Vatnorka

Vatnorka er at gera nýtslu av tí mátti, vatnið inniheldur - støðuorka. Mátturin, ið vatnið kann fremja, er tongdur at hæddini, haðani tað verður tikið. Skulu vit framleiða 1 kWh, mugu vit lata 1.000 litrar av vatni renna úr 367 metra hædd ígjøgnum eina maskinu, ið broytir tað til ravmagn. Tá er tap á leiðini hjá vatninum og í maskinuni ikki íroknað, men tí slepst ikki undan. Hægri vit taka vatni, minni vatnnøgd skal til fyri at framleiða hvønn kWh. Størri vatnnøgd krevst, lægri vit taka vatnið.
 
Hesin mátturin í vatni og tørvurin á framkomnum elriknum tólum var hugsjónin aftan fyri stovnanina av felagskapinum SEV, ið varð stovnaður í 1946. Treyðugt so, vatnorka hevur verið nýtt í Føroyum áður. Í flest øllum bygdum hevur óivað verið ein vatnmylla, har kornið varð malið. Enn eru nakrar teirra til skjals, og eisini hava verið nakrar verksmiðjur, ið hava nýtt vatn til at fáa vinnutólini til at mala.
 
Tvey vatnorkuverk vórðu bygd, áðrenn SEV byrjaði. Vágs Kommuna bygdi vatnorkuverk í Botni í 1921, ið frammleiddi ravmagn til Vágs. Klaksvíkar Kommuna bygdi vatnorkuverk norðuri á Strond í 1931, ið frammleiddi ravmagn til Klaksvíkar.
 
Í dag eru hesi bæði verk nógv broytt og vorðin partur av SEV. SEV hevur bygt trý vatnorkuverk í Vestmanna og eitt sunnanfyri Eiði.
 
Øll hesi verk tilsamans framleiða umleið 40% av framleiðsluni hjá SEV tilsamans.
 
 
 

Fossáverkið

                                                                                                   
Verkið stendur innanfyri Fossáósan. Á Fossáverkinum eru tvær turbinur, og hesar vóru tær fyrstu, sum framleiddu streym hjá Elfelagnum SEV.
 
Frá verkinum er rørleiðing løgd 595 metrar niðan eftir fjallalíðuni til ein hamara. Frá honum er ein tunnil 1.190 metrar til longdar sprongdur yvir í eina byrging í Fonsdali, sum í dagligari talu verður rópt Lómundaroyra, og rúmar hendan 710.000 m³. Úr henni verður vatnið til dagliga raksturin tikið.
 
Harumframt er ein goymslubyrging longur inni í dalinum, ið verður rópt Vatnið, og rúmar hendan 4.250.000 m³. Úr hesi byrging verður vatn latið í Lómundaroyru.
 
Báðar byrgingarnar eru úr betongi. Tann ovara byrgingin við Vatnið er 14 metrar høg. Tann niðara byrgingin við Lómundaroyra er 10 metrar høg.
 
Avfalsøkið tilsamans er 16,7 km².æ

 

 

Eind

Turbina

Generator

Ár

MW

Fallhædd m

Vatnnøgd

Miðal

frammleiðsla

 

 

 

m³/s við

1/1 last

MWh/ár

1

Pelton/Maier

Th.B. Thrige

1953

2,1

222

1,25

4158

2

Francis/Voith

Titan

1956

4,2

222

2,5

17599

 
 
 
 
 
 

 

 

Heygaverkið

 

Uttanfyri Breiðáósan á Válinum stendur Heygaverkið.

 
Ein rørleiðing er løgd 305 metrar niðan og fer inn í fjallið, haðani ein tunnil er sprongdur góðar 1000 metrar inn í Heygadal, har byrging er, ið rúmar 2.100.000 m ³.
 
Um Heljareyga er gjørd ein 23 metrar høg betongbyrging.
 
Tunnil og veitir eru gjørdar suður til Gassadals fyri at økja um vatnnøgdina, sum rennur til Heljareygagoymsluna.
 
