Deildarleiðari til Rakstrardeildina

 

 

 

 

 

Vit sóknast eftir ágrýtnum og ábyrgdarfullum fólki til at leiða starvsfólkahóp okkara, sum røkir og mennir føroyska elnetið

 

Starvið

Rakstrardeildin umsitur elnetið í Føroyum, og hevur um hendi nýgerð og viðlíkahald av trafostøðunum, linju- og kaðalnetinum um landið.

 

Á Rakstrardeildini starvast 26 fólk.  Hesi eru, montørar, elektrikarar og elinnleggjarar. Arbeiðsuppgávurnar hjá starvsfólkahópinum á Rakstrardeildini eru sera fjølbroyttar. Ein umráðandi partur av leiðarauppgávuni er at kenna til uppgávurnar, leiða og býta tær á ein hátt, har øll starvsfólkini verða og kenna seg tikin við upp  á ráð.

 

 

Ein hin týdningarmiklasta uppgávan er, at leiðarin virkar fyri, at starvsfólkini trívast og kenna, at tey gagnnýta sínar førleikar væl.

 

 

Deildarleiðarin hevur skrivstovu á Landavegnum, og væntað verður, at deildarleiðarin er tøkur, eisini eftir vanliga arbeiðstíð, um tørvur er á tí.

 

 

 

Persónligir eginleikar

Vit vænta, at tú  

 

 

  • ert arbeiðssamur, ágrýtin og ábyrgdarfullur,
  • ert sjálvstøðugur,
  • dugir at skapa gott arbeiðsumhvørvi,
  • ert semjusøkjandi, lurtandi og dugir at finna loysnir,
  • megnar væl at arbeiða yvirskipað, samstundis sum tú dugir at sparra um fakliga partin,
  • hevur jaligt lyndi,
  • torir at taka avgerðir uttan at brenna brýr – eisini tá harðast leikar á.

 

 

 

Fakligir  førleikar

Umráðandi er, at tú hevur eltekniska útbúgving. Talan kann vera um eitt nú sterktreymsverkfrøðing, elinnleggjara ella maskinmeistara.

 

 

Hevur tú ikki leiðararoyndir at vísa á, er umráðandi, at tú ert fús/ur at fáa leiðaramenning/útbúgving.

 

 

Vit vænta, at tú hevur góðar telduførleikar, og hevur lætt við at seta teg inn í nýggjar skipanir. Harumframt krevst holl vitan um lógarkrøvini, ið verða sett til økið.

 

 

SEV

Vit bjóða tær

 

 

  • upplæring í øllum viðkomandi skipanum í tøttum samstarvi við starvsfelagarnar,
  • fjøltáttaðan arbeiðsdag, sum tú sjálv/ur hevur møguleika at skipa,
  • ávirkan á egið arbeiði,
  • fakliga menning,
  • viðkomandi skeið.

 

 

Ynskiligt er, at tú sum nýggi starvsfelagi okkara ert áhugað/ur í gevandi fakligum samstarvi og sparring. Og at tú gevur títt íkast til góðan trivna.

 

 

Løn og setanarviðurskifti

Setanarviðurskifti eru sambært sáttmála við Starvsmannafelagið, sum deildarleiðari á Rakstrardeildini, verður tú lønt/ur eftir lønartalvu Tænastumannafelags Landsins, flokk 35,1, tó uttan at vera í tænastumannastarvi. Mánaðarlønin er kr. 44.865, 54 og eftirlønin er 15%.

 

 

 

Umsóknin

Hevur tú áhugað fyri starvinum og eitthvørt at spyrja um, ert tú vælkomin at venda tær til Jón Nielsen, deildarstjóra fyri netpartin hjá SEV, á telefon 210464.

 

 

Umsóknarfreistin er mánadagin 12. oktober 2020. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda umvegis teldupost til:  starv@sev.fo, viðmerk: Deildarleiðari, Rakstrardeildin.

 

 

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym allan sólarringin. 170 ársverk eru í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er ein fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.