Býtisvirkini

Býtisvirkini

Høvuðsendamálið hjá býtisvirkjunum er at býta alla elorkuna út frá framleiðslu- verkunum til allar kundar hjá SEV kring alt landið. Tað liggur í orðinum, at býtisvirkini býta sundur elorkuna og býta hana ímillum viðskiftafólkini eftir tørvi. Á fremmandamáli eru nøvn sum transmissión og distributión vanlig, meðan vit í Føroyum bert nýta tað eina orðið um hetta virksemið - býtisvirkir.
Hesin parturin av SEV er stórur og fleirtáttaður.
Elkervið er býtt sundur í fleiri spenningsstig 60 kV (60.000 Volt), 20 kV (20.000 Volt), 10 kV (10.000 Volt), 6 kV ( 6.000 kV) og 0,4 kV (400 Volt).
 

Háspenningur

60 kV er hægsti spenningur, SEV hevur. Hesin parturin av kervinum verður nýttur til at flyta elorkuna ímillum høvuðsknútapunktini á meginøkinum. 60 kV linjan millum Vestmanna, Tórshavn og Skálabotn varð gjørd i fyrru helvt av 1960'unum, síðani  komu linjurnar millum Klaksvík, Eiði, Sundsverkið og vesturbýin í Tórshavn.
 
20 og 10 kV kervini verða brúkt til at býta elorkuna frá høvðusknútapunktunum til transformarastøðirnar í bygdum øki. Orsøkin til, at SEV bæði hevur 20 kV og 10 kV linjur, er søgulig. Fleiri elfeløg vóru í Føroyum umframt SEV, áðrenn SEV gjørdist landsfevnandi - t.d. Elektricitetsfelagið í Suðuroy, Thorshavns Elforsyning og Klaksvig Elforsyning. Nøkur elfeløg høvdu valt at býta elorkuna sundur í 20 kV, og summi høvdu hana í 10 kV.

 

Lágspenningur

Trý støð verða rikin við 6 kV. Tað eru sambondini millum Kirkju og Hattarvík, frá Hvannasundi og norður til Múla og niðan á Brúnaskarð.
 
0,4 kV kervið er í bygdum umráði frá transformarastøðum til húsarhald og virkir. Á hesum øki eru tey seinnu árini hendar stórar broytingar. Eftir ódnina síðst í 80'unum, varð avgjørt at kaðalleggja allar lágspenningslinjur, og hetta mál er næstan rokkið. 


Kaðal- og linjumeistarar

SEV hevur 4 kaðal- og linjumeistarar, sum hava ábyrgdina av rakstri og nýgerð av há- og lágspennings kaðal- og linjukervinum.

 

 1: Norðoyggjar við tilhaldsstaði á Strond.
 
 2: Eysturoy og vestantil í Norðstreymoy við tilhaldstaði í Skálabotni.
 
 3: Norðstreymoy, Vágar, Mykines, Suðurstreymoy, Nólsoy, Koltur, Hestur, Sandoy  og Skúvoy við  tilhaldstøðum í Miðvági, Vestmanna, Tórshavn og Skopun.
 
 4: Suðuroy við tilhaldstøðum á Tvøroyri og Vági.
 

Samstarv

SEV projekterar sjálvt há- og lágspenningkervið. Elfelagið SEV hevur tætt samstarv við kommunurnar, Landsverk, Føroya Tele og aðrar stovnar um felags grevstrararbeiðir. Teknistovan skrásetur allar linjur og kaðlar á eini skipan hjá FøroyaDataSavni, FDS, sum Landsverk, Føroya Tele, Matrikkulstovan, SEV, Tórshavnar Kommuna og Klaksvíkar Kommuna eiga í felag.
 

Goymsla og verkstað

Harðføra veðurlagið í Føroyum ber í sær, at SEV noyðist at hava eina vælútgjørda goymslu á býtisvirkjunum. Goymslan er í Vestmanna, og har eru allir lutir, sum krevjast til eitt elkervi. Í Vestmanna er eisini eitt verkstað, sum kann umvæla og halda við líka seramboð, ið verða nýtt til at útbyggja og umvæla elkervið

 

El-innleggingar

Ein týðandi partur av býtisvirkseminum er at góðkenna allar elinnleggingar í Føroyum, sum góðkendir elinnleggjarar gera. Tað áliggur eisini Innleggingardeildini at hava um hendi allar kWh-málarar og at tryggja, at teir eru í góðum standi og á einum høgum støði. Hesir málara mála nýtsluna hjá viðskiftafólkunum hjá SEV. Í løtuni verður ein nýggj tøkni, sum fjaravlesur kWh-málararnar, roynd. Tilhaldstøðini, sum Innleggingardeildin hevur kring landið, eru í Klaksvík, Skálabotni, Vestmanna, Tórshavn og Vági. 
 

Annað

Harumframt liggja Orkuráðgevingin og Deildin fyri Eltøkni, undir býtisvirkjunum. Orkuráðgevingin veitir øllum viðskiftafólkum, skúlum, virkjum, stovnum o.s.fr. ráðgeving og undirvísing um elnýtslu v.m. Deildin fyri Eltøkni er ein innanhýsis tænasta hjá SEV, sum m.a. hevur ábyrgdina av øllum eltøkniligum skipanum á framleiðsluverkunum, 60 kV koplingsstøðunum og samkiftisskipanum.