Góð ráð um løðing - spurningar og svar

Hvar finni eg almennu løðistøðirnar?

Dagført yvirlit yvir almennu løðistøðirnar er á  heimasíðuni elbil.fo

 

Hvussu fái eg atgongd til almennu løðistøðirnar?

Fyri at nýta almennu løðistøðirnar krevst annaðhvørt eitt RFID spjaldur, sum fæst frá SEV, ella at tú ert skrásett/ur sum brúkari á elbil.fo.

 

 

Vegleiðing - løðing á almennum løðistøðum

 

Vanlig løðistøð

  • Bilurin skal vera sløktur, meðan hann løðir
  • Halt spjaldrið móti ‘log-in’ økinum á støðini
  • Ella brúka fartelefonina og vel løðistøðina á yvirlitinum á elbil.fo
  • Vel stikkið, sum hóskar til tín bil 
  • Set kaðalin í bilin og síðani í løðistøðina, og byrja løðing
  • Fyri at enda løðingina, heldur tú aftur spjaldrið móti støðini ella tú trýstir á 'steðga løðing' á fartelefonini.
  • Frákopla kaðalin.
  • So er klárt at fara

 

 

 

Skjótløðistøð

  • Bilurin skal vera sløktur, meðan hann løðir
  • Brúka spjaldrið til eyðmerking av brúkaranum ella vel løðistøðina á fartelefonini á elbil.fo 
  • Vel tað stikkið, sum hóskar til títt bilmerki
  • Trýst ‘start’ á støðini og byrja løðing
  • Enda løðingina við at trýsta ‘stop’, ella við at endurtaka eyðmerkingina við spjaldrinum
  • Ella vel 'steðga løðing' á fartelefonini
  • Tak kaðalin úr bilinum.
  • So er klárt at fara.

 

 

Avgreið løðing umvegis elbil.fo á fartelefonini

  • Vel løðistøð á yvirlitinum yvir løðistøðir
  • Vel stikk og byrja løðing

 

 

Hvussu rindi eg fyri løðing?

Løðingar á almennum løðistøðum verða avroknaðar mánaðarliga. Síðst í hvørjum mánaða fært tú rokning sendandi frá SEV fyri tær løðingar, sum eru framdar í undanfarna mánaða.

 

Hvussu løði eg elbilin á bíligasta hátt?

Heimaløðistøð

Tað bíligasta og besta er at brúka heimaløðistøðina, tí prísurin fyri at løða heima er væl lægri enn prísurin á almennu løðistøðunum.

 

Almennar løðistøðir

Prísurin á almennu løðistøðunum er tengdur at nær og hvussu tú løðir.

 

Prísurin er hægri um dagin enn um kvøldið eftir kl. 21.00. Men prísurin er eisini tengdur at, hvussu nógvan mátt, tú brúkar og hvussu leingi, bilurin er knýttur at løðistøðini.

 

Tað loysir seg t.d. ikki at løða elbilin við eina skjótløðistøð, um tú longu hevur yvir 70-80 prosent á battarínum. Hetta tí, at battaríið tá ikki tekur ímóti øllum máttinum, sum løðistøðin kann veita. Ella sagt á ein annan hátt: minni orka rennur í battaríið. Tá loysir tað seg betur at nýta eina vanliga løðistøð.

 

Skal eg rinda, hóast bilurin er fult løddur?

Ja, tú rindar fyri allar minuttirnar, sum bilurin er knýttur at løðistøðini. 

 

Henda avgerð er tikin fyri at tryggja, at tú ikki skalt bíða óneyðuga leingi eftir at sleppa framat eini løðistøð, ið onnur nýta sum parkeringspláss.

 

Hvussu fái eg eina heimaløðistøð?

Í eini royndartíð kanst tú læna eina heimaløðistøð frá SEV. Set teg í samband við SEV um lán av heimaløðistøð. Vend tær síðan til ein løggildan elinnleggjara um at fáa streymveiting frá talvuni til løðistøðina, og um uppseting av løðistøðini.

 

Hvussu løði eg elbilin á burðardyggasta hátt?

Í miðal er á leið helmingurin av elframleiðsluni í Føroyum burðardyggur, t.e. elorka framleidd úr vindi ella vatni.

 

Vilt tú fegin tryggja tær, at tú løðir á mest burðardyggan hátt, er best at lata bilin løða heima og at velja snildløðing. So verður bilurin løddur, tá lítið trýst er á elskipanini og grøni parturin av framleiðsluni er størri. 

 

Hvussu løði eg bilin mest effektivt?

Eitt bilbattarí er soleiðis háttað, at tað løðir skjótast frá 0 til uml. 70 - 80 prosent (ymiskt frá bili til bil). Eftir hetta, t.e. frá 70 – 100 prosent, løðir battaríið væl seinni, og tí loysir tað seg t.d. ikki at seta bilin til eina skjótløðistøð, um tú longu hevur oman fyri 70-80 prosent á battarínum. Tað loysir seg ikki, tí tú rindar fyri tann máttin, sum løðistøðin kann veita, men battaríið tekur bert ímóti einum parti av tí.

 

Hevur bilurin eitt nú 70 prosent á battarínum, og tú heldur teg hava tørv á meira, áðrenn tú kanst seta hann til heimaløðistøðina, er best at løða við eina vanliga løðistøð. Tá fært tú mest fyri peningin.

 

 

Hví er umráðandi, at fólk løða heima?

Fleiri orsøkir eru til hetta. Virksemið í samfelagnum er nógv vaksið seinastu árini. Við tí, veksur eisini eftirspurningurin eftir elorku, og sera nógv trýst er á elskipanini. Mest virksemið er um dagin og tí er sjálvsagt stórst trýst á elskipanini um dagin. Um fólk løða elbilar sínar uttan fyri vanliga arbeiðstíð og um náttina, ber til at býta elnýtsluna meira javnt út á samdøgrið, og harvið slepst undan óneyðuga nógvum útbyggingum av elnetinum fyri at nøkta vaksandi tørvin. 

 

Almennu løðistøðirnar eru heldur ikki ætlaðar at vera høvuðsløðistað hjá fólki. Tær eru settar upp fyri at nøkta bráðfeingistørvin hjá fólki at løða bilin, um tey ikki hava nóg mikið á battarínum til at koyra heim at løða.