Týdningarmikið stig á grønu kósini

Vindmyllulundin í Húsahaga er eitt stórt stig á grønu leiðini at fáa sum mest elorku burtur úr varandi orkukeldum

 

Tær 13 vindmyllurnar í Húsahaga økja munandi um elframleiðsluna burtur úr varandi orkukeldum. Árliga miðalframleiðslan úr vatni og vindi tilsamans verður umleið 60 prosent av allari elframleiðsluni.

Vindmyllulundin í Húsahaga nærum trífaldar vindorkuna á føroyska elkervinum úr 8 prosentum upp í umleið 23 prosent av framleiðsluni. Harumframt stava umleið 35 prosent av árligu elframleiðsluni frá vatni.

SEV er sostatt framman fyri málið, sum elfelagið setti sær í 2006. Tá setti SEV út í kortið, at í 2015 skuldu 55 prosent av framleiðsluni stava frá varandi orkukeldum og 45 prosent frá olju.

Framleiðslumátturin í Húsahaga er 11,7 MW, og vindmyllurnar, sum eru av slagnum ENERCON, kunnu framleiða 41 GWt um árið.

Samstarvið millum SEV og ENERCON ber eisini við sær, at ein serstøk battarískipan verður ment til vindmyllulundina í Húsahaga. Battarískipanin er eitt tøkniligt frambrot. Hon skal javna vindin, sum er ein óstøðug orkukelda, út á elkervið fyri framhaldandi at tryggja eina støðuga elveiting.

Ein nýggj koplingarstøð, sum skal flyta streymin frá vindmyllunum út á 60 kV flutningsnetið hjá SEV, er eisini partur av verkætlanini í Húsahaga. Støðin fer at geva høvuðsstaðnum og Suðurstreymoy eina tryggari elveiting. Harumframt skal koplingarstøðin hýsa battarískipanini.

Koplingarstøðin er byggilistarliga lagað eftir landslagnum, og umframt tann tøkniliga leiklutin hjá støðini, verða eisini bygd undirvísingar- og sýningarhøli at eygleiða vindmyllurnar og framleiðsluna.

Verkætlanin í Húsahaga kostar umleið 180 milliónir krónur.

 

Tøknilig framstig bera vindorkuna inn á elnetið

 

Nýggj og framkomin tøkni á fleiri ymiskum økjum er orsøkin til, at nógv meira vindorka kann brúkast í elframleiðsluni enn fyri fáum árum síðani

 

Framstig á fleiri tøkniligum økjum seinnu árini hava við sær, at SEV – í størri mun enn fyri bert fáum árum síðani – kann leiða nógv meira vindorku út á elnetið.

Í fleiri ár var hámarkið fyri vindorku á netinum 25 prosent av framleiðsluni. Tað var grundað á, at vindurin er óstøðug orkukelda, og at eingin tøkni fanst til at javna vindin út á netið. Harumframt er føroyska elnetið viðkvæmt, tí tað liggur avbyrgt, og tað ber ikki til at binda í netini í grannalondunum, tá brek eru í elskipanini. Tískil ráddi eisini um at fara varliga fram, men nýggj tøkni hevur nýggjar tíðir við sær.

                     

Nýggju myllurnar

Vindmyllurnar sjálvar er meira framkomnar. Tær hava eitt nú Storm Control, ið ger tær førar fyri at framleiða, hóast vindurin fer heilt upp í 34 m/s. Á gomlu myllunum var markið 25 m/s.

Myllurnar kunnu eisini stýrast eftir sonevndari “aktivari og reaktivari effekt”, sum í stuttum merkir, at framleiðslan kann lagast eftir tørvi.

Elektriski útbúnaðurin í nýggju vindmyllunum hóskar munandi betur til føroyska elnetið. Tær eru útgjørdar við STATCOM, ið er tøkni, sum kann verða við til at stabilisera spenningin á elnetinum, eisini hóast eingin vindur er. Fault Ride Through er onnur tøkni í myllunum, sum fær tær at verða verandi á netinum – og ikki kopla úr – tá ið smærri brek eru á elkervinum.

