Grøna kósin

100% burðardygg elorka á landi í 2030

 

Í 2014 setti SEV kósina, sum hevur til endamáls, at øll elorka á landi skal stava frá varandi orkukeldum í 2030, og síðan 2014 hevur SEV arbeitt miðvíst fram ímóti at røkka hesum máli. 

 

Avbyrgda elskipanin í Føroyum er í sjálvum sær ein stór avbjóðing, tá ið talan er um at fáa so nógva grøna orku til vega sum gjørligt. Málið kann bert røkkast við nýhugsan og menning. 

 

Battarískipanin í Húsahaga, sólorkulundin í Sumba, sjóvarfalsverkætlanin í Vestmannasundi eru onkur ítøkilig dømi um nýhugsan á elorkuøkinum í Føroyum. 

 

Samstundis sum arbeitt verður av øllum alvi at finna loysnir við burðardyggum orkukeldum, samstarvar SEV við Setrið um slóðbrótandi ph.d.-verkætlan um, hvussu støðufestið kann tryggjast í elskipanini í einum avbyrgdum oyggjasamfelag, tá ið orkukeldurnar í stóran mun eru óstøðugar. 

 

Í 2015 vann SEV náttúru- og umhvørvisvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum fyri grønu kósina, vindmyllulundina í Húsahaga við nýmentu battarískipanini og nýggju stýrisskipanini. Sama ár vann SEV umhvørivsvirðislønina hjá Tórshavnar Kommunu.

 

 

 

Hvat kosta íløgurnar, sum er neyðugar fyri at náa málinum?

Kósin er sett móti málinum um 100% burðardygga elorku á landi í 2030.

 

Men hvussu náa vit málinum? Hvørjar útbyggingar skulu gerast, hvussu stórar skulu tær vera, nær skulu tær gerast, og hvar skulu tær gerast?

 

 

 

Varðagøtan fram móti 2030 vísir, hvussu vit á skilabestan hátt náa hesum máli. Varðagøtan verður dagførd regluliga, og fyrilit verður havt fyri nýggjum tøkniligum loysnum, kostnaðarmetingum v.m.

 

Metti kostnaðurin av útbyggingunum á grønu kósini, sum hon sær út nú, er uml. 2,5 - 3,0 mia. kr. 

 

 

 

Verkætlanir við grønari orku

 

Í strembanini eftir at náa málinum um 100 % burðardygga elframleiðslu á landi í 2030 hevur SEV sett sjøtil á fleiri áhugaverdar verkætlanir, sum eru liður í hesum arbeiði.

 

Á vindorkuøkinum verður arbeitt við vindmyllulundum í ávikavist Porkerishaganum og á Eiði, og harumframt eru tvær áhugaverdar royndarverkætlanir í gongd við ávikavist sjóvarfalsorku í Vestmannasundi og sólorku í Sumba.