Viðtøkur

 

Viðtøkurnar hjá SEV vórðu seinast broyttar tann 19. juni 2015 og góðkendar frammanundan av landsstýrinum.
Í viðtøkunum eru ásetingar um endamál og skipan og virksemi annars hjá SEV. Harafturat eru m.a. ásetingar um skyldur og rættindi hjá limakommununum, t. v. s. allar kommunur í landinum.

Hægsta vald í felagnum hevur aðalfundurin. Á aðalfundi møta limakommunurnar, sum hvør sær hava eina atkvøðu fyri hvørt byrjað 1000 íbúgvaratal. Áðrenn limafundin lata kommunurnar inn fulltrúarváttan, har sagt verður frá, hvør umboðar tær.
Aðalfundurin verður hildin um várið og er almennur.
Ein 7-mannanevnd við einum umboði úr hvørjum av teimum sjey økjunum í landinum (Norðoy, Eysturoy, Streymoy, Vágoy, Sandoy, Suðuroy og Tórshavn) hevur yvirstjórnina í felagnum. Dagligu leiðsluna hevur stjórin saman við tveimum deildarstjórum.

Viðtøkur fyri Elfelagið SEV

 

 

 

1. grein

 

SKIPAN, NAVN, HEIMSTAÐUR, ENDAMÁL

 

Stk. 1.

Elfelagið er interkommunalt lutafelag við avmarkaðari ábyrgd, jbr. 10. grein, stk. 3-5.

Stk. 2.

Navn felagsins er hitt interkommunala elfelagið SEV.

Stk. 3.

Heimstaður felagsins er Vestmanna.

Stk. 4.

Endamál felagsins er at fáa til vega elmegi og býta hana millum íbúgvar limakommunanna.

Endamál felagsins skal fremjast sambært vinnuligum meginreglum, á búskaparliga tryggum støði og við fyriliti fyri náttúru og umhvørvi.

Eftir nærri ásetan av nevndini, kann felagið reka annað virksemi, sum hevur samband við framleiðslu av elmegi, heruppií virksemi í samband við útvegan og flutning av avlopshita, olju, gassi, eins og orku í øðrum líki.

 

2. grein

 

LIMAKOMMUNURNAR

 

Stk. 1.

Allar kommunur í Føroyum kunnu gerast limir í SEV.

Stk. 2.

Verður kommuna limur av felagnum, ásetir aðalfundurin limaskapstreytirnar, ið skulu góðkennast av landsstýrinum.

 

3. grein

 

AÐALFUNDURIN

 

Stk. 1.

Hægsta vald í felagnum hevur aðalfundurin.

Stk. 2.

Á aðalfundi møta limakommunurnar.

Hvør limakommuna hevur eina atkvøðu fyri hvørt byrjað 1000 íbúgvaratal.

Stk. 3.

Áðrenn aðalfundin letur hvør limakommuna fulltrúarváttan inn, har sagt verður frá, hvør umboðar limin.

Tað er ikki loyvt at geva aðrari limakommunu fulltrú at møta sína vegna.

Stk. 4.

Aðalfundurin velur eftir uppskoti frá nevndini ein fundarstjóra.

Stk. 5.

Aðalfundir eru almennir. Fundarstjórin ella ein meiriluti av teimum á fundi umboðaðu atkvøðunum kunnu tó gera av, at ávíst mál verður viðgjørt fyri stongdum hurðum.

Stk. 6.

Ársaðalfundur verður at halda á hvørjum ári, áðrenn apríl mánaður er úti. Nevndin boðar til fundar við tilskilan av tíð, stað og dagsskrá. Fundarboðini skulu vera latin limakommununum skrivliga í minsta lagi 14 dagar áðrenn fundardagin. Í fundarboðunum skulu fundarevnini altíð tilskilast.

Stk. 7.

Aftaná hvørt bý- og bygdaráðsval verður hildin aðalfundur til val av nevnd sambært grein 4.

Hesin fundur skal haldast seinast tveir mánaðar eftir, at nýggju bý- og bygda(r)ráðini hava tikið við.

Stk. 8.

