Fá greiði á el-rokningini


Fyrsta el-rokningin í ár fevnir um januar og februar, og restina av árinum
fært tú eina rokning um mánaðin. Her er ein nærri frágreiðing um nýggju
rokningarnar frá SEV
SEV sendir nú el-rokningarnar út í nýggjari uppseting, og hendan fyrsta rokningin gevur
eisini yvirlit yvir metta nýtslu 2013 og árið, ið fór.
Fyrsta rokningin fevnir um januar og februar, og gjaldsfreistin er 10. mars.
Rokningin og metta nýtslan eru útgreinað á teimum fýra síðunum. Býtir tú t.d. upphæddina
á síðu 3 í helvt, so fært tú mánaðarliga gjaldið fyri streymkostnaðin í ár. Faldar tú hereftir
mánaðargjaldið við 12, so fært tú streymkostnaðin tilsamans fyri 2013.
Lati okkum ganga ígjøgnum rokningina síðu fyri síðu.
EL-ROKNINGIN
Síða 1
Her sært, hvat streymkostnaðurin til samans var í 2012. Síðani sært tú á
aðru reglu, hvat tú hevur goldið á konto í farna árinum. Hesi tølini eru
íroknað MVG og fasta gjaldið fyri málaran. Eisini fært tú her á fjórðu
reglu at vita, um tú hevur goldið ov nógv ella ov lítið fyri 2012. Síðani
kemur metti kostnaðurin fyri januar og februar 2013, sum er grundaður á
nýtsluna í 2012.Talið niðast á síðuni er tað, tú skalt rinda fyri januar og
februar 2013. Hevur tú goldið ov nógv fyri farna árið, er munurin drigin
frá í hesum talinum, og hevur tú goldið ov lítið, er munurin lagdur afturat
í hesum talinum.
Síða 2
Kostnaður tilsamans fyri 2012 verður her útgreinaður í streymgjald, fasta
gjaldið fyri málaran og MVG. Harumframt fært tú eisini eitt yvirlit yvir
streymnýtsluna í kWh, og hvussu nógv ein kWh kostar. Her verður eisini
víst, hvørt tú hevur rindað ov nógv ella ov lítið.
Síða 3
Hendan síðan er yvirlitið yvir mettu nýtsluna fyrstu tveir mánaðirnar í
2013, sum er gjald á konto til SEV. Metingin tekur støði í farna árinum.
Kostnaðurin til samans er eisini her greinaður í streymgjald, fast gjald fyri
málaran og MVG.
Síða 4
Her finnur tú samlaðu nýtsluna í kWh 2009-2012. Gongdin í
streymnýtsluni seinastu fýra árini er lýst við einari stabbamynd.
Rokningarnar verða frameftir sendar út eina ferð um mánaðin á bústaðin hjá teimum, sum
ikki eru í sjálvvirkandi GjaldSkipanini í peningastovnunum. Hini síggja rokningina á
gjaldsyvirlitinum frá peningastovnunum.
Nýggja skipanin við el-rokningum verður tongd at skipanini við fjaravlestri av málarum,
sum væntandi verður sett í gildi seinni í ár. Fjaravlesturin hevur við sær, at SEV kann lesa
streymnýtsluna hjá einstaka brúkaranum beinleiðis av høvuðsskrivstovuni í Havn.
Higartil eru umleið 13.000 málarar bundnir í fjaravlesturin, og tað er gott og
væl helvtin av øllum málarunum í landinum, sum eru slakir 25.000 í tali. SEV heldur fram
at binda málarar í fjaravlesturin komandi árini, og roknað verður við, at við árslok í ár verða
til samans 16-17.000 málarar uppi í avlestrarskipanini. Miðað verður eftir, at allir málarar
eru bundnir í fjaravlesturin við ársenda í 2015.
Fjaravlesturin hevur við sær, at skipanin við gjaldi á konto og mettari nýtslu –
t.v.s. hevur tú goldið ov lítið ella ov nógv – heldur uppat. Sostatt fara brúkararnir frameftir ,
tá ið mánaðurin er liðugur, at rinda tað veruligu streymnýtsluna beinanvegin, sum SEV lesur
beinleiðis.
Skipanin við fólkum, sum trúføst hava lisið málarar av kring alt landið, fer
sostatt eisini so líðandi í søguna.