Spurningar og svar um ymiskar elprísir

Hvat eru ymiskir elprísir?

SEV hevur fingið loyvi til at lata kundum sínum, sum hava hitapumpu og/ella elbil, ein lægri prís fyri løðing av elbilinum og fyri streym, sum verður brúktur til hitapumpuna.

 

Hvat er endamálið við ymiskum elprísum?

Endamálið við at lata lægri elprísir fyri heimaløðing, uttan mun til um tað er snildløðing ella skundløðing, er at stuðla undir skiftið frá oljuriknum hitaskipanum og akførum til elriknar hitaskipanir, t.e. hitapumpur, og elbilar. Eisini er hetta ein møguleiki hjá SEV at stýra løðingini av elbilum, soleiðis at teir verða løddir, tá minni trýst er á elskipanini annars. Á tann hátt ber til at býta orkutørvin javnt út á samdøgrið.

 

Hvør kann fáa bíligari elprísir?

Øll, sum hava elbil og/ella hitapumu kunnu søkja um at fáa lægri elprís. Tó skulu hitapumpurnar verða góðkendar sambært Bygningskunngerðini 2017, og heimaløðistøðirnar skulu vera góðkendar av SEV. Neyðugt er eisini við serstøkum elmálara og eltalvu. Elinnleggjari søkir vegna kundan.

 

Hvat er snildløðing?

Tú setir bilin til heimaløðistøðina, og letur SEV stýra løðingini. T.d. kanst tú seta bilin til løðistøðina, tá tú kemur heim úr arbeiði og samstundis siga løðistøðini, nær tú væntar at brúka bilin aftur, eitt nú kl. 7 morgunin eftir. Tá stýrir SEV løðingini, soleiðis at hon fer fram, tá minst trýst er á elskipanini, men tó so at battaríið er fult løtt, tá tú skalt brúka bilin.

 

Hvat er skundløðing?

Tú setir bilin til løðistøðina og í staðin fyri at lata løðingini yvir til SEV, velur tú skundløðing, soleiðis at løðingin byrjar beinanvegin, og at battaríið verður løtt so skjótt sum gjørligt. Fyri hetta rindar tú 25 kr. eyka hvørja ferð.

 

Hvørjar heimaløðistøðir eru góðkendar av SEV?

Góðkendu løðistøðirnar eru Etrel Inch Pro. Til ber at læna hesar heimaløðistøðir frá SEV uttan kostnað.

 

 

Hvussu søki eg um at fáa ymiskar elprísir?

Set teg í samband við góðkendan elinnleggjara, sum søkir fyri teg. Sí yvirlit yvir løggildar elinnleggjarar.

 

Hvat skal til fyri at fáa ymiskar elprísir?

Fyrst og fremst er neyðugt við serstøkum elmálara og eltalvu, sum bert verða nýtt til hitapumpuna og/ella elbilin. Hetta fyri neyvt at kunna skilja ímillum hvør streymur fer til vanliga nýtslu og hvat fer til hitapumpu og/ella elbilin.

 

Tað ber ikki til at fáa bíligari prís fyri streym til hitapumpuma, um hon er knýtt í sama málara sum vanligu húsarhaldstólini.

 

Set teg í samband við løggildan elinnleggjara fyri at fáa serstaka eltalvu og elmálara.

 

Er tað neyðugt við eyka málara?

Ja, tað er neyðugt við eyka málara fyri at fáa ymiskar elprísir.

 

Hvar fái eg ein eyka málara?

Set teg í samband við løggildan elinnleggjara fyri at útvega serstaka eltalvu og elmálara til hitapumpu og/ella elbil. Sí yvirlit yvir løggildar elinnleggjarar

 

Er neyðugt við serstakari íbinding (stikkleiðing)?

Nei, tað er ikki neyðugt við serstakari íbinding. Málari 1 og málari 2 hava somu íbinding.

 

Eg havi hitapumpu og vil rinda minni, hvat skal eg gera?

Neyðugt er fyrst og fremst at útvega sær ein góðkendan eyka málara til tey tól, sum geva møguleika at fáa lægri elprís. Set teg í samband við løggildan elinnleggjara. 

 

Eg havi elbil og vil fegin rinda minni fyri streym til bilin, hvat skal eg gera?

Neyðugt er fyrst og fremst at útvega sær ein góðkendan eyka málara til tey tól, sum geva tær møguleika at fáa lægri elprís, umframt eina góðkenda heimaløðistøð frá SEV. Set teg í samband við løggildan elinnleggjara. 

 

Hvussu nógv fyllir ein eyka málari?

Málari 2 fyllir tað sama sum málari 1.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Hví er neyðugt við eyka málara?

Tað er neyðugt við eyka málara fyri at fáa ymiskar elprísir, tí um alt gongur um sama málara, ber ikki til at skilja ímillum hvat streymurin verður brúktur til.

 

 

Mín hitapumpa er bundin í vanliga málaran, og elinnleggjari hevur sett upp ein teljara. Er neyðugt hjá mær at fáa ein eyka málara eisini?

Ja, tað er neyðugt við serstøkum elmálara til hitapumpuna, um SEV skal kunna avrokna nýtsluna, sum fer til hitapumpuna, fyri seg.

 

Kunnu allar hitapumpur fáa serligan elprís?

Treytin fyri at fáa bíligari prís fyri streym til hitapumpu er, at hesar hitapumpur eru góðkendar sambært Bygningskunngerðini 2017 (BK17).

 

Elinnleggjarin skal skjalprógva, at hitapumpan uppfyllir krøvini í BK17. Í løtuni er hendan ásetingin í BK17:

 

8.6.4 Hitapumpur og køliútbúnaður, stk. 2:

Hitapumpur skulu lúka krøvini í "EU-forordning nr. 813/2013/EU" og "EU-forordning 206/2012/EU".

 

Eingin áseting er um, at skiftið frá olju til el skal vera totalt. Sostatt kann ein luft til luft hitapumpa, sum er góðkend sambært BK17, eisini koma undir hesa skipan.