Eykaaðalfundur verður, tá minst 3 nevndarlimir ella limakommunur við tilsamans minst 1/4 av atkvøðunum krevja tað og samstundis skila til tey mál, teir/tær vilja hava til viðgerðar.

Nevndin boðar til fundar á sama hátt og við sama fyrivarningi sum í 6. stk. og sigur samstundis frá, hvørji mál, ið verða viðgjørd.

Fundarboðini skulu gevast seinast 4 vikur aftaná, at kravið um fundarhald er sett fram.

Stk. 9.

Aðalfundirnir verða hildnir í Tórshavn.

Í serligum føri kann nevndin avgera at halda fund aðrastaðni.

Stk. 10.

Aðalfundurin er viðtøkuførur, tá í minsta lagi helvtin av atkvøðunum eru umboðaðar á fundi. Er fyrsti fundur ikki viðtøkuførur, verður hin næsti tað uttan mun til, hvussu nógvar atkvøður eru umboðaðar. Nevndin boðar til næsta fundin á sama hátt og við sama fyrivarningi sum í 6. stk.

Stk. 11.

Aðalfundurin hevur skyldu at ansa eftir, at endamál felagsins verður framt samsvarandi lógum, semjum og viðtøkum.

Stk. 12.

Á ársaðalfundi skulu hesi mál leggjast fram til viðgerðar:

a. Val av fundarstjóra, jbr. stk. 4.

b. Frágreiðing frá nevndini um felagsins virksemi í undanfarna roknskaparári.

c. Grannskoðaður rakstrarroknskapur og fíggjarjavni til góðkenningar.

d. Val av grannskoðara, jbr. 8. grein, stk. 2.

Stk. 13.

Á eykaaðalfundi um heystið skulu hesi mál leggjast fram til viðgerðar:

a. Frágreiðing frá nevndini um felagsins virksemi síðani ársaðalfundin.

b. Kunning frá nevndini um fíggjargongdina síðani ársaðalfundin.

c. Uppskot til fíggjarætlan fyri komandi rakstrarár til góðkenningar.

Stk. 14.

Hesi mál skal aðalfundurin eisini taka avgerð um:

a. Møguligt val av nevnd ella einstøkum nevndarlimi í starvstíð nevndarinnar, jbr. grein 4, stk. 2.

b. Broyting av viðtøkum felagsins.

c. Játtan av limaskapi í og úrgongu úr felagnum.

d. At taka felagið av.

Stk. 15.

Aðalfundurin skal somuleiðis viðgera onnur mál, sum nevndin leggur fyri hana.

Uppskot frá øðrum enn nevndini skulu verða nevndini í hondum í so góðari tíð, at uppskotini kunnu takast við í fundarskránna, um tey skulu koma til viðgerðar á aðalfundi.

Stk. 16.

Á aðalfundinum verða mál avgjørd við vanligum meiriluta av greiddum atkvøðum. Standa atkvøðurnar á jøvnum, fellur uppskotið burtur, tó so, at er talan um val, verður hetta avgjørt við lutakasti.

Stk. 17.

Tey mál, sum í 14. stk. eru merkt b, c og d, og mál um loyvi frá aðalfundinum sambært 7. gr., stk. 1, verða tó ikki viðtikin, uttan so, at í minsta lagi helvtin av atkvøðunum eru umboðaðar á fundi og í minsta lagi 2/3 av atkvøðunum, sum eru umboðaðar á fundinum, samtykkja hesi.

Stk. 18.

Viðtøkubroyting skal verða løgd fyri landsstýrið til góðkenningar og somuleiðis avgerð um at taka felagið av. Sama er galdandi fyri mál um loyvi frá aðalfundinum sambært 7. gr., stk. 1.

Stk. 19.

Fundarstjórin skal skipa fyri, at gerðabók verður førd, sum vísir tíð og stað fyri fundin, at fundurin er lógliga samankallaður, tey ið eru á fundinum, eins og hon sigur frá teimum málum, sum verða viðgjørd, frá samtyktum og atkvøðutali fyri hvørt mál.

