Arbeiðið upp á nýggja Sundsverkið heldur tíðarætlanina

Tað hevur gingið væl hjá Articon at spreingja og rudda burtur grót fyri nýggja Sundsverkinum

Síðani arbeiðið upp á nýggja Sundsverkið fór í gongd 24. mai í ár, hevur Articon sprongt, grivið og flutt fleiri túsundtals tons av gróti, mold og eyri. 

 

Miðað var ímóti at gera økið byggiklárt til eftir summarfrítíðina, og tann ætlanin helt rættiliga væl, vísir Johnny Johansen, sum er arbeiðsformaður hjá Articon á Sundsverkinum á. 

 

Grivið og sprongt hevur verið rættiliga tætt inn undir landsvegin, so neyðugt hevur verið at steingja fyri ferðsluni á landsvegnum eina løtu, tá skotið hevur verið. 

 

 


Aftur