Montørur til rakstrardeildina hjá SEV í Suðuroy

SEV sóknast eftir einum montøri til Rakstrardeildina í Suðuroy. Á Rakstrardeildini hjá SEV starvast í løtuni  26 fólk, sum hava drúgvar royndir innan háspenningsøkið. Fýra teirra starvast í Suðuroy.

Talan er um eitt tíðaravmarkað farloyvisstarv í eitt ár. Møguliga kann talan blíva um fast starv.

Uppmøtingarstaður er Vágur.

 

Umsøkjarar skulu hava útbúgving sum elektrikari ella aðra eltekniska útbúgving. Vit ímynda okkum, at tú hevur fjølbroyttar og viðkomandi arbeiðsroyndir.

Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva. Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til persónbil og ert væl fyri kropsliga.

 

Uppgávur

Talan er um sera fjølbroyttar arbeiðsuppgávur sum t.d. nýgerð og viðlíkahald av há- og lágspenningsnetinum.

 

SEV

SEV bjóðar tær:

  • Upplæring
  • Ávirkan á egið arbeiði
  • Viðkomandi skeið

 

 

Løn

Lønin er sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

 

Umsóknin

Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Otto West, økisleiðara í Suðuroy  á telefon 225513 ella Jón Nielsen, deildarstjóri fyri net á telefon 34 68 00. Umsóknarfreistin er hósdagin 07. mars 2019.

 

Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda til:

 

Elfelagið SEV

Postrúm 319

FO-110 Tórshavn

Stílað: Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari

T-postur: starv@sev.fo

 

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólkahópurin er 170 ársverk, sum virka  í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er  fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.