Motorhallirnar stoyptar

Motorhallirnar á nýggja Sundsverkinum eru helst størstu veggirnir, sum nakrantíð eru stoyptir í einum í Føroyum

Á Sundi stoypir Articon í hesum døgum motorhallirnar til nýggja Sundsverkið. Hallirnar eru 12 metrar til hæddar og verða stoyptar í trimum. Fyri hvørja stoyping fara upp ímóti 130 kubikkum av betongi í formarnar, so neyðugt er við drúgvari fyrireiking og ikki minst neyvari samskipan, tá stoypt verður.

 

Í nýggjasta filmsbrotinum um nýggja Sundsverkið fylgja vit arbeiðinum at stoypa eina av hesum stóru veggjunum í motorhallunum.


Aftur

Seinastu tíðindi

Fleiri verkætlanir

Fleiri webcast

Tíðindasavn Vís allar Vís allar