Gjaldskrá

 

Galdandi frá 1. januar 2017.

GJALDSKRÁIN VIÐ OG UTTAN MVG ER HENDAN FYRI HVØRJA ELINNLEGGING

 

Ársnýtsla kWh:

            Fast gjald:

         Prísur fyri kWh:

 

u/MVG

v/MVG

u/MVG

v/MVG

                  0 –   10.000

480,00

600,00

1,46

1,825

         10.000 – 100.000

1.280,00

1.600,00

1,38

1,725

            Yvir     100.000

5.280,00

   6.600,00

1,34

1,675

 

Nýtarar við ársnýtslu størri enn 5 mió. kWh kunnu fáa serliga gjaldskrá.

Fast gjald, sum eigarin hevur  ábyrgd av, verður goldið fyri innleggingar, ið ikki verða nýttar, men enn ikki eru uppsagdar.

 

Tá ið streymveitingin er slitin vegna brek á innleggingini, og málarin ikki verður niðurtikin, verður fasta gjaldið bert kravt fyri tíðina, innleggingin er íbundin hjá SEV.

 

ÍDNAÐUR, LANDBÚNAÐUR, FISKIVINNA V.M.

 

Serstøk gjaldsskrá er galdandi fyri ídnaðarvir­kir, fiskaaling, landbúnað, fiskivinnu og ávísar edv-tænastur. Gjaldskráin við og uttan MVG fyri nevndu vinnur er hendan fyri hvørja elinnlegging.

 

Ársnýtsla kWh:

            Fast gjald:

         Prísur fyri kWh:

 

u/MVG

v/MVG

u/MVG

v/MVG

                  0 – 10.000

480,00

600,00

1,46

1,825

         10.000 – 30.000

1.280,00

1.600,00

1,38

1,725

            Yvir     30.000

9.680,00

12.100,00

1,10

1,375

 

Neyvari upplýsingar um, hvørjar vinnugreinar koma undir hesa gjaldskrá, fáast við at venda sær til eina av skrivstovum elfelagsins.

 

HÁSPENNINGSMÁTING

 

Fyri tær innleggingar, har SEV eftir umstøðunum avger at máta streymin á háspenningsstøði, t.d. 10 ella 20 kV, verða omanfyri nevndu kWh-prísir lækkaðir við 1,5%. Við háspennings-máting verður fasta gjaldið ásett á sama hátt, sum fyri elinnleggingar sambært omanfyri tilskilaðu ásetingum, men verður eitt fast gjald ásett fyri hvørt mátistað og ikki hvørja elinnlegging, sum er íbundin aftan á mátistaðið.

 

YMISK ÓMAKSGJØLD V.M.

 

Verða gjøld ikki goldin rættstundis sambært rokning/giroinngjaldskorti, verða fyri hvørjar byrjaðar 100 kr. av rokningsupphæddini lagdar kr. 1,00 afturat rokningini hvønn byrjaðan mánað, til falna skuldin er goldin. Harafturat skulu gjaldast kr. 15,00 fyri hvørja áminning.

 

Tá ið neyðugt er at taka stig til at slíta streymveitingina vegna eftirstøðu, skulu gjaldast

kr. 200,00 í ómaksgjaldi.

 

 

Fyri íbinding aftan á slíting vegna eftirstøðu skulu gjaldast kr. 200,00 í ómaksgjaldi. Um íbundið verður uttanfyri vanliga arbeiðstíð eftir áheitan frá eigara/brúkara, verður ómaksgjaldið kr. 300,00.

 

Málarin kann verða kannaður, tá ið biðið verður um tað.

Um málarin er í lagi, verða kr. 500,00 kravdar í ómaksgjaldi.

 

FLYTING

 

Tá ið flutt verður, skal málarin lesast av, og SEV skal hava fráboðan um avlesturin.

Tann, sum flytur, hevur skyldu at gjalda, til málarin er avlisin.

 

FYRIBILS STREYMVEITING

 

Tá ið fyribils streymveiting verður veitt til byggipláss, stuttleikaøki o.a., eru hesir prísir galdandi:

 

Fast gjald:            Eftir vanligu gjaldskránni.

Elorkugjald:         20% afturat prísinum eftir vanligu gjaldskránni.

Trygd:                  Kann verða kravd.

 

Allar útreiðslur í sambandi við fyribils streymveiting, so sum styrking av neti ella víðkan, verða goldnar frammanundan eftir rokning.

