Maskinmeistari og varaverkmeistari til Sundsverkið

Tvey størv á Sundi leys at søkja
 

Vit sóknast eftir ávikavist varaverkmeistara og maskinmeistara til Sundsverkið.

 

Maskinmeistarastarvið

Vit sóknast eftir maskinmeistara til Sundsverkið. Sundsverkið er undir um- og útbygging, og tørvur er tí á enn fleiri dugnaligum og royndum maskimeistarum við víðkaðum maskinmeistaraprógvi at reka og røkja størsta framleiðsluverkið hjá SEV.

 

Komandi heyst gerst umfatandi víðkan av Sundsverkinum veruleiki. Hetta merkir, at 4 nýggir motorar -  MAN 51/60 9,2 MW 2019, roykreinsan og alskyns nútímans útgerð verða tikin í nýtslu.

 

Tilsamans 26 fólk starvast á Sundsverkinum, sum er oljurikið elverk við samlaðum framleiðslumátti á 47 MW. Verandi seks dieselmotorar og hjálparskipanir eru:

 

  • 2 x B&W Diesel 12L55GSCA 12,4 MW 1984/1989
  • 2 x MAK 9M43 8 MW 2001/2004
  • 2 x MTU 20V4000G63L 2,4 MW

 

 

Brennievnið er tungolja RMG 380, og verkið hevur nútímans stýri- og eftirlitsskipanin av slagnum ABB 800 xA. Avlopshiti frá kølivatni og dampskipan verður latin Fjarhitafelagnum í Tórshavn.

 

Í 2018 varð nýtt dagtangahús tikið í nýtslu, har goymsla og viðgerð av olju, smyrjiolju, evju og spillvatni fer fram.

 

 

Fakligir førleikar

Vit vænta, at tú hevur

  • fulla maskinmeistaraútbúgving, t.e. víðkað maskinmeistaraprógv við trimum árum á maskinmeistaraskúla
  • drúgvar, viðkomandi starvsroyndir
  • Koyrikort til persónbil

 

Persónligir eginleikar

Vit ynskja okkum ein starvsfelaga, sum

  • dugir væl at samskifta og samstarva – bæði innanhýsis og uttanhýsis
  • ert fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum
  • trívist við at arbeiða í vaktum

 

Uppgávur

Arbeiðið er í flestu førum skipað í vaktum at hava um hendi dagligu elframleiðsluna. Harumframt verða viðlíkahald og umvælingar gjørdar við egnari arbeiðsmegi á verkinum. Stutt kann sigast um vaktarskipanina, at teir, sum eru partur av hesari, hava frí annaðhvørt 2 av 8  ella 2 av 9 níggju vikum (frívikurnar eru ikki samanhangandi). Maskinmeistarar arbeiða í miðal 1 vikuskifti um mánaðin.

 

 

Løn                                                                                                                                

Lønin er sambært sáttmála millum SEV og Maskinmeistarafelagið, lønarflokkur 12. Lønin verður ásett eftir starvsaldri frammanundan, sum verður roknaður frá próvtøkudegnum, men er treytaður av fakliga viðkomandi arbeiði síðani tá. Umframt nevndu løn kann roknast við vaktargjøldum og møguliga av og á eisini úrtíðarløn.

 

Varaverkmeistari til Sundsverkið

 

SEV sóknast eftir varaverkmeistara til Sundsverikð. Tilsamans 30 fólk starvast á Sundsverkinum, sum er størsta framleiðsluverkið hjá SEV. Sundsverkið er oljurikið elverk, og mátturin er í verandi løtu tilsamans 47 MW. Talan er um seks dieselmotorar og hjálparskipanir. Í heyst gerst umfatandi víðkan av Sundsverkinum veruleiki. Hetta merkir, at 4 nýggir motorar á 9 MW, roykreinsan umframt alskyns nútímans útgerð verða tikin í nýtslu.