Avfalsøkið til Heljareyga er 19,1 km²
 
 

Eind

Turbina

Generator

Ár

MW

Fallhædd m

Vatnnøgd

Miðal

frammleiðsla

 

 

 

 

m³/s við

1/1 last

MWh/ár

1

Francis/Voith

Titan

1963

4,8

107

6

12412

 
 
 
 
 
 
 
 
 

Mýruverkið

 
Innalaga í Heygadali stendur Mýruverkið.
 
Rørleiðing er løgd frá Mýruverkinum 490 metrar upp gjøgnum hamrarnar omanfyri verkið. Har fer leiðingin inn bergið, og síðani er tunnil 1.120 metrar til longdar sprongdur til byrgingina á Mýrunum, ið rúmar 4.100.000 m³.
 
Vatnið frá turbinuni á Mýruverkinum verður endurnýtt í turbinuni á Heygaverkinum.
 
Byrgingin á Mýrunum er 12 metrar høg og gjørd úr grótfyllu við einum betongveggi í miðjuni at tetta við.
 
Avfalsøkið er 8 km².
 

Eind

Turbina

Generator

Ár

Effekt

Fallhædd m

Vatnnøgd

Miðal

frammleiðsla

 

   

 

   

m³/s við

1/1 last

MWh/ár

1

Francis/Voith

ASEA

1961

2,4

239

1,3

11920

 
 
 
 
 
 
 

Eiðisverkið

 
Við sjóvarmálan millum Eiðisbygd og Ljósáir, við Brimnes, stendur Eiðisverkið.
 
Skamt frá verkinum er tunnil sprongdir inn í bergið. Úr honum er rørleiðing løgd 100 metrar oman til verkið. Tunnilin fer niðan í Eiðisvatn, sum rúmar 17.000.000 m³.
 
Tvær byrgingar úr gróti eru gjørdar við Eiðisvatn og tettar við asfalti á innsíðuni.
 
Vestursíðan um Breiðá er 22 metrar til hæddar og hin á suðursíðuni, 13 metrar til hæddar.
 
Vatnstøðan á Eiðisvatni er við hesum hækkað úr 129,5 metrum omanfyri sjóvarmálan upp í hægstu vatnstøðu, sum er 149,5 metrar, og rúmar við hesum 16.000.000 m³ afturat.
 
Fyri at leiða sum mest av vatni í Eiðisvatn, vórðu í fyrstu atløgu boraðir tveir tunlar. Annar Norður á Dal – fýra kilometrar til longdar við 8 áarinntøkum – og hin suður til Norðskála - 6,5 kilometrar til longdar við 31 áarinntøkum.
 
Annað byggistig, sum varð tikið alment í nýtslu hin 4. november 2000, leiðir vatnið frá Skarðánni norðanfyri Funning og frá Vesturdalsá vesturum í Eiðisvatn.
 
Í hesum sambandinum eru boraðir 14,3 kilometrar av tunli við 48 áarinntøkum.
 
Hetta seinna byggistigið fer væntandi at økja framleiðsluna á Eiðisverkinum við uml. 18 GWt/ár.
 
Avfalsøkið tilsamans er 42,6 km² til víddar.
 

Eind

Turbina

Generator

Ár

Effekt MW

Fallhædd m

Vatnnøgd

Miðal

frammleiðsla

 

 

   

m³/s við

1/1 last

MWh/ár

1

Francis/Voith

Nebb

1987

6,7

149

5

17506

2

Francis/Voith

Nebb

1987

6,7

149

5

21468

3

 Francis/Voith

      TDPS

 2012

      7,7

          149

             5,7

 

 
 
 

Strond

 
Vatnorkustøðin á Strond var næsta elverk, sum framleiddi streym úr vatnorku í Føroyum.
 
Hetta verkið var tikið í brúk í 1931, og var tað Klaksvíkar Kommuna, sum stóð fyri hesum.
 
Afturat vatnorkuverkinum var diselverk útbygt. Í fyrsta umfari var tað bert Klaksvík, sum fekk streym frá elverkinum. Seinni var hetta útbygt til at lata streym til aðrar bygdir í Norðoyggjum.
 
