Góð ráð til skilabetri elvanar

 

Nýt streym við skili

 

‘Standby’ er burturspilt elorka

Tá tú sløkkir sjónvarpið, er best at sløkkja ordligt. Á leið 10% av elnýtsluni í húsarhaldinum er til onga nyttu.

 

Flest øll tól til undirhald hava rímuliga stóra ‘standby’ aninýtslu, serliga tí at hesi tól ofta standa og ana í nógvar tímar dagliga.

 

Teldur, telefonløðarar, printarar, skannarar, hátalarar, sjónvørp, talgildur sjónvarpsmóttakari, DVD-spælarar, Play Station osfr. hava eina ávísa streymnýtslu, um tey ikki verða sløkt, tá liðugt er at brúka tey.

 

Best er at sløkkja á sjálvum tólinum ella á vegginum - ikki bert við fjarstýringini.

 

 

Spar streym á fartelefonini og teldlum

Tað ber til at spara streym á fartelefonini, uttan at vera Facebook og aðrar appir fyriuttan.

 

  • Minka t.d. um ljósstyrkina á telefonini og teldlinum, soleiðis at battaríið heldur longri.
  • Set í 'flogstøðu', meðan tú løðir, so tólið løðir skjótari og sparir elorku.
  • Minst til at taka løðaran úr kontaktini, tá hann ikki er í brúki.

 

 

Brúka hvítvørurnar rætt

Umleið helvtin av elorkuni í einum húsarhaldi fer til hvítvørurnar.

 

Hesi tól brúka nógva orku: komfýrur, køliskáp, frystiboks, uppvaskimaskina, vaskimaskina og turkimaskina, og tí er týdningarmikið, at hesi tól verða brúkt optimalt.

 

  • Fyll altíð maskinurnar og vaska við rætta hitanum, t.e. 30 og 60 stig.
  • Royn so vítt gjørligt at turka klæðini á snórinum.
  • Um turkimaskinan verður nýtt, er best at sentrifugera klæðini einaferð eyka fyrst. 
  • Eru hvítvørurnar eldri enn 10 ár er tíð at skifta, og eru tær eldri enn 5 ár, er tíð at kanna góðskuna og elnýtsluna.

 

 

Stilla køliskáp og frystiboks rætt inn og spar streym

Hitin í køliskápi eigur at vera umleið 5 hitastig, meðan kuldin í frystiboksini eigur at vera umleiði 18 kuldastig. Fyri hvørt stigið tað er kaldari, veksur elnýtslan uml. 2 - 5 prosent.

 

 

Tiðna mat í køliskápinum

Brúkar tú køliskápið til at tiðna upp í, sparir tú streym samstundis. Kuldin frá einum kilo av frystum kjøti svarar til elnýtsluna, ið eitt vanligt køliskáp nýtir í ein tíma.

 

 

Sløkk ovnin og grýtuna, áðrenn maturin er liðugur

Eitt gott ráð er at brúka sokallaða fyri- og eftirhitan, uttan at tað nervar góðskuna á matinum. 

 

  • Set matin inn, tá tú tendrar ovnin.
  • Sløkk ovnin 10 minuttir, áðrenn tú tekur steikina úr ovninum. 
  • Grýtuni nýttist ikki at standa á tendraðari plátu alla tíðina, sløkk 5 minuttir, áðrenn maturin er liðugur.
  • Ein grýta við ongum loki brúkar upp til tríggjar ferðir so nógva orku sum ein við loki.
  • Kóka við minst møguligum vatni.

 

 

Brúka røttu køkstólini

Tað er væl bíligari og effektivari at kóka vatn í elketlinum enn í grýtu ella ketli á komfýrinum. Breyð skal ristast við breyðristara heldur enn í ovninum. 

  

 

Skift til LED-perur

Hevur tú enn gløðiperur í lampunum, er tíðin komin til at skifta. LED og A-perur halda væl longri og brúka minni streym. 

 

 

Brúka ljósdempara

Ljóstørvurin í einum rúmi kann vera skiftandi. Tá er ein ljósdempari góður. Niðurskrúvað ljós brúkar minni og peran heldur eisini longri.

 

 

Sløkk og stýr

  • Sløkk altíð ljósið, tá brúk ikki er fyri tí.
  • Fá tær útgerð til at stýra ljósinum, tað sparir orku og kann verja fyri innbroti.
  • Fá tær rørsluvakt eitt nú til uttandura ljós, sum tendrar ljósið tá okkurt rørist í einum ávísum øki - tá tað er myrkt.

 

 

 

Hitapottur

Keypir tú hitapott at hava standandi alt árið, skalt tú rokna við útreiðslum á uml. 500 - 700 kr. um mánaðin. Góð ráð til at minka um orkunýtsluna við hitapottum eru:

 

  • Hav altíð lokið á, tá hitapotturin ikki er í brúki
  • Skal hitapotturin ikki brúkast komandi tveir dagarnar ella longri, er best at skrúva hitan niður á t.d. 30 hitastig.
  • Skal hitapotturin standa óbrúktur longri enn uml. eina viku, er best at skrúva hitan niður á 20 hitastig.
  • Um veturin missir potturin eitt hitastig triðja hvønn tíma, skrúva tí niður.
  • Tað loysir seg tó ikki at sløkkja pottin ímillum brúk, um tú brúkar hann fleiri ferðir um mánaðin, tí nógv orka skal til at hita pottin upp aftur.