Elprísir fyri hitapumpur og elbilar

SEV hevur fingið loyvi til at lata kundum sínum serligan elprís fyri streym til hitapumpur og heimaløðing av elbilum. 

 

Endamálið er at stuðla undir undir skiftið frá oljuriknum hitaskipanum og akførum til meira umhvørvisvinarligar hitaskipanir, t.e. hitapumpur, og elbilar.

 

Eisini er hetta ein møguleiki hjá SEV at stýra løðingini av elbilum, soleiðis at teir verða løddir, tá minni trýst er á elskipanini annars. Á tann hátt verður orkutørvurin í samfelagnum býttur meira javnt út á samdøgrið.

 

Heimaløðistøðin gevur møguleika at velja snildløðing ella skundløðing. Snildløðingin er standard, og løðir bilin samsvarandi tørvinum hjá kundanum, men tó ber til hjá kundum at velja skundløðing og løða bilin beinanvegin.

 

 

Treytir

Treytir fyri at fáa lægri elprís til hitapumpu og/ella heimaløðing av elbili eru:

 

  • Tú skalt hava serstakan elmálara og eltalvu, sum verða plomberað og bert nýtt til hitapumpuna og/ella elbilin. Hetta er neyðugt fyri at SEV skal kunna skilja ímillum, hvør streymur fer til vanliga nýtslu og hvat fer til hitapumpu og/ella elbilin.
  • Hitapumpan skal vera góðkend sambært Bygningskunngerðini 2017.
  • Heimaløðistøðin skal vera góðkend av SEV.

 

Prísur

Serligi elprísurin til hitapumpur og heimaløðistøðir til elbilar er 1,39 kr. pr. kWt íroknað mvg. Fast ársgjald fyri málaran er 90,00 íroknað mvg.

 

Harumframt er eykagjald á 25 kr., tá kundin velur skundløðing, heldur enn vanliga løðing, t.e. snildløðing.

 

Kundar, sum hava góðkenda hitapumpu og/ella góðkenda heimaløðistøð, kunnu venda sær til løggildan elinnleggjara fyri at fáa serstakan elmálara og eltalvu. Elinnleggjarin setir seg síðani í samband við SEV viðv. lægra elprísinum.

 

 

Sí annars spurningar og svar um ymiskar elprísir.

Sí yvirlit yvir løggildar elinnleggjarar