Í 1960 yvirtók SEV elverkið.
 
Í 1998 vórðu turbinur og rør skift út. Ein peltonturbina á 1,4 MW varð sett upp í staðin fyri 0,6 MW turbinuna, ið fekk so stóran skaða undir einum rørbrotskaða, at hon ikki gjørdist aftur.
 
Turbinan framleiðir orku frá vatngoymsluni í Strandadali, ið rúmar um 40.000 m³.
 
Byrgingin er ein 20 sentimetrar betongkjarni fylt innan við gróti og uttan við moldfyllu. Vatnið verður veitt hiðani í tunli og rørum oman til orkustøðina.
 
Avfalsøkið er 3,7 km².
 
Í 2002 varð rørleiðing løgd úr Svartadali til byrgingina í Strandadali.
 
Henda økta vatntilrenning hevur økt árligu framleiðsluna við stívliga 1.000 MWh.
 
Økta avfalsøkið er ein km².
 

Eind

Turbina

Generator

Ár

Effekt

Fallhædd m

Vatnnøgd

Miðal

frammleiðsla

 

   

 

   

m³/s við

1/1 last

MWh/ár

1

Francis/Sulzer

Leroy Sommer

1998

1,4

223

0,74

2678

 
 
 
 

Botnur

 
Vatnorkustøðin í Botni var fyrsta elverk, sum framleiddi streym úr vatnorku í Føroyum.
 
Hetta verkið var tikið í brúk í 1921, og var tað Vágs Kommuna, sum stóð fyri hesum. Í fyrsta umfari var tað bert Vágur, sum fekk streym, men seinni var hetta útbygt til at lata streym til Tvøroyri og aðrar bygdir í oynni.
 
Í 1960 yvirtók SEV elverkið, sum tá hoyrdi til Suðuroyar Elverk.
 
Á vatnorkustøðini í Botni eru tvær turbinur – onnur ein 1,1 MW Pelton turbina, sum framleiðir orku úr Ryskivatni og hin ein 2,2 MW Fransisturbina, sum fær vatni úr Vatnsnesvatni.
 
Til Peltonturbinuna hoyra trý vøtn. Tað ovasta vatnið eitur Tindaliðvatn og goymir uml. 50.000 m³ vatn. Vatnið haðani rennur oman í Mittvatn, sum goymir o.u. 300.000 m³. Haðani rennur vatnið einar 100 metrar niður í Ryskivatn, sum tekur o.u. 400.000 m³.
 
Byrgingarnar eru gjørdar úr laðaðum gróti báðumegin við einum tetningskjarna í miðjuni úr leiri. Í 1994 fekk byrgingin um Ryskivatn ein 15 sentimetrar betongvegg móti vatnsíðuni. Vatnið úr Ryskivatni verður veitt í ein lítlan tunnil, sum er 1,5 metrar í tvørmáti – tann fyrsti, ið gjørdur er í Føroyum – síðan gjøgnum stálrør, sum vóru løgd í 2000, áðrenn tað fer inn í turbinuna.
 
Avfalsøkið er 2,4 km².
 
Tá ið Suðuroyggin var komin upp í SEV, varð elverkið víðkað til at taka vatn eystanfyri.
 
Ein nýggj orkustøð varð gjørd við sjóvarmálan við tveimum turbinum.
 
Ein byrging varð gjørd við Vatnsnesvatn í 180 metra hædd, hon tekur o.u. 1 mió m³. Byrgingin er úr betongi - betongvegg og -platu - móti vatnsíðuni og laða við gróti móti luftsíðuni.
 
Avfalsøkið er 4,7 km².
 

Eind

Turbina

Generator

Ár

Effekt

Fallhædd m

Vatnnøgd

Miðal

frammleiðsla

 

   

 

   

m³/s við

1/1 last

MWh/ár

1

Pelton/Voith

Siemens

1965

1,1

250

0,62

1869

2

Francis/Voith

Siemens

1966

2,2

180

1,7

2760