Lógargrundarlag

 

Fram til 1. januar 2009 var virksemið hjá SEV í høvuðsheitum ásett sambært  kunngerð nr. 76 frá 5. oktober 1963 um loyvir givið SEV til nýtslu av vatnorkuni. Hendan kunngerð er sett í gildi við heimild í lóg nr. 169 frá 18. mai 1937 "om benyttelse af indsøer og vandløb"

Konsessiónin frá 5. oktober 1963 gevur SEV m.a. loyvi at útbyggja vatnorku fram til 5. oktober 2013.


1. januar 2009 kom løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni - sonevnda elveitingarlógin - í gildi. Lógin hevur í høvuðsheitum ta broyting við sær, at virksemið hjá SEV nú verður meira myndugleikaregulerað enn frammanundan.
Broytingarnar fara m.a. at merkja, at SEV roknskaparliga verður skilt sundur í net- og framleiðsluvirksemi.
Lógin gevur landsstýrinum yvirskipaðu ábyrgdina av eløkinum, samstundis sum møguleiki nú er fyri fleiri elframleiðarum, fyrst og fremst á vindorkuøkinum.
Sambært elveitingarlógini er mannagongdin nú, at landsstýrismaðurin/Jarðfeingi metir um og bjóðar út nýggjar útbyggingar.
Fyribils er hetta tó bert galdandi fyri vindorkupartin, meðan SEV sleppur at fremja vatnorkuútbyggingarnar, ið eru byrjaðar, uttan at landsstýrismaðurin/Jarðfeingi skulu standa fyri útboði ella taka støðu til hesar.


Nærri ásetingar um virksemið hjá SEV finst í viðtøkum felagsins, sum kann roknast sum ein sáttmáli ímillum allar kommunur í Føroyum. Annars eru fleiri lógir og reglugerðir, sum beinleiðis ella óbeinleiðis ávirka virksemið. Týdningarmestu av hesum eru helst:
Løgtingslóg nr. 59 frá 7. juni 2007 um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 18. mai 2008

 

 
Viðurskiftini millum SEV og kundarnar eru harafturat ásett í streymveitingartreytunum hjá SEV og tær kunnu takast niður her.