Battarískipanin royndarkoyrd

Nýggja battarískipanin, sum SEV hevur ment til vindmyllulundina í Húsahaga saman við altjóða samstarvsfelagunum ENERCON og SAFT, er nú royndarkoyrd í Týsklandi. Skipanin kemur til Føroya