Missión

SEV tryggjar samfelagnum elmegi við høgari góðsku fyri samhaldsfastan prís og á burðardyggan hátt.

 

Visjón

SEV vil framhaldandi vera lívæðrin í samfelagnum. Felagið vil ganga á odda í strembanini eftir at menna eitt samfelag, sum byggir á egnar varandi orkukeldur.

 
Vit stremba eftir:

 

  • at hava lágar prísir, høga góðsku og høgt tænastustøði
  • áhaldandi at hava og menna eina vælvirkandi og burðardygga elveitingarskipan, sum er í fremstu røð millum elveitarar
  • at varðveita og menna servitan og førleikar í SEV við at hava avbjóðandi og góðar arbeiðsumstøður, har trygd og trivnaður eru í hásæti

 

Virðir

Týdningarmestu virðini í dagliga virksemi okkara eru:

 

Samstarv

 
Hetta merkir at:
 
  • vit leggja dent á gott samstarv, bæði innanhýsis millum starvsfólk, deildir leiðslu, nevnd og eigarar, og uttanhýsis við kundar, samstarvspartar og myndugleikar.
  • vit leggja dent á eitt trygt og mennandi arbeiðsumhvørvi til gagns fyri okkum øll.
  • vit raðfesta gott og jaligt samskifti høgt.
  • vit seta okkum felags mál, taka felags ábyrgd og hava ávirkan á okkara arbeiði.
  • vit seta trivnaðin í hásæti, bæði sosialt og fakliga, og arbeiði okkara er merkt av nøgdsemi, vinalag og arbeiðsgleði.
 
Tí: 
 
  • eru vit hjálpsom, umhyggin og laga okkum eftir tørvinum hjá hvør øðrum.
  • hava vit eitt tætt og opið samskifti bæði innan- og uttanhýsis.
  • eru vit nærløgd og væl fyrireiðkað.
 

Eldhugi

 
Hetta merkir at:
 
  • vit eru íðin, arbeiðssom og áhaldandi, og hava sum mál at gera eitt dygdargott arbeiði.
  • nýhugsan og uppfinnsemi seta dám á, hvussu vit loysa uppgávur okkara.
  • vit vísa dirvi og áræði, tá ið á stendur, og leggja nógv fyri at loysa allar uppgávur.
 
Tí:
 
  • leggja vit dent á at menna okkum við grundarlagi í royndum og nýggjum fakligum avbjóðingum.
  • betra vit áhaldandi um umstøður og útbúnað.
  • eru vit uppsøkjandi, miðvís og arbeiða tvørfakligt.
  • leggja vit í øllum okkara arbeiði dent á høga góðsku.

  

Virðing

 
Hetta merkir at:
 
  • vit vilja vera ein trúligur og ábyrgdarfullur veitari við fjølbroyttari fakligari vitan á høgum støði.
  • vit vilja veita góða, skjóta og álítandi tænastu.
  • vit taka atlit at náttúr og umhvørvi.
  • vit eru loyal, fólkalig og viðurkenna ymiskleikar hjá hvør øðrum.
 
Tí:
 
  • eru vit opin, erlig og halda gjørdar avtalur.
  • eru vit fyrikomandi, fryntlig og hjálpsom.
  • gagnnýta vit tilfeingið á burðardyggan hátt og keypa inn við skynsemi.
  • eru vit røkin, rudda upp eftir okkum og fríðka um allastaðni, har vit eru.