Aðalfundarumboðini kunnu krevja, at frávíkjandi hugsanir teirra verða skrivaðar í gerðabókina sum stutt viðmerking.

Bókin skal verða lisin upp, og eiga aðalfundarumboðini, sum eru á fundinum, at undirskriva hana.

Aftan á hvønn fund verður úrskrift av gerðabókini send øllum limakommununum.

 

4. grein

 

NEVNDIN

 

Stk. 1.

Til at hava yvirstjórn í felagsins viðurskiftum verður á aðalfundinum vald ein nevnd sambært stk. 2.

Stk. 2.

Í nevndina verða valdir sjey limir soleiðis, at Vága, Streymoyar, Eysturoyar, Norðoya og Sandoyar sýslur hvør velja ein, Suðuroyggin ein og Tórshavnar kommuna ein nevndarlim.

Valið fer fram á tann hátt, at limakommunurnar í hvørjum øki sær seta upp valevnir og atkvøða um hesi.

Um nevndarlimur flytur úr økinum, har hann er valdur, tekur varalimurin við, og nýggjur varalimur verður valdur.

Stk. 3.

Tá ið nevndarlimur verður valdur, skal eisini veljast varalimur, ið tekur við, tá nevndarliminum berst frá.

Nevndarlimurin boðar varaliminum og SEV frá, tá honum berst frá.

Stk. 4.

Nevndin skipar seg skjótast gjørligt eftir hvørt val og velur ímillum nevndarlimirnar formann og næstformann.

Næstformaðurin tekur við starvi formansins, tá hesum berst frá.

Stk. 5.

Starvstíðin hjá nevndini er hin sama sum hjá bý- og bygdaráðum, fráfarandi nevndin verður tó sitandi, til nýggj er vald.

Stk. 6.

Nevndarformaðurin kallar nevndina saman til fundar so ofta, hann heldur tað vera neyðugt, og tá stjóri ella nevndarlimur krevur tað og samstundis skilar til, hvørji mál teir vilja hava til viðgerðar.

Nevndarfundur skal vera í minsta lagi eina ferð í hvørjum ársfjórðingi.

Nevndarfundurin verður, um gjørligt, boðaður við 4 daga freist.

Í brævinum skulu vera nevnd tey mál, sum koma til viðgerðar á fundinum.

Stk. 7.

Nevndin er viðtøkufør, tá í minsta lagi fýra av nevndarlimunum eru á fundi, teirra millum formaður ella næstformaður. Til samtyktar krevst vanligur meiriluti.

Standa atkvøðurnar á jøvnum, fellur uppskotið burtur.

Stk. 8.

Krevja minst tríggir nevndarlimir, at mál skal verða lagt fyri aðalfund, má málið, sjálvt um nevndin hevur tikið sína avgerð, ikki verða framt, fyrrenn aðalfundurin hevur gjørt málið av.

Stk. 9.

Undir ábyrgd fyri aðalfundinum skipar nevndin fyri felagnum og valdar ognum tess, herundir at keypa, selja og veðseta føstu ognir felagsins.

Stk. 10.

Felagið verður bundið við undirskrift nevndarformansins og stjórans annaðhvørt í felagi ella hvør sær saman við 2 nevndarlimum.

Nevndin kann veita fulltrú (prokura) eftir tilmæli frá stjóranum.

Stk. 11.

Á ársaðalfundi skal nevndin leggja fram:

a. Frágreiðing frá nevndini um felagsins virksemi í undanfarna roknskaparári.

b. Grannskoðaðan rakstrarroknskap og fíggjarjavna til góðkenningar.

Tey í 3. grein, stk. 14 og 15 nevndu mál skulu eisini leggjast fyri aðalfundin við nevndarinnar tilmæli.

Hin grannskoðaði roknskapurin skal sendast limakommununum saman við fundarboðunum.

Stk. 12.

Á eykaaðalfundi um heystið skal nevndin leggja fram:

a. Frágreiðing frá nevndini um felagsins virksemi síðani ársaðalfundin.

b. Kunning frá nevndini um fíggjargongdina síðani ársaðalfundin.

c. Uppskot til fíggjarætlan fyri komandi rakstrarár til góðkenningar.

