Elektrikaralærlingur

 

 

 

Eltøknideildin hjá SEV sóknast eftir einum virkisfúsum elektrikaralærlingi at byrja skjótast gjørligt. Á eltøknideildini starvast 9 dugnalig fólk við eltekniskari útbúgving og hollum royndum.

 

Í lærutíðini ert tú partur av einum væl skipaðum arbeiðsplássi, har tú fært starvsfelagar og lærumeistarar, sum stuðla og vegleiða, so tín lærutíð verður áhugaverd og upplivingarrík í tryggum kørmum.

 

Lærutíðin er 4 ár, og er skipað soleiðis, at fyrsta og annað árið ert tú 20 vikur í skúla, triðja árið ert tú í skúla í 10 vikur, og seinasta árið skalt tú eisini í skúla í nakrar vikur í sambandi við sveinastykkið.

 

Hevur tú frammanundan lokið eitt ella tvey skúlaskeið á elbreytini á SIT ella Yrkisnám, verður lærutíðin stytt samsvarandi.

 


Vit vænta, at tú ert arbeiðssom/samur og hevur í minsta lagi prógv úr 10. flokki. Tú dugir væl at samskifta og samstarva, og at tú ert fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum. Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til persónbil.

 

Uppgávur
Í lærutíðini verður tú í tínum serstaka leikluti við til at veita øllum føroyingum streym. Talan er um nógvar ymiskar og viðkomandi arbeiðsuppgávur. Ímillum aðrar kunnu nevnast:

  • Viðlíkahald av teknisku útgerðini á koplingarstøðunum
  • Viðlíkahald av teknisku útgerðini á elverkunum
  • Uppseting av tekniskari útgerð á koplingarstøðum og elverkum

 

Arbeiðsstaður
Tú hevur uppmøtingarstað í Tórshavn, men arbeiðir um alt landið.

 

Løn o.a.
Løn og starvsviðurskifti verða ásett sambært lærusáttmála.

 

Umsóknin
Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Brian Joensen, leiðara á el-tøknideildini, á telefon 34 68 00. Umsóknarfreistin er týsdagin 26. februar 2018. Send umsókn við prógvum og viðkomandi skjølum til:

 

Elfelagið SEV,
Postrúm 319,
FO-110 Tórshavn
Stílað: Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari

T-postur: starv@sev.fo

 

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 170 fólk starvast í føstum starvi hjá elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV fram á í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.