Amerikanska orkumálaráðið hevur biðið fyritøkuna Beacon Power um at menna eitt nýtt ættarlið av svinghjúlum, sum kann goyma orku.
Saman við áheitanini fylgir ein posi av pengum við 13,25 mió. kr. í, sum fyritøkan kann brúka í menningini, skrivar The Engineer sambært ing.dk.
Nýggja svinghjúlið skal vera ført fyri at goyma fýra ferðir so nógva orku sum núverandi fjórða ættarliðið av svinghjúlum hjá fyritøkuni. Og málið skal røkkast fyri bert ein áttandapart av prísinum fyri hvørja orkueind.
Samanlagt skal skipanin kunna goyma 100 kWh.
Svinghjúlsskipanir virka sum eitt slag av mekaniskum battaríi. Skipanin accelererar sjálv svinghjúlið, ella rotorin, til høga ferð, og heldur fast um orkuna sum eina roterandi, kinetiska orku. Tað vil siga, at orkan kann takast úr skipanini, tá svinghjúlið setur ferðina niður.
Beacon Power vónar, at svinghjúlið kann mennast til at klára meira enn 40.000 løðingar í síni lívstíð, so prísurin á einum goymdum kWh kemur niður á 14 oyru.