Orðalisti

 

Hvat er gott SEV-veður? Hvat er veitingarskylda og veitingartrygd?

Orðalistin greiðir frá hesum og øðrum hugtøkum.

 

 

Battarískipan

Vindorka er óstøðug orka, hon er bókstaviliga sum vindurin blæsur. Hetta merkir, at tað er neyðugt at javna orkuna, áðrenn hon fer út á elnetið.

 

Saman við útlendskum veitarum hevur SEV ment eina battarískipan, sum ger tað møguligt at javna vindorkuna, áðrenn hon fer út á netið. Í stuttum virkar hon soleiðis, at tá nógvur vindur er, løðir battaríið og goymir orkuna, og tá vindurin minkar, letur battaríið goymdan streym inn á netið.

 

 

Battarískipanin er fyrsta av sínum slag í heiminum, og SEV hevur saman við samstarvspørtum sínum vunnið altjóða virðislønir fyri hesa skipanina.

 

 

Ogn Føroya fólks

Kommunurnar eiga SEV. Hetta merkir, at allir føroyingar eiga SEV.

 

Les meira um søguna hjá SEV. 

 

 

Reguleringskraft

Tað mugu verða maskinur í gongd á elverkunum sum veita reguleringskraft, tvs kunna regulera (útjavna) broytingar í forbrúki og óstøðugari framleiðslu (vindi).

 

  • Dieselmotorar hava nógv teir bestu reguleringseginleikarnar og tillaga seg broyttar fortreytir í forbrúki (broytta last) innan fyri túsundapartar av einum sekundi (millisekund).
  • Vatnturbinur hava góðar reguleringseginleikar og tillaga seg broyttar fortreytir í forbrúki (broytta last) innan fyri fá sekund.

 

 

 

Samhaldsfesti

Hvat merkir tað, at SEV hevur eina samhaldsfasta prísskipan?

 

Í stuttum merkir hetta, at prísurin, sum tú rindar fyri at fáa streym frá SEV, er tann sami fyri øll, uttan mun til, hvar í Føroyum tú býrt, og harvið uttan mun til kostnaðin av at veita tær streymin.

 

T.d. er væl dýrari fyri SEV at veita føroyingum á útoyggj streym, enn tað er at veita teimum streym, sum búgva í miðstaðarøkinum. Um vit skuldu ásett prísin eftir kostnaðinum av at veita streymin, hevði tað verið munandi dýrari at kóka ketilin í Fugloy enn í Hoyvík.

 

Samhaldsfasta prísskipanin tryggjar, at familjur í Skúvoy og Mykinesi rinda tað sama fyri at hava streym í kontaktini, sum hoyvíkingar og vágafólk, hóast kostnaðurin fyri at veita streymin ikki er tann sami.

 

 

SEV veður

Hvat er gott SEV veður? SEV framleiðir streym úr vatni og vindi, so ein skuldi trúð, at vit bara vilja hava nóg mikið av avfalli og ódnir annanhvønn dag. Men so er ikki. Vindmyllurnar framleiða ikki streym, um vindurin er ov lítil ella ov nógvur.

 

Regn

Fyri vatnverkini er sjálvsagt gott við avfalli (regni), men fyri at fáa sum mest burturúr, hava hiti og kuldi stóra ávirkan. Hóast tað regnar millum húsini í bygd ella býi, er ikki vist, at tað regnar í fjøllunum, har avfallið verður savnað (omanfyri 150m hædd).

 

Fer hitin niður um 5 hitastig í bygdum øki, er væl kaldari í fjøllunum, og vit fáa tað, sum kallast frostbinding, og tá hava vatnverkini onga gleði av avfallinum. Liggur hitin hinvegin oman fyri 5 hitastig, fáa vatnverkini fulla nyttu av regninum.

 

 

Vindur

Vindmyllunum tørvar sjálvsagt vind fyri at mala. Tá vindstilli er, fæst eingin vindorka til høldar.

 

Hin vegin er heldur ikki gott, um ov nógvur vindur er. Myllurnar framleiða streym, tá vindmegin liggur millum 4 – 25 m/sek. Fer vindmegin upp um 24 m/sek, steðgar vindmyllan fyri ikki at fáa skaða. Fer vindmegin niður um 4 m/sek, steðgar vindmyllan eisini. Vindmyllur arbeiða best, tá vindmegin liggur javnt uml. 14 m/sek.

Tá er gott SEV veður.

 

 

Sól

Enn gera vit í Føroyum ikki so nógv við at fáa sólorku til høldar. Ætlanin er, at sólorka í framtíðini skal kunna framleiða streym tær tíðirnar á árinum, tá lítið er av vindi til vindorku, og lítið av avfalli er til vatnorku. Summarhálvárið í Føroyum er ljóst nærum alt samdøgrið og væl minni av vindi og regni, enn í vetrarhálvuni, og tá tørvar okkum aðra loysn.

