|
|
| Vestas ger kvettið í USA. |
Ongantíð áður hevur Vestas fingið ein so stóran einstakan ordra sum frá Terra-Gen's Alta Wind Energy Center í Kalifornia.
Amerikanararnir hava bílagt 190 V90-3.0 MW-myllur, sum verður størsta vindorkuverkið í Kalifornia, skrivar Vestas í einum tíðindaskrivi.
Myllurnar skulu setast upp nærindis Tehachapi í Kalifornia, og ordrin fer sambært RB-Børsen at geva Vestas fýra miljardir krónur. Henda fráboðanin hevur longu fingið partabrøvini í Vestas upp í loft.
50 myllur setast upp í ár
Longu í ár skulu tær fyrstu 50 myllurnar setast upp, meðan restin skal vera í gongd í fyrru helvt av 2011. Ordrin umfatar eisini eina fimm ára tænastu- og viðlíkahaldsavtalu.
Vestas hevur fleiri verksmiðjur í USA, og myllurnar skulu eisini byggjast har yviri - í Colorado.
Risastóra bíleggingin er áttanda norðuramerikanska bíleggingini hjá donsku fyritøkuni í 2010. Tær átta bíleggingarnar hava ein samlaðan kapasitet uppá 1336 megawatt, upplýsir felagið.
|