 

Nýggj battarí-skipan

Battarískipanin, sum verður ment til vindmyllulundina í Húsahaga, er ein verkætlan í sjálvum sær. Talan er um at taka streymin frá myllunum á goymslu og lata hann út aftur á elkervið eftir tørvi innan fyri stutt tíðarbil á nøkur sekund ella nakrar minuttir. Sostatt skal nýggja battarískipanin javna vindin, sum er ein óstøðug orkukelda, út á elnetið fyri framhaldandi at tryggja eina støðuga elveiting.

-Tvey ár eru sett av til at menna skipanina. Um hon fer at rigga so væl, sum vit vóna og vænta, so er ikki óhugsandi, at fleiri vindmyllur kunnu setast upp næstu árini, sigur Terji Nielsen, verkætlanarleiðari í Húsahaga.

 

Power Hub

Power Hub skipanin økir eisini um møguleikarnar at leiða meira vind inn á elnetið. Skipanin, ið støðugt eygleiðir gongdina á netinum, koplar stórar útvaldar brúkslutir úr, tá hon varnast, at framleiðslan gerst minni enn eftirspurningurin ta givnu løtuna – t.d. tá brek er á eini framleiðslueind. Hetta gevur í sjálvum sær eitt støðugari elkervi, sum tískil eisini kann taka ímóti fleiri óstøðugum orkukeldum sum vindorku, ið ikki nerva netið á sama hátt sum áður, tí Power Hub er við til at skapa javnvág ímillum elframleiðsluna og nýtsluna.

Kollafjørð Pelagic, alivirkið Fútaklettur og Bergfrost í Fuglafirði eru bundin í Power Hub, og harumframt verður Pelagic í Fuglafirði eisini knýtt at skipanini. Tá ið Power Hub ger vart við seg, verða hitapumpuskipanir, kompressarar og frystiútgerð á hesum virkjum tikin av elnetinum eina løtu, inntil SEV hevur fingið streymveitingina í javnvág aftur. Talan er um brúkaraeindir, sum tola eitt streymslit eitt styttri tíðarskeið í nøkur sekund ella fáar minuttir.

 

 

 

Miðvís menning

Nýskipanir og dagføringar bæði á oljuriknu verkunum og vatnorkuverkunum eru farnar fram miðvíst, soleiðis at verkini lættari kunnu arbeiða saman við óstøðugum orkukeldum sum t.d. vindi.

Ein nýggj yvirskipað stýrisskipan verður eisini sett í verk á SEV í næstum. Henda skipan skal m.a. samskipa elframleiðsluna, so at vindorkan verður brúkt á so skynsaman hátt sum gjørligt.

Vindmyllulundirnar í Húsahaga og Neshaga eru tilætlað lagdar langt frá hvørji aðrari. Tað er fyri at fáa sonevndu “vindpark effektina” burturúr, tí á tann hátt útjavna vindmyllulundirnar sum heild óstøðugu framleiðsluna í ávísan mun.

Tað er eisini vorðið lættari at lesa veðurforsagnir, og hesar skipanir bera við sær, at framleiðslan burtur úr vindorkuni kann leggjast neyvari til rættis.

SEV hevur harumframt eisini eitt meira nágreiniligt yvirlit yvir elnetið í dag, og tískil er lættari at fáa greiði á, hvørjar avleiðingar standast av ymisku útbyggingunum.

Tær 13 vindmyllurnar í Húsahaga hava við sær, at komandi árini fara 60 prosent av elframleiðsluni at stava frá vindi og vatni, og at oljan verður grundarlagið undir 40 prosentum av elorkuni.

 

 

 

 

Røða hjá Jákup Suna Lauritsen, nevndarformanni er at heinta her

 

Røða hjá Hákun Djurhuus, stjóra er at heinta her

 

Røða hjá Terja Nielsen er at heinta her

 

Røða løgmans er at heinta her