Global upphiting í minsta lagi 1.000 ár
22-07-2010

Amerikanskir granskarar halda, at Jørðin verður heitari og at gongdin ikki kann vendast.

Jørðin verður heitari í minsta lagi 1.000 ár aftrat, og niðurskurðir ella steðgur í CO2-útlátinum fer ikki at venda gongdini.

 

Hetta er niðurstøðan í eini frágreiðing, sum amerikanska granskingarráðið National Research Council (NRC) hevur almannakunngjørt.

 

Frágreiðingin viðger fleiri framtíðarímyndir fyri, hvussu Jørðin fer at taka seg út, alt eftir hvussu hitin broytist.

 

Meis og hveiti hvørvur sumstaðni

 

Tildømis fer fyri hvørt stig, globali miðalhitin hækkar, at regna millum 5 og 10 pst. minni í Miðjarahavinum, Afrika og útsynningspartinum av Norðuramerika.

 

Harvið hvørva 5-15 pst. av ávísum avgrøðum sum meis og hveiti.

 

Frágreiðingin kortleggur harumframt, hvussu heimsins havstreymar og havstøði, skógareldar og avgrøðir fara at hátta seg sum avleiðing av hitabroytingunum kring heimin.

 

Upphiting heldur fram aftaná CO2-steðg

 

Veðurlagsgranskararnir í NRC siga, at teir ikki taka støðu til politiskar spurningar í frágreiðingini -sum tildømis nær nøgdin av CO2 í atmosferuni verður støðug sum úrslit av mannaskaptum tiltøkum.

 

Men niðurstøðan í frágreiðingini er, at upphitingin av Jørðini fer at halda fram í øldir, eftir at júst CO2-konsentratiónin er komin í fasta legu.

 

Somuleiðis hava NRC-granskararnir verið varnir við at nevna nýggj árstøl í frágreiðingini, sum gjørt hevur verið fyrr í tílíkum frágreiðingum.

 

Nýggj árstøl elva til ørkymlan

 

Tildømis hevur 2050 verið brúkt í veðurlagskjakinum sum peiling fyri broytingum í veðurlagnum.

 

Hetta elvir bert til størri ørkymlan í veðurlagskjakinum, sigur Susan Solomon, granskari við National Oceanic and Atmospheric Administration í Boulder, Colorado, við tíðarritið NatureNews.

 

Ístaðin halda veðurlagsgranskararnir seg til, hvat avleiðingin verður av hvørjum einstøkum stigi, ið globali miðalhitin hækkar við.

   
       
Elfelagið SEV | Boks 319 | FO-110 Tórshavn | Tlf. +298 34 68 00 | Fax +298 34 68 01 | sev@sev.fo | logga á
Sendistovan