Stk. 13.

Nevndin skal eisini:

a. Seta stjóra og, eftir tilmæli frá stjóranum, deildarstjórar og áseta setanartreytir og reglugerðir fyri stjóra og deildarstjórar.

b.Eftir tilmæli frá stjóranum seta rakstrarleiðara.

c. Áseta samsýning fyri ferðakostnað eins og dagpening o.a.m.

d. Eftir tilmæli frá stjóranum taka avgerðir um bygnað felagsins, herundir býtið av virkseminum millum deildirnar.

e. Eftir tilmæli frá stjóranum góðkenna lønarsáttmálar við yrkisfeløg eins og setanartreytirnar hjá teimum, sum sambært løgtingslóg um starvsmenn eru at rokna sum starvsfólk.

f. Samtykkja felagsins starvsfólkapolitikk.

g. Taka avgerðir í øllum øðrum málum, ið stjórin leggur fyri nevndina.

Stk. 14.

Nevndin skal føra gerðabók, sum vísir tíð og stað fyri fundin, hvør, ið er á fundi, og tey mál, sum verða viðgjørd, og samtyktir í málunum.

Gerðabókin skal, tá fundurin er lokin, verða upplisin, samtykt og undirskrivað av øllum nevndarlimum, sum eru á fundi.

Nevndarlimur kann krevja, at frávíkjandi hugsanir hansara verða skrivaðar í gerðabókina.

Aftan á hvønn fund verður úrskrift av gerðabókini send øllum nevndarlimum.

Stk. 15.

Nevndin ger annars sjálv starvsskipan sína.

 

5. grein

 

HIN DAGLIGA FYRISTØÐAN

 

Stk. 1.

Hina dagligu fyristøðu felagsins hevur stjórin.

Stk. 2.

Stjórin hevur heimild til at undirskriva fyri felagið sambært 4. grein, stk. 10.

Stk. 3.

Stjórin og deildarstjórarnir hava, hvør á sínum øki, skyldu at ansa eftir, at fyrisiting, umsiting av virkjum og virkisarbeiðir elfelagsins verða gjørd á besta hátt, og hava teir ábyrgd fyri, at gjørt verður eftir teimum lógum og reglum, ið hitt almenna fyrisetur.

 

6. grein

 

GJALDS- OG STREYMVEITINGARTREYTIR

 

Stk. 1.

Til at gera upp streymsølu og fast gjald letur felagið málarar seta upp hjá elnýtarunum.

Í serligum føri kann nevndin tó gera av, at øll megin skal verða goldin við føstum gjaldi eftir mettari nýtslu.

Stk. 2.

Streymprísur og fast gjald skal vera eins fyri allar elnýtarar av sama slagi.

Nevndin kann kortini gera serligar avtalur við ídnaðarvirkir o.t., um hetta tykist sambæriligt.

Stk. 3.

Nevndin ger neyðugar tekniskar reglugerðir, streymveitingartreytir og gjaldsskráir.

 

7. grein

 

OGNAR- OG FÍGGJARVIÐURSKIFTI

 

Stk. 1.

Felagið eigur framleiðslu- og býtisvirki síni roknað til íbindingarstað.

Aðalfundurin kann loyva, at hesin ognarrættur felagsins til framleiðslu- og býtisvirki og annað, sum hevur samband við framleiðslu- og býtisvirkini harundir bygningar, jarðarøkir, rakstrargøgn og íløguarbeiði í gerð, í staðin kann vera hjá parta- og smápartafeløgum, sum felagið eigur allan ella part av felagskapitalinum í. Til avhending av felagskapitali krevst eisini loyvi frá aðalfundinum.

Stk. 2.

Vanliga kostar, eigur og umsitur elnýtarin sína innlegging roknað frá íbindingarstaði, málarin undantikin, og skulu hesi viðurskifti verða gjølla greind í streymveitingartreytunum nevndar í 6. grein, 3. stk.

Stk. 3.