 

VANLIG ÍBINDING

 

Innleggingin verður íbundin, tá ið liðugtfrásøgn er komin frá góðkendum elinnleggjara, og møgulig brek eru rættað.

Nýtarin skal gera teymin millum veitingarstaðið og innleggingina. Um teymurin verður longri enn 50 m, letur SEV ískoyti til kaðal og veit. Ískoytið verður givið fyri tað talið av metrum, sum teymurin er longri enn 50 m, tó í mesta lagi fyri 200 m. Gjaldið verður ásett av SEV og verður goldið nýtaranum, tá ið hann vendir sær til SEV við avriti av rokningini frá elinnleggjara. Innleggingar við ongum málara fáa ikki ískoyti.

Nærri upplýsingar um stødd á ískoyti fáast við at venda sær til SEV.

Tá ið nýtarin skiftir luftteym út til kaðalteym við sama tvørmáti, letur SEV ískoyti til kaðalkostnaðin.

 

ÍBINDINGARGJALDIÐ

 

  • Áðrenn bundið verður í elnetið hjá SEV, skal íbindingargjald gjaldast sambært gjaldskránni.
  • Verður innlegging broytt, soleiðis at teymasikring má gerast størri, skal íbindingargjald latast, sum svarar til munin millum sikringarnar. SEV setir nýggju sikringina í, tá ið goldið er.
  • Um minni teymasikring verður sett í til eina verandi innlegging, verður einki íbindingargjald goldið aftur.
  • Íbindingargjaldið er knýtt at teyminum til eitt ávíst matr. nr., og teymurin kann flytast innan fyri hetta matr. nr., um so er, at hetta ikki verður til útreiðslur fyri SEV. Í serligum førum, tá ið talan er um náttúrliga samanhoyrandi ognir, kann við góðkenning stýrisins í hvørjum føri sær gerast frávik frá ásetingini um tilknýti til eitt ávíst matr. nr.

Um nýtari vil hava íbinding aðrastaðni í elveitingina hjá SEV, skal nýtt íbindingargjald gjaldast sambært galdandi gjaldskrá.

 

GJALDSKRÁ FYRI ÍBINDINGARGJALD

 

Íbinding max. 35A:

13.030 kr.

Íbúðarbygging við felags teymi:

9.800 kr. fyri íbúðina

Innleggingar uttan málara, tó max. 20 W:

13.030 kr.  fyri teymin

Innleggingar størri enn 35A:

 

(A=tal av Amp. yvir 35)

13.030 kr. + (Ax 1.185) kr.

Avsíðis liggjandi innleggingar

Veruligar útreiðslur fyri SEV minus trý vanlig íbindingargjøld, tó í minsta lagi áður nevndu

upphæddir.

Vindmyllur:

Serligar reglur

Fyribils innleggingar:

Veruligar útreiðslur fyri SEV

Byggipláss, ítriv o.a.

Veruligar útreiðslur fyri SEV

Nullingsloyvið:

10.000 kr. fyri innleggingina

 

Um víðkan av einstøkum avsíðis liggjandi innleggingum viðførir, at SEV má útbyggja netið, má umsøkjarin bera kostnaðin av hesum.

 

Omanfyri nevndu íbindingargjøld eru galdandi fyri 400 V spenning, jbr. eisini § 8 í streymveitingartreytunum. Fyri veitingar við hægri spenningi verður A-talið umroknað lutfalsliga samsvarandi tí A-talið, viðkomandi veiting skuldi havt við 400 V spenningi.

 

TILTØKUGJALD (EFFEKTGJALD)                                                                     

 

Elinnleggingar, sum fáa elmegi frá egnari framleiðslu (ella frá øðrum enn SEV), kunnu fáa loyvi at brúka elveitingina hjá SEV sum trygd móti at gjalda eitt árligt gjald uppá 1.100,- kr. fyri hvørt KW í installeraðum framleiðslumátti (ávikavist nýtslumátti) hjá viðkomandi elinn-legging, tó í mesta lagi svarandi til teymasikringina mótvegis elnetinum hjá SEV.

 

MVG

Afturat frammanfyri nevdu gjaldskráum, ómaksgjøldum, íbindingargjøldum v.m. verður kravt MVG.

 

Soleiðis samtykt av nevndini hjá SEV at galda frá 1. januar 2017.

 

 

ELFELAGIÐ SEV