Montørar til Rakstrardeildina

 

 

 

                      

Vit sóknast eftir montørum til nýgerð og viðlíkahald av há- og lágspenningsnetinum

 

 

 

Vit sóknast eftir montørum til Rakstrardeild okkara, sum umsitur elnetið í Føroyum. Á Rakstrardeildini starvast í løtuni 26 fólk, sum hava drúgvar royndir innan lág- og háspenningsøkið. Rakstrardeildin røkir uppgávur um allar Føroyar, og tí arbeiða starvsfólkini á deildini runt alt landið.

 

 

 

Starvið

Talan er um sera fjølbroyttar arbeiðsuppgávur sum t.d. nýgerð og viðlíkahald av há- og lágspenningsnetinum. Alt landið er arbeiðsstaður tín, og tí kann talan verða um skiftandi arbeiðstíðir og nakað av ferðing.

 

 

Vit vænta, at tú hevur útbúgving sum elektrikari ella aðra eltekniska útbúgving. Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur royndir á økinum, og vit ímynda okkum, at tú hevur fjølbroyttar og viðkomandi arbeiðsroyndir.

 

 

 

Vit vænta somuleiðis, at tú dugir væl at samskifta og samstarva. Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til persónbil og ert væl fyri kropsliga.

 

 

 

Ynskið er, at nýggi starvsfelagi okkara er áhugað/ur í gevandi fakligum samstarvi og sparring, og at tú gevur títt íkast til góðan trivna.

 

 

 

SEV

Vit bjóða tær:

 

 

  • upplæring,
  • ávirkan á egið arbeiði,
  • viðkomandi skeið.

 

 

 

Løn

Lønin er sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

 

 

Umsóknin

Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Henrik Eskildsen, økisleiðara, á telefon 21 04 63. Umsóknarfreistin er mánadagin 12. oktober 2020.

 

 

 

 

Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda til:

 

Elfelagið SEV

Postrúm 319

FO-110 Tórshavn

Stílað: Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari

T-postur: starv@sev.fo

 

 

 

 

 

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 170 ársverk eru í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er  fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.