Íognin hjá teimum einstøku limakommununum verður uppgjørd fyri hvørt roknskaparár og verður í lutfalli til íbúgvaratalið hjá kommununum við árslok.

 

8. grein

 

ROKNSKAPUR

 

Stk. 1.

Yvir felagsins innløgur og útreiðslur skal verða ført greiniliga sundurliðað bókhald. Hvørja ferð roknskaparár lýkur, verður gjørdur rakstrarroknskapur og fíggjarstandur.

Roknskapurin skal fylgja reglunum í ársroknskaparlógini við teimum tillagingum, sum mettar vera neyðugar, og reglurnar um minstukrøv til bókhald og bókhaldslógin skulu vera galdandi fyri roknskaparførsluna.

Nevndin kann áseta nærri reglur um roknskaparførsluna.

Stk. 2.

Aðalfundurin velur ríkisgóðkendan grannskoðara, sum skal grannskoða roknskaparførslu og fíggjarstand felagsins.

Hesin grannskoðari skal vera góðkendur av landsstýrinum.

Stk. 3.

Roknskaparár felagsins er álmanakkaárið, og skal ársroknskapurin vera liðugur og grannskoðaður seinast 4 mánaðir eftir, at roknskaparárið er úti.

Stk. 4.

Virki felagsins, ið eiga at vera neyðturviliga tryggjað, skulu á hvørjum ári avskrivast í mun til virðislækkanina.

Stk. 5.

Eftir tilmæli frá nevndini tekur aðalfundurin avgerð um nýtslu av yvirskoti ella rindan av halli sambært góðkenda ársroknskapin.

 

9. grein

 

FÍGGJARÆTLAN

 

Stk. 1.

Á hvørjum ári syrgir nevndin fyri, at gjørd verður fíggjarætlan fyri komandi rakstrarár.

Stk. 2.

Fíggjarætlanin fyri komandi rakstrarár skal leggjast fram á eykaaðalfundi til viðgerðar sbr. 3. grein, stk. 13, c.

Stk. 3.

Fíggjarætlanin skal umframt eina rakstrarætlan yvir inntøkur og útreiðslur eisini vísa eina meting av gjaldføri, íløgum felagsins og møguligari lántøku.

Stk. 4.

Í fíggjarætlanini verða prísirnir sbr. gjaldskráunum ásettir, og skulu teir laga seg eftir fíggjarstøðuni.

 

10. grein

 

SKYLDUR HJÁ LIMAKOMMUNUNUM

 

Stk. 1.

Hvør limakommuna letur innanfyri kommunumark felagnum ókeypis til handa ta vídd, ið tørvar til háspennings- og lágspenningsleiðingar, transformarastøðir og til vegir til støðirnar.

Stk. 2.

Limakommuna bindur seg árliga at gjalda felagnum eina peningaupphædd svarandi til tann kommunu- og grundskatt, sum felagnum er álíknað í kommununi.

Stk. 3.

Fyri skyldur felagsins ábyrgjast ognir felagsins.

Stk. 4.

Limakommunurnar ábyrgjast ikki fyri skyldur felagsins útyvir innskotspeningin, sí tó stk. 5.

Stk. 5.

Limakommunurnar ábyrgjast tó fyri skyldum felagsins yvirfyri starvsfólkum felagsins, ein fyri allar og allar fyri eina, og sínámillum í mun til íbúgvaratalið.

 

11. grein

 

GILDI SÁTTMÁLANS

 

Stk. 1.

Limakommuna kann ikki fara úr felagnum, uttan at allar kommunur eru samdar um hetta, ella felagið verður avtikið.

Stk. 2.

Fer limur úr felagnum hevur hann einans rætt at fáa part av felagsins leysa peningi (t.e. fæ, sum ikki er bundið í virkjum ella øðrum ognum felagsins), sum verður roknaður eftir reglunum í 7. grein, 3. stk.

 

12. grein

 

UM MISHALD

 

Stk. 1.

