Tá tú byggir egnan bústað

 

Ætlar tú tær undir at byggja nýggjan bústað, er neyðugt at útvega tær fyribilsstreym, sum skal brúkast inntil húsini eru klár at flyta inn í, og vanligur streymur kann nýtast.

 

Soleiðis gert tú

 

  • Set teg í samband við løggildan elinnleggjara - Sí yvirlit yvir løggildar elinnleggjarar
  • Løggildi elinnleggjarin setir byggistreymsmálara upp og sendir SEV fráboðan við upplýsingum um navn, dagfesting og avlestur. Byggistreymurin skal bara brúkast í byggitíðini. GG! Prísurin fyri byggistreym er 20% hægri enn vanligi prísurin.
  • Elinnleggjarin sendir umsókn til SEV um íbinding í elnetið.
  • SEV viðger umsóknina og sendir tær rokning við tilboð um íbinding. Gjaldsfreistin er 60 dagar.
  • Tá bústaðurin er klárur at flyta inn í og elinnleggingin er liðug, boðar elinnleggjarin SEV frá.
  • Um íbindingargjaldið er goldið, kemur eftirlitsfólk frá SEV at sýna innleggingina. Lýkur elinnleggingin lógarásettu krøvini, verður endaliga elinnleggingin bundin í elnetið hjá SEV.  
  • Byggistreymsmálarin verður frátikin og løggildi elinnleggjarin boðar SEV frá við dagfesting og avlestri. Eftir hetta verður ein endalig uppgerð/avrokning gjørd fyri byggistreymin.

 

 

Góð ráð í sambandi við byggistreym

 

  • Minst til at lesa byggistreymsmálaran av javnan, t.d. einaferð um mánaðin. Hetta fyri at tryggja teg ímóti óvæntaðum útreiðslum.
  • Vert at minnast til, at hitapumpur kunnu økja munandi um elnýtsluna, serliga um so kalt er í veðrinum, at hitapatrónin slær til. Í summum førum er neyðugt at sløkkja hitapatrónina manuelt. Verður tað ikki gjørt, brúkar hitapumpan óneyðuga nógvan streym, og tað kann gerast sera kostnaðarmikið.
  • Neyðugt er eisini við byggistreymi, um størri umvælingar verða gjørdar á bústaðin. 

 

 

 

Vert at umhugsa

 

Minst til, at um tú umhugsar

  • Hitapumpu
  • Elbil
  • Sólpanel
  • Vindorku
  • Vatnorku

er best at ráðføra seg við elinnleggjaran um hesi viðurskifti beinanvegin. Hetta m.a. tí, at neyðugt tá er við tveimum elmálarum.

 

 

Sí eisini

Gjaldsskrá