Sólorka í Sumba

Møguligt ískoyti til føroysku umleggingina til reina orku

 

 

 

Fótbóltsvøllurin á Krossinum í Sumba er karmur um eina royndarverkætlan hjá SEV við sólorku í Føroyum. Í strembanini eftir at náa málinum um 100% burðardygga elorku á landi í 2030 er neyðugt at finna røttu samansetingin av orkukeldum. Framleiðslan av vindorku og vatnorku í Føroyum minkar munandi í summarmánaðunum, og tá er neyðugt at hava aðrar orkukeldur eisini. Í summarhálvuni hava vit í Føroyum nógvar tímar við dagsljósi og/ella sól. Tí verður mett, at møguleiki er fyri at kunna vinna elorku úr sól og dagsljósi, tá lítið er av vindi og regni.

 

Metingarnar siga, at sólorkuskipanin í Sumba hevur møguleika at framleiða 160 MWt av streymi árliga. Hettar svarar til tørvin hjá uml. 32 húskjum. Verður sólorka partur av orkusamansetingini í Suðuroy saman við vatnorkuni og oljuni á Vágsverkinum, kann hon spara Vágsverkinum uml. 35 tons av olju. 

 

Higartil hava einstakar royndir verið gjørdar við sólorku, men hesar royndir hava verið smáar verkætlanir. SEV hevur tí sett sær fyri at kanna hesi viðurskifti nærri.

 

Avtala er gjørd við Sumbiar kommunu um at nýta fótbóltsvøllin í Sumba til royndarverkætlanina. Ein avgjørd fyritreyt fyri eini tílíkari royndarverkætlan er at hava góðar samstarvsfelagar, og her hevur samstarvið við Sumbiar kommunu verið sera gott.

 

 

 

Fundamentið til sólpanelini varð stoypt í oktober, og elementini sett upp stutt eftir. Ein transformarastøð er sett upp, og fólk hjá SEV eru í ferð við at grava síðsta partin av háspenningskaðalinum til støðina.

 

 

 

Hóast ikki nógvir sóltímar eru á vetrartíð, kunnu virðismiklar royndir gerast í vetur. Royndarverkætlanin skal eisini vísa, hvussu sólpanel hátta sær í føroyska veðurlagnum, hvussu væl tey tola veður og vind. Partur av verkætlanini er somuleiðis ein mátistøð, sum mátar vind, vætur, ætt, hita og sólstráling.

 

 

 

Girðing verður sett upp rundan um vøllin.