Montørar til Rakstrardeildina

SEV sóknast eftir tveimum montørum til Rakstrardeildina. Á Rakstrardeildini starvast í løtuni  26 fólk, sum hava drúgvar royndir innan háspenningsøkið. Rakstrardeildin røkir uppgávur um allar Føroyar, og tí arbeiða starvsfólkini á deildini runt alt landið. Uppmøtingarstaður er Tórshavn.

 

Umsøkjarar skulu hava útbúgving sum elektrikari ella aðra eltekniska útbúgving. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan háspenningsøkið. Vit ímynda okkum, at tú hevur fjølbroyttar og viðkomandi arbeiðsroyndir.

Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva. Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til persónbil og ert væl fyri kropsliga.

 

Uppgávur

Talan er um sera fjølbroyttar arbeiðsuppgávur sum t.d. nýgerð og viðlíkahald av há- og lágspenningsnetinum. Alt landið er arbeiðsstaður tín, og tí kann talan verða um nakað av ferðing og skiftandi arbeiðstíðir.

 

SEV

SEV bjóðar tær:

  • Upplæring
  • Ávirkan á egið arbeiði
  • Viðkomandi skeið

 

 

Løn

Lønin er sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

 

Umsóknin

Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Jón Nielsen, leiðara á Rakstrardeildini, á telefon 34 68 00. Umsóknarfreistin er 27. januar 2019.

 

Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda til:

 

Elfelagið SEV

Postrúm 319

FO-110 Tórshavn

Stílað: Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari

T-postur: starv@sev.fo

 

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 160 fólk starvast  í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er  fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.