SEV-søgan

Elfelagið SEV varð stovnað 1. oktober 1946. Stovningarfundurin var í Tórshavn, har 19 kommunur á Streymoynni, Eysturoynni og Vágum høvdu sent umboð at stovna Elfelagið. Stovnandi fundurin varð hildin eftir, at føroyingar í umleið 40 ár á ymsar hættir høvdu roynt at fingið elektriskt ljós yvir landið. 

 

Vatnorkan í Fossá

Tíðliga í síðstu øld tók seg upp orðaskifti um, hvussu føroyingar kundu fáa elmegi, eftir at nýtslan av elmegi av álvara hevði tikið seg upp um allan tann framkomna heimin um aldarskiftið. Fólk í Føroyum høvdu hugmyndir um at skapa eitt framkomið samfelag, og her birtist orðaskiftið um at framleiða elmegi burtur úr vatninum í føroysku áunum.

 

Fyrsta royndin at fáa ravmagn burtur úr vatni varð gjørd í Vestmanna summarið 1907. Har legði bóndin og handilsmaðurin, Ólavur á Heygum, til brots, tá hann fór undir at byggja eina grótbyrging í tí vatnmiklu Fossá. Vatnið skuldi síðani leiðast úr byrgingini oman til eina turbinu, sum skuldi framleiða elektriskan streym til vestmenningar.

 

Ólavur á Heygum kom kortini ongantíð á mál við síni verkætlan, tí hon gjørdist ov kostnaðarmikil, og hann fekk ongan almennan stuðul. Hann stríddist við verkætlanini líka til, hann doyði í 1923.

 

Spjadd elframleiðsla

Ymsastaðni kring Føroyar tóku fólk undir við hugskotinum at fáa til vega elmegi, og Vágs Kommuna gjørdi fyrsta vatnorkuverkið í Føroyum í Botni vestantil á Suðuroynni í 1921. Sama árið tók Tórshavnar Kommuna eitt motorverk í brúk.

 

Í 1931 bygdi Klaksvíkar Kommuna eitt vatnorkuverk norðuri á Strond, men so kom aftur stígur í tær stóru ravmagnsætlanirnar. Tó fingu býlingar og privatfólk ymsastaðni í landinum sær bæði smærri og størri vatnorkuverk og motorverk at framleiða streym til hús og virkir.

 

Tað var kortini tíðliga greitt, at skuldu munagóð tøk takast á ravmagnsøkinum, so máttu kommunurnar ganga saman og lyfta í felag. Takið, sum lá fyrst fyri, var at veita Streymoynni, Eysturoynni og Vágum elektriskan streym, tí her var nógv fólk og nógv vatn.

 

SEV stovnað

Tá seinni heimsbardagi var av, var av álvara farið at fyrireika vatnorkuætlanirnar í Vestmanna, og 1. oktober 1946 stovnaðu flestu kommunurnar á Streymoynni, Eysturoynni og Vágum interkommunala Elfelagið SEV. Í Eysturoy var Sjóvar Kommuna ikki umboðað, og í Streymoy høvdu Kvívíkar Kommuna, Kollafjarðar Kommuna og Tórshavnar Kommuna einki umboð sent á stovnandi fundin.

 

Kvívík og Kollafjørður ætlaðu at gera sítt egna elverk í Leynum við vatnorku úr Leynarvatni. Tórshavnar Kommuna vildi ikki vera við til at útbyggja vatnorkuna í felagsskapi við tær 19 kommunurnar, sum stovnaðu SEV, men vildi heldur byggja nýtt motorverk til sín sjálvs. Tórshavnar Kommuna játtaði kortini at keypa streym frá SEV, um hon kundi fáa hann bíligari har.

 

Tær 19 kommunurnar, sum stovnaðu SEV vóru sostatt: Oyndarfjarðar Kommuna, Fuglafjarðar Kommuna, Lorvíkar Kommuna, Gøtu Kommuna, Nes Kommuna, Sunda Kommuna, Eiðis Kommuna, Funnings Kommuna, Haldórsvíkar Kommuna, Saksunar Kommuna, Hvalvíkar Kommuna, Vestmanna Kommuna, Kaldbaks Kommuna, Tórshavnar Uttanbýggja Kommuna, Kirkjubøar Kommuna, Sandavágs Kommuna, Miðvágs Kommuna, Sørvágs Kommuna og Bíggjar Kommuna.

