiðsla pr.ár [GWH]
1 Enercon E44 Enercon 2012 0,900 3,5
2 Enercon E44 Enercon 2012 0,900 3,5
3 Enercon E44 Enercon 2012 0,900 3,5
4 Enercon E44 Enercon 2012 0,900 3,5
5 Enercon E44 Enercon 2012 0,900 3,5
6 Nordtank ABB 1993 0,150 0,45