Ljós yvir landið

 

 

Tendrar eitt starv hjá SEV teg, send okkum so eina umsókn.

 

 

SEV søkir javnan eftir starvsfólkum til økta virksemið í elfelagnum. Eftirspurningurin eftir elorku er øktur, eins og SEV áhaldandi roynir at leggja sum mest av elframleiðsluni um til grøna orku. Málið er 100 prosent elframleiðsla úr varandi orkukeldum í 2030.

 

Nógv fólk hava starvast hjá SEV í nógv ár, og tá tey fara frá vegna aldur ella velja at royna okkurt annað, er tað eisini ein orsøk hjá SEV at sóknast eftir abeiðsmegi.

 

SEV er sum interkommunalur felagsskapur fevndur av almenna setanarpolitikkinum, og leysu størvini eru at finna í starvslýsingum í vinstra bredda undir "Leys á størv á SEV". Tá eingin starvslýsing er at finna, er einki starv lýst leyst.

 

Um tú hevur hug at royna teg í starvsvenjing hjá SEV, ella um tú hevur hug at gera onkra útbúgvingarliga verkætlan saman við SEV, ert tú eisini vælkomin at senda eina umsókn. Ert tú í onkrari almennari skipan, sum loyvir tær endurvenjing ella starvsvenjing, so frætta vit eisini fegin frá tær.

 

Tendrar eitt starv hjá SEV teg, so tú kanst verða við til at leggja ljós yvir landið, send so eina umsókn á starv@sev.fo.

 

 

Upplýsingar um størv hjá SEV sum heild fáast frá Bergtóru Høgnadóttir HR-leiðara á tel. 346800 ella á t-posti bh@sev.fo.  Upplýsingar um einstøku størvini fáast eisini frá avvarðandi deildarleiðarum, sum eru tilskilaðir í starvslýsingunum. Allar umsóknir skulu sendast saman við prógvum og viðkomandi skjølum.

 

 

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 134 fólk eru í føstum starvi í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er  fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.