 

Uppskot til lógir fyri felagið varð lagt fram á stovnandi fundinum. Í fyrstu grein stóð, at “SEV er eitt interkommunalt andeilsfelag. Tess endamál er at útbyggja kraftkeldur og fáa til vega elektriska megi til fólk, sum býr í Vágum, Streymoy og Eysturoy. Heimstað felagsins er Vestmanna”.

 

Ein umboðsnevnd og eitt stýri skuldu stjórna felagnum, og ein stjóri skuldi hava dagligu leiðsluna um hendi. Gunnar Dahl Olsen, sýslumaður og sóknarstýrisformaður í Vestmanna, varð valdur til fyrsta stýrisformann. Hann røkti hetta starv til hann legði frá sær vegna aldur í 1975.

 

Fyrsti umboðsnevndarformaður var Jóan Pauli Gregersen, vinnulívsmaður, úr Syðrugøtu. Hann var umboðsnevndarformaður til 1963, tá hann boðaði frá, at hann tók ikki við aftur formanssessinum.

 

Felagið varð uppkallað, SEV, eftir Streymoy, Eysturoy og Vágoy, og harumframt var orðið sev eisini at finna í føroyska plantuheiminum. Gamalt var, at sevleggur varð brúktur til veik í koluni, sum var vanlig ljóskelda, áðrenn peran varð uppfunnin.

 

Vatnorkuútbygging í Vestmanna

Fyrsta takið hjá SEV-stýrinum var at fáa til vega loyvi at nýta vatnorkuna og fígging til verkætlanina.

 

Fýra ár og átta mánaðir gingu frá SEV var stovnað til fígging varð fingin í lag til at útbyggja vatnorkuna í Vestmanna, sum Fossáverkið var partur av. Tað gekk striltið at fáa fígging til vega, og nógvir fundir vóru millum SEV, landsmyndugleikar og ríkismyndugleikar hesi árini. Ein spurningur, sum skuldi avgreiðast, áðrenn almenn fígging fekst í lag, var, hvørt tað var rættari at útbyggja Fossá í Vestmanna ella Leynarvatn.

 

Tá myndugleikarnar vóru vorðnir sannførdir um, at verkætlanin í Vestmanna var tann rættara, var avgjørt at fara til verka. Verkætlanin í Vestmanna kostaði 14 milliónir krónur. Føroyingar og danir skuldu fáa til vega helvt um helvt av fíggingini. Tær sjey føroysku milliónirnar vóru innskotspeningurin hjá SEV, tvær milliónir í sparikassaláni, ein millión í brævaláni og tríggjar milliónir í Marshallpengum. Tær sjey milliónirnar úr Danmark skuldi forsætisráðið fáa til vega frá statinum fyri lítla rentu. Tað var ein treyt fyri lagaliga statsláninum, at løgtingið veitti rentustuðul til tey lán, sum vórðu tikin í Føroyum.

 

7. mai 1951 skrivaði SEV undir sáttmálar við byggifeløg og verkfrøðingafeløg, og síðani varð beinanvegin farið undir at fyrireika byggingina av Fossáverkinum. SEV-útbyggingin í Vestmanna, sum umframt Fossáverkið fevndi um byrgingar frammi við Vatnið í Fonsdali og á Lómundaroyrum, var størsta byggiarbeiði, ið føroyingar nakrantíð høvdu sett sær fyri.

 

SEV setti síni fyrstu fólk í starv, og fyrsti stjórin hjá felagnum var Hjalgrím Winther. Hann sat í stjórastarvinum frá 1953 til 1983, tá Klæmint Weihe tók við sum stjóri.

 

5. mai 1954 varð Fossáverkið alment tikið í nýtslu. Síðani helt vatnorkuútbyggingin í Vestmanna fram frá 1956 til 1963. Tá varð vatnorkan útbygd á Mýrunum og í Heygadali, og Mýruverkið og Heygaverkið vóru tikin í brúk.

