Elbilar

Umhugsar tú elbil?

Framtíðin er elektrisk, eingin ivi um tað, og í Føroyum eru elbilar ein upplagdur møguleiki. Stuttu frástøðurnar og lýggja veðurlagið í Føroyum merkja, at Føroyar eru serstakliga væl egnaðar til elbilar.

 

Umhugsar tú at fáa tær elbil, er eitt gott hugskot at seta teg inn í og taka støðu til ymisk viðurskifti, áðrenn endaliga støðan verður tikin.

 

  • Hvussu er títt koyrimynstur?
  • Koyrir tú langar teinar hvønn dag, er best við einum størri battaríið enn um túrarnir eru styttri.
  • Hvat slag skal bilurin vera?
  • Hvussu nógv skal/kann hann kosta?
  • Hvussu nógv skal hann í mesta lagi kosta at reka?

 

 

Fyrimunir við elbili

  • Tað er burðardyggari at koyra í elbili
  • Bilurin er bíligur í rakstri
  • Elbilurin larmar minni

 

 

 

Almennar løðistøðir

Í Føroyum er eitt infrakervi við almennum løðistøðum um alt landið, og í eini royndartíð hevur verið ókeypis at løða bilin á hesum løðistøðum. Henda royndartíð endar væntandi seinni í 2019. 

 

Fyri at løða á hesum støðum er neyðugt við einum spjaldri, sum tú fært frá SEV. Spjaldrið verður útflýggjað á høvuðsskrivstovuni hjá SEV á Landavegi 92 í Havn. Yvirlit yvir løðistøðirnar sæst á heimasíðuni elbil.fo

Les meira um kostnað fyri løðing

 

 

 

 

 

Heimaløðistøð

Hevur tú elbil, eigur tú eisini at hava heimaløðistøð. Vit mæla ikki til at løða bilin heima uttan at hava heimaløðistøð. Hevur tú elbil, men ikki heimaløðistøð, ber til at læna eina heimaløðistøð frá SEV. Tú skrivar undir lánssáttmála við SEV, men hevur sjálv/ur ábyrgd av, at løðistøðin verður sett upp.

 

Løðistøðin skal setast upp av løggildum elinnleggjara og sýnast av umboði fyri SEV, áðrenn hon verður sett til.

 

Á heimasíðuni elbil.fo ber eisini til at fylgja við, hvussu ofta og nógv tú løðir á heimaløðistøðini.

 

 

Góð ráð um løðing av elbilum