Elverkini

 
Í einum oyggjasamfelagi sum Føroyar - umfatandi 18 oyggjar - har bert ein er óbygd, hevur SEV sum elveitari rættiliga nógv elverk og fleiri eykaelverk til at taka fyri at tryggja støðuga elveiting.
 
Tann vanliga elframleiðslan fer fram á 13 verkum sum framleiða eftir tørvi. Av hesum 13 verkunum eru trý stór termisk verk, Strond, Sund og Vágsverkið. SEV hevur seks vatnorkuverk, Strond, Eiðisverkið, Fossáverkið, Mýruverkið, Heygaverkið og verkið í Botni. Harumframt fimm smáverk, sum elveita Fugloy, Mykines, Koltur, Skúvoy og Stóru Dímun.
 
SEV hevur harafturat fimm vindmyllur í Neshaganum í Eysturoynni