Kristiana Rein, orkuráðgevi, undirvísir næmingum í 9. flokki í undirvísingarhølinum hjá SEV.

Orkuráðgeving til øll

 

Vælkomin til orkuráðgevingina, sum hoyrir undir samskiftisdeildina hjá SEV.

 

Her kanst tú leita tær ráð um, hvussu tú á skynsamasta hátt nýtir streym, so tú fært so nógva nyttu úr streyminum, sum gjørligt.


Endamálið við orkuráðgevingini er at geva brúkarum leiðbeining, so teir kunnu útgreina sína egnu elnýtslu og harvið betur stýra og gagnnýta elorkuna. Soleiðis ber til at spara streym og verja umhvørvið.

 

Orkuráðgevingin er altíð til reiðar við góðum ráðum til øll, sum hava tørv á leiðbeining. Orkuráðgevin kemur eisini út til tín, um tú ynskir tað.

 

Tað ber eisini til at vitja orkuráðgevingina í undirvísingarhølum okkara á Landavegi 92 í Havn.

Eru bólkar, bindiklubbar, arbeiðspláss ella onnur, sum kundu hugsað sær ein evnisfund um orkunýtslu og orkusparing, skipa vit fegin fyri tí. Ein slíkur evnisfundur varir umleið tríggjar tímar, og m.a. verður høvi at gera ein forleingjaraleidning.

 

Orkuráðgevin hjá SEV, Kristiana Rein, er at hitta á telefon 34 68 44 - mánadag til hósdag kl. 14.00-16.00 og fríggjadag kl. 14.00-15.30. Spurningar til orkuráðgevan kunnu sendast til kr@sev.fo.

 

 

   
       
Elfelagið SEV | Boks 319 | FO-110 Tórshavn | Tlf. +298 34 68 00 | Fax +298 34 68 01 | sev@sev.fo | logga á
Sendistovan