 

Allar kommunur upp í SEV

Tað gekk ikki long tíð, so ásannaðu tey flestu, at eingin bygd í Føroyum kundi liggja uttan streym. Poltiskt var semja um, at øll áttu at fáa elektriskan streym til nýtslu fyri sama prís. Tað hevði við sær samráðingar um, hvørt allar kommunur í landinum kundu gerast limir í SEV. Samtyktirnar at rudda slóð fyri, at allar kommunur komu upp í SEV, vórðu gjørdar stutt fyri kommunuvalið í 1962, og tær skuldu váttast á seinni fundum.

 

Limaskapurin hjá teimum nýggju kommununum skuldi taka við 1. apríl 1963, og tann seinasta og endaliga samtyktin um at víðka SEV varð tikin á umboðsnevndarfundi 8. apríl 1963.

 

Múli var sum tann seinasta bygdin knýtt upp í elkervið hjá SEV 19. september 1970.

 

Víðkanartilgongdin hevði eisini við sær, at SEV yvirtók øll elverkini kring landið, sum kommunurnar uttan fyri SEV høvdu stovnað. Tað vóru eitt nú verkini í Havn, í Vági og í Klaksvík.

 

Streymtørvurin økist

Streymtørvurin vaks, og fyrst í sjeytiárunum var greitt, at meira orka mátti fáast til vega. Um hetta mundið varð hildið, at vøksturin í streymnýtsluni fór at vera eini 10 prosent um árið.

 

Samstundis var ætlanin at bøta um sambandið sum heild. Tað hevði eitt nú við sær, at motorverkini á Sandoynni, í Hesti og Nólsoy skuldu takast úr rakstri. Ístaðin skuldu hesar oyggjar bindast upp í meginkervið við kaðalum á havbotninum.

 

Vaksandi streymtørvurin bar við sær, at SEV í oktober 1972 fór undir at byggja Sundsverkið, sum skuldi framleiða streym við motorum, ið brúktu tungolju. Teir báðir motorarnir á verkinum vóru settir til í november og desember 1974, og vanligi raksturin á verkinum byrjaði í 1975.

 

Sundsverkið varð útbygt við einum motori afturat í 1979, og fyrst í áttatiárunum var aftur neyðugt at útbyggja verkið. Í dag eru fimm motorar á verkinum, sum framleiðir sín stóra part av føroysku elnýtsluni hvønn einasta dag. Sundsverkið tekur við, tá okkurt av hinum verkunum av eini ella aðrari orsøk dettur av netinum. Sundsverkið er bygt til at kunna nøkta allan eltørvin í Føroyum, um øll hini verkini skuldu dottið av netinum í senn.

 

Stutt eftir, at verkætlanin á Sundi varð sett í verk, kom fyrra oljukreppan í sjeytiárunum, og menn fóru at umrøða møguleikan at útbyggja vatnorkuna og nýta aðrar varandi orkukeldur. Seinna oljukreppan í sjeytiárunum, sum tók seg upp í 1979, skundaði undir ætlanirnar at útbyggja vatnorkuna.

 

Eiði 1, 2, 3 og 4

Vatnorkuverkætlanin í Eysturoynni, nevnd Eiði 1, 2, 3 og 4, varð sett á dagsskránna. Hon snúði seg um at savna vatn saman úr allari Eysturoynni til vatnorkuframleiðslu, og 2. oktober 1984 samtykti SEV-stýrið at fara undir Eiði 1.

 

Eiði 1 fevndi um at byggja byrging á Eiðisvatni, vatnorkuverk á Eiði og bora tunlar norður móti Svínábotni og móti Norðskála. Fyrsta turbinan á Eiðisverkinum varð sett í gongd 28. apríl 1987.

 

So kom steðgur í vatnorkuútbyggingina í Eysturoynni. Í kreppuárunum í fyrru helvt av nítiárunum var ikki hildið vera ráðiligt at taka stór fíggjarlig tøk, og tískil varð ikki farið undir Eiði 3 fyrr enn í 1997. Hetta byggistigið fevndi um ein tunnil frá Eiðisvatni eystur ímóti Stórá oman fyri Funning og síðani suður til Vesturdalsá Millum Fjarða. Eiði 3 var liðugt í februar 2000.

 

Tá byggistigini, Eiði 2 og Eiði 4, sum fevna um tunlar í syðra parti av Eysturoynni, eru framd, er vatnorkan í Eysturoynni fult útbygd.

