Viðmerkingar og ískoyti

 

Viðmerkingar og ískoyti til Fællesregulativet (FR), í samband við at hettar verður sett í gildi í Føroyum.


 

Á blaðsíðu 11: Mynd 2.1 skal skiljast soleiðis

FR umfatar leidningar, ið føra ómáldan streym, og/ella eru vardir av sikring, ið førir ómáldan streym.
 
 

Á blaðsíðu 13: Mynd 5.4 fær soljóðandi ískoyti tilmynda­tekstin

Tá kaðalavslutningur uttan klemmur verður brúktur, skal elinnleggjarin bera so í bandi at skoytið, ið sperrar fyri vatnið, skal setast á hvønn leiðara sær. Ein vatnnøs er ikki nokk.
 
 

Á blaðsíðu 15: Sum ískoyti til FR stk. 7.2 kemur talva C.4.1

 

Fasafylgja fyri lágspenningskaðalar


 

Slag L1 L2 L3 N
PVIK(S) Brúnt Svart/hvítt Svart Blátt
NKT Reytt Grátt Svart Blátt
Alcatel Brúnt Hvítt Svart Blátt
Gamal kaðal Reytt Hvítt Svart Blátt
NKT-PSP Blátt Grátt Reytt Skermur
Alcatel-PFSP Brúnt Hvítt Svart Skermur

         

Talva C.4.1 Fasafylgja fyri lágspenningskaðalar
 

Á blaðsíðu 25: Ískoyti til FR stk. 19

Fyri innleggingar, ið eru veittar beinleiðis frá trafostøð, verða frammanfyri nevndu laststøddir faldaðar við 4.
 
 

Á blaðsíðu 34: kemur soljóðandi ískoyti FR stk. 31


 

Kaðalstødd

Monteringshædd

25 - 35 mm²

15 cm

50 - 95 mm² 30 cm
120 mm² og størri 40 cm


 

Talva C.4.2 Kaðalstøddir og vegleiðandi monteringshæddir
 

Á blaðsíðu 35: Ískoyti til FR stk. 33.4

SEV leverar og uppsetur málitransformarar.

Innlegging ið krevur málitransformarar 600/5 og størri, skal málifeltið vera dupult vísandi til FR stk 35 síða 37.