Vegleiðing til at fylla pening á kontu á elbil.fo

 

 

Fyri at fylla pening á kontuer neyðugt fyrst at rita inn á elbil.fo 

 

GG! Um tú  brúkar Safari kagan, er neyðugt at sláa funkuna 'Blokér pop op-vinduer' ella 'Block pop-ups' frá fyrst. Hetta gert tú undir 'Indstillinger/Settings'.

 

 

  • Vel síðani Gjalding  

 

 

  • Vel ta upphædd, tú ynskir at seta innTil ber eisini at seta ávísa upphædd inn (niðast). 

 

 

  • Trýst síðani á Fyll á kontu 

 

 

 

 

 

 

  • Vel slag av gjaldskorti, sum tú brúkar til gjaldingina. 

  •  

  • GG! Fyri at kunna gera hetta, skal ein nýggj síða latast upp til Nets. Um hendan síðan ikki kemur fram, er neyðugt at fara undir 'Indstillinger' (ella 'Settings') og sláa frá funkuna, sum eitur 'Blokér nye vinduer' - og byrja umaftur.

  •  

 

 

  • Fyll út teigarnar við kortupplýsingum, og trýst á Validate payment 

 

  • Tú fært nú sms-boð við trygdarkotu sendandi. Set kotuna inn í teigin, og trýst á Bekræft’. 

 

 

  • Tað er umráðandi, at rætt fartelefonnummar er skrásett í skipanini. 

  • Valda upphæddin er nú flutt inn á elbilakontuna. 

 

  • Um kontan var í minus áðrenn, er hetta tikið av verandi upphædd 

 

  • Fyri at kunna byrja løðing, skulu í minsta lagi 25 krónur vera á kontu.