 

65 mennandi ár

1. oktober 2011 fór SEV um tey sekstifimm, og felagið er hesi árini vorðin ein týðandi partur av grundarlagnum undir føroyska samfelagnum. Elfelagið hevur áhaldandi roynt at laga seg eftir nýggjum tíðum, so at felagið einhvørja tíð kann veita øllum føroyingum støðugan streym eftir tørvi.

 

Felagið fylgir eisini við menningini av øðrum varandi orkukeldum. SEV vildi hava sum mest burtur úr vindorkuni, og tí var neyðugt við gjøllum kanningum, sum byrjaðu við einari vindmyllu í Neshaga oman fyri Toftir í 1993.

 

Tøkniliga menningin hevði við sær, at SEV um aldarskiftið metti, at tíðin var búgvin at taka spurningin um vindorku uppaftur í eini royndarverkætlan. Fyrra stigið í royndarverkætlanini var tikið í 2003, tá Elfelagið gjørdi eina 10 ára avtalu við Sp/f Røkt um at keypa streym frá teimum trimum vindmyllunum, sum Røkt setti upp á Mýrunum oman fyri Vestmanna. Seinna stigið í royndarverkætlanini var framt á sumri 2005, tá SEV setti tríggjar vindmyllur afturat upp í Neshaga. SEV vann í 2011 í kapping við tveir aðrar undangóðkendar tilboðsgevarar fyrstu vindútbjóðingina hjá Elveitingareftirlitinum um at seta tríggjar vindmyllur upp aftrat í Neshaga. Myllurnar upp á 2,7 MW tilsamans verða væntandi tiknar í brúk í 2012. 

 

SEV hevur eisini verið við í verkætlanum innan alduorku, sólorku og vetni.

 

Í 2002 avgjørdi SEV at stovna alduorkufelagið, SeWave, saman við skotsku fyritøkuni, Wavegen. Kanningarnar av alduorkuni benda á, at tað er møguligt at byggja eitt royndarverk, og at búskapur kann fáast í ætlanina, sum frá líður. Henda ætlanin datt tó fyri bakka í 2011 vegna vantandi almennan stuðul. Samstundis varð felagið, sum SEV tá átti einsamalt, tikið av.

 

Í samstarvi við Vestmanna Kommunu hevur SEV høvi at fylgja við menningini av eini sólorkuskipan í Vestmanna.

 

SEV hevur í samstarvi við íslendska felagið Icelandic New Energy og føroysku og grønlendsku orkumyndugleikarnar skipað samtakið North Atlantic Hydrogen Association. Samtakið hevur til endamáls at menna kunnleikan um vetni. Vetni kann gerast ein týðandi orkukelda.

 

Høvuðsendamálið hjá NAHA er at geva komandi ættarliðum eitt reinari umhvørvi. Í gerandisdegnum er NAHA ein felagsskapur, sum við heimasíðu, tíðindabrøvum, fundum, seminarum og workshops spjaðir vitan millum NAHA-limirnar og aðrar altjóða áhugabólkar.

 

NAHA skal harumframt taka stig til nýggjar vetnisverkætlanir, gransking og útbúgvingartiltøk, sum hava til endamáls at menna vetnistøknina.

 

SEV roynir eisini at fáa sum mest burtur úr avlopshita. SEV og Tórshavnar Kommuna eiga helvt um helvt av P/F Fjarhitafelagnum í Havn, sum við avlopshita frá Kommunalu orku- og brennistøðini á Sandvíkahjalla og Sundsverkinum kann veita umleið 1.500 sethúsum hita. 

 

Menningin av føroyska elkervinum er farin fram í meira enn seksti ár, og grundarlagið undir Elfelagnum SEV er framvegis ein samhaldsføst, fólkaræðislig skipan, sum allar føroysku kommunurnar eiga, og sum harvið allir føroyingar eiga. Tann vinningur, sum SEV fær burtur úr elsøluni, verður í høvuðsheitum nýttur til framtíðar útbyggingar av framleiðslueindum og elkervinum. Á tann hátt verður vinningurin øllum Føroya fólki at gagni, og útbyggingar kunnu fara fram, so hvørt samfelagið mennist, og streymtørvurin økist.

 

Meira kann lesast um søguna hjá SEV í bókini, Ljós yvir landið, sum Jógvan Arge skrivaði, tá Elfelagið fylti fimti ár í 1996.