Heldur nakar limur ikki skyldu sína eftir hesum viðtøkum, ella verður hann sekur í nøkrum veruligum og umkennandi mishaldi av teimum skyldum, hann her hevur átikið sær, tá hevur aðalfundurin rætt til at krevja, at hann fer úr felagnum. Millum annað, ið roknast fyri veruligt og umkennandi mishald er tað, at limurin ikki heldur skyldur sínar sbr. 10. grein.

Mishaldsreglurnar mugu tó ikki nýtast, fyrr enn felagið við innskrivaðum brævi hevur heitt á avvarðandi lim um at gera skyldu sína, og 14 dagar eru gingnir, síðani skrivið var sent, men skyldan er ikki lokin.

Í skrivinum skal týðuliga verða skilað til, at felagið ætlar at nýta hesa grein, um limurin ikki ger skyldur sínar.

Stk. 2.

Tá ið limur á henda hátt fer úr felagnum, missir limurin allan ognarrætt í felagnum.

Úrfaringin verður roknað frá 1. januar í stytsta lagi eitt ár og í longsta lagi tvey ár aftaná, at tikið varð til mishaldsreglurnar.

Stk. 3.

Annars hevur felagið rætt til at krevja endurgjald frá tí mishaldandi ella úrfarandi limi fyri tann miss, tað hevur av mishaldinum ella úrfaringini, eins og felagið hevur rætt til at nýta lógbann og annan rættarstuðul sær til verndar sbr. 15. grein.

 

13. grein

 

STØÐAN HJÁ UPPSØGDUM LIMI ANNARS

 

Stk. 1.

Um nakar limur vegna ásetingarnar í 11. og 12. grein fer úr felagnum, týnist beinanvegin, hann er uppsagdur, rættur hansara at verða uppi í ráðagerðum um byggiætlanir o.a.m.; men hann er annars bundin av hesum viðtøkum, til hann fer úr felagnum.

Stk. 2.

Hevur kommuna mist limarættin vegna mishald, skal hon fyrst gera skyldur sína sbr. 12. grein, áðrenn hon aftur kann gerast limur.

Annars galda reglurnar í 2. grein fyri upptøku av úrfarnum limi.

 

14. grein

 

AVTØKA FELAGSINS

 

  Samtykkir aðalfundurin við 2/3 meiriluta ella meir, at felagið ásetta tíð skal takast  av, og skuldi landsstýrið góðkent slíka samtykt, verða ognarlutir felagsins at realisera og øll ogn tess at býta millum limakommunurnar í lutfalli við ognarrætt teirra sbr. 7. grein, 3. stk.

 

15. grein

 

GERÐARDÓMUR

 

 

Verður ósemja millum felagið og ein ella fleiri limakommunur ella millum limirnar um, hvussu hesar viðtøkur skulu skiljast ella í heila tikið um viðurskifti, sum komast av, at hesar viðtøkur eru samtyktar, tá eiga partarnir at royna at fáa semju í lag við tingingum sínámillum.

Verða hesar tingingar úrslitaleysar, skulu tey mál, ósemja er um, skjótast undir gerðardóm, settur á vanligan hátt, og tilnevnir Føroya rættur ástøðumannin.

Úrskurður gerðardómsins er endaligur.
 

16. grein

 

GILDISKOMA

 

  Hesar viðtøkur, sum upprunaliga komu í gildi 1. januar 2009 eftir, at táverandi umboðsnevndin hevði samtykt tær og landsstýrið hevði góðkent tær, eru síðani broyttar á eykaaðalfundi 19. juni 2015, tá samtykt varð at broyta 7. gr., stk. 1, 3. gr., stk. 17 og 18, og hesa 16. gr. Nevndu broytingar vóru góðkendar frammanundan av landsstýrinum, og komu tær í gildi beinanvegin tær vóru samtyktar á eykaaðalfundinum 19. juni 2015.
 

 

 

 

 

-------------------------------------------------------------------------------------

 

 

Tórshavn, 19. juni 2015

 

 

Nevndin:

 

 

Jákup Suni Lauritsen       Bogi Andreasen      Bødvar Hjartvarsson

 

 

Karl M. Rasmussen          Karl A. Olsen          Steinbjørn O. Jacobsen

 

 

Frits Poulsen