 

Nakrar royndarverkætlanir við sólorku eru settar í verk, sum skulu geva meira vitan um, hvussu sólorka best og bíligast kann gagnnýtast í Føroyum við teimum veðurlíkindum, sum vit hava.

 

 

Sjóvarfalsorka

Sjóvarfalsorka er elorka vunnin úr sjóvarfallinum.

 

Í mun til aðrar burðardyggar orkukeldur, er sjóvarfalsorkan støðug, og tí ein sera spennandi orkukelda at kanna nærri.

 

Higartil hava tøkniligu loysnirnar til at vinna elorku úr sjóvarfallinum verið sera kostnaðarmiklar, men á heysti 2018 gjørdi SEV samstarvsavtalu við svensku fyritøkuna Minesto, sum arbeiðir við slóðbrótandi og kostnaðarminni tøkni. Samstarvsavtalan umfatar eina royndarverkætlan við sjóvarfalsorku í Vestmannasundi. Les meira um Minesto.

 

 

Vatnorka

Vatnorka er tann fremsta burðardygga orkukeldan. Vatnorka hevur nærum einki útlát og gevur eina støðuga sterka elframleiðslu.

 

Tí kann vatnorka eisini virka sum útjavnandi orka, tí til ber at broyta framleiðsluna skjótt hvønn vegin. Riggar sera væl saman við vindorku at útjavna sveiggið í vindinum.

 

 

Veitingarskylda

SEV hevur veitingarskyldu. Hetta merkir, at SEV hevur skyldu til at veita øllum føroyingum streym. SEV kann eitt nú ikki nokta at veita útoyggjunum streym, orsakað av, at tað er lutfalsliga dýrari enn at veita meginøkinum streym.

 

SEV skal byggja og røkja elnetið og verkini soleiðis, at tað er møguligt hjá privatum húsarhaldum, vinnukundum og stovnum um allar Føroyar at fáa streym, tá teimum tørvar.

 

Tá vinnuvirki fara undir stórar útbyggingar, er ofta neyðugt hjá SEV eisini at byggja netið og verkini út, fyri at kunna nøkta tann økta tørvin á streymi, sum virkini fáa. Arbeiðið hjá SEV má gerast samstundis sum arbeitt verður við vinnuvirkinum, soleiðis at streymurin er tøkur, tá virkið letur upp.

 

 

Veitingartrygd

SEV skal liva upp til krøv um veitingartrygd. Hetta merkir, at SEV ikki bara skal byggja elnetið og verkini út, so at tað er møguligt hjá húsarhaldum, stovnum og vinnulívi at binda í, men harafturat at tá tú til eina og hvørja tíð trýstir á kontaktina, so er streymur á – allan sólarringin.

 

Við øðrum orðum er veitingartrygdin trygd fyri, at mjólkin er køld og kaffið heitt, 24 tímar um samdøgrið, 7 dagar um vikuna, 52 vikur um árið.

 

 

Vindorka

Vindorka er, sum liggur í orðinum, elorka vunnin úr vindi - við vindmyllum. Bløðini á vindmylluni fanga vindin og byrja at mala runt. Inni í mylluni situr ein generator og framleiðir streym inn á elnetið hjá SEV, sum syrgir fyri, at hann kemur víðari inn í kontaktina hjá tær, tá tú hevur brúk fyri honum.

 

Vindorka er burðardygg orka og hevur einki útlát.

 

Men vindorka er eisini óstøðug elorka. Hetta gevur tvinni avbjóðingar:

 

 

  1. Vit hava bert vindorku, um nóg mikið av vindi er. Tá vindstilli er, er neyðugt við øðrum orkukeldum til at framleiða streym, eitt nú sól-, vatn-, sjóvarfalsorku ella olju.
  2. Enn ber illa til at goyma vindorku, so tá nógvur vindur er, og ‘ovurframleiðsla’ er av vindorku í mun til elnetið, fer nógvur vindur til spillis.

 

Í mun til avbjóðing 1 við øðrum orkukeldum at taka til, tá vindorkan svíkur, hevur SEV í dag vatnorkuna, sum er kjarnuframleiðslan hjá SEV. Enn brúka vit eisini í ávísan mun olju til at framleiða streym, um nóg mikið ikki er av vindi og vatni, men oljan er ikki hvørki umhvørvisvinarlig ella bílig, so tørvur er á øðrum loysnum. Tí arbeiðir SEV við at kanna sólorku og sjóvarfalsorku.

 

 

Í mun til avbjóðing 2 hevur SEV saman við fronskum veitara ment og framleitt slóðbrótandi battarískipan, sum kann javna vindorkuna, sum verður framleidd, soleiðis at mest møgulig vindorka verður gagnnýtt. Fyri hetta arbeiðið hevur SEV vunnið fleiri altjóða virðislønir.

 

 

Tað er ikki ráðiligt at meira enn 60% av framleiðsluni kemur frá vindi. Annars verða bæði spenningur (Volt) og frekvensur (Hz) óreglulig og brúkslutir kunna oyðileggjast.