 

Brennievnið er tungolja RMG 380. Nútímans stýri- og eftirlitsskipanin av slagnum ABB 800 x A. Avlopshiti frá kølivatni og dampskipan verður latin Fjarhitafelagnum í Tórshavn. Í 2018 varð nýtt dagtangahús tikið í nýtslu, har goymsla og viðgerð av olju, smyrjiolju, slam (evju) og spillvatni fer fram.

 

Fakligir førleikar

Vit vænta, at tú hevur

  • víðkað maskinmeistaraprógv og viðkomandi starvsroyndir
  • drúgvar royndir við viðlíkahaldsskipanum, herundir ApiPro
  • royndir við Share Point
  • góðar samskiftisførleikar
  • góðar telduførleikar
  • lætt við at seta teg inn í nýggjar skipanir
  • royndir innan elveiting og háspenning upp til 72 kV

 

Persónligir eginleikar

Vit ynskja okkum ein starvsfelaga, sum

  • er hugaður í at geva sítt íkast, so at starvsfólkini trívast og mennast
  • hevur yvirlit og dugir at samskipa arbeiðsdagin, so Sundsverkið allan sólarringin er væl mannað og allar uppgávurnar verða væl loystar.
  • dugir og tímir væl bæði at lurta og tosa við starvsfólkini.
  • er smidligur í mun til arbeiðstíðir.

 

 

Uppgávur

Arbeiðsdagurin og arbeiðsuppgávurnar hjá varaverkmeistaranum eru fjølbroyttar. Umframt at leiða dagliga arbeiðið á verkinum, er uppgávan eisini saman við verkmeistaranum at vera partur av ymiskum arbeiðsbólkum og verkætlanum á Sundi, har stórt virksemið er.

 

Viðlíkahald og umvælingar verða gjørdar við egnari arbeiðsmegi á verkinum. Varaverkmeistarin skipar og leiðir hetta arbeiðið. Harumframt áliggur tað varaverkmeistaranum at tryggja viðlíkahaldsskipanina á Sundi. Skipaninin sum verður nýtt er ApiPro.

 

 

Løn                                                                                                                                

Varaverkmeistarin verður sambært sáttmála millum SEV og Maskinmeistarafelagið løntur í lønarflokki

35.1 í sáttmálanum hjá Tænastumannafelagnum. Lønin er:  43.745,65 kr umframt 15% eftirløn. Talan er um tænastumannalíknandi starv, tó uttan at tann, sum settur verður, verður tænastumaður.

 

 

SEV

SEV bjóðar tær:

  • Gott arbeiðsumhvørvi
  • Møguleikan at gagnnýta alla útbúgving tína
  • Væl skipaði viðurskifti
  • Smidligar arbeiðsumstøður
  • Fjøltáttaðan arbeiðsdag

 

Málið er, at øll orka á landi er 100% grøn í 2030. Í nøkur ár áfturat er tó tørvur á alstórari elframleiðslu á Sundsverkinum, men um fá ár fer framleiðslan á Sundsverkinum at minka munandi. Vit eru ivaleys um, at rúm kortini verður fyri dugnaligu maskinmeistarum okkara eisini eftir hetta.

Verandi og komandi arbeiðsuppgávur hjá SEV verða eisini framyvir nógvar og meiningsfullar. Talan er um eitt stórt arbeiðspláss, har fólk javnan velja at nema sær nýggja vitan og førleikar frá einari uppgávu ella deild til aðra.

 

 

Umsóknin

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Jørgin Mørkøre, verkmeistara á telf.nr. 286912, ella Hera Mortensen, deildarstjóra fyri framleiðsluni, á tel. 218419. Umsóknarfreistin er mánadagin 14. okober  2019. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum skulu sendast til: starv@sev.fo

 

SEV hevur veitingartrygd, og tryggjar tí føroyska samfelagnum støðugan streym allan sólarringin. 172 ársverk eru í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum varð stovnað 1. oktober 1946.