Heilsa, Trygd og Umhvørvi (HTU)

 

SEV leggur stóran dent á heilsu, trygd og umhvørvi, og hevur tí eina deild, sum burturav tekur sær av heilsu-, trygdar- og umhvørvisviðurskiftum í felagnum.

 

 

HTU politikkurin varð dagførdur 26. oktober 2018 og er soljóðandi:

 

Heilsu-, Trygdar- og Umhvørvispolitikkur

 

HTU-politikkurin er staðfestur á leiðslustigi, og hann er týðandi arbeiðsamboð, sum øll starvsfólk hjá SEV skulu halda seg til í dagliga arbeiðinum.

 

  • Vit gera okkara besta fyri at verja heilsuna og trygdina hjá starvsfólkunum og  virka fyri, at okkara virksemi ikki elvir til skaða á starvsfólk ella nakran annan, sum er í nánd av virksemi okkara.

 

  • Vit verja umhvørvið, og vit leggja dent á at stimbra nýtsluna av varandi orkukeldum.

 

  • Vit velja ta bestu atkomiligu tøknina við atliti at heilsu, trygd, umhvørvi og búskapi og leggja dent á, at starvsfólkini hava bestu førleikar.

 

  • Vit nýta alt tilfeingi og tilfar á skilabesta hátt og halda okkara virki reint og ruddiligt, og vit rudda altíð upp eftir okkum.

 

  • Vit arbeiða skipað og miðvíst við heilsu, trygd og umhvørvi.  Trygdarnevnd, trygdarumboð og starvsfólk verða tikin við uppá ráð, áðrenn avgerðir verða tiknar. Hetta fyri áhaldandi at betra úrslitini á hesum økjum.

 

  • Vit hava eina tilbúgving, ið altíð er lagað eftir okkara virksemi.

 

  • Vit hava eitt opið samstarv við íognarar og avvarðandi myndugleikar til frama fyri framhaldandi menning innan heilsu-, trygdar- og umhvørvismál.

 

  • Vit meta um og velja tilfarsveitarar, arbeiðstakarar og samstarvsfelagar við atliti at teirra atferð innan heilsu, trygd og umhvørvi.

 

  • Vit halda lógir og myndugleikakrøv á heilsu-, trygdar- og umhvørvisøkjunum og virka fyri at halda landsins stevnumið og altjóða sett mál á nevndu økjum.

 

  • Vit eggja hvørjum øðrum at vera virkin innan heilsu-, trygdar- og umhvørvisarbeiði.

 

 

 

Spurningar um heilsu-, trygdar- og umhvørvisviðurskifti kunnu sendast til afb@sev.fo. Eisini kann ringjast til Anniku Berg á tlf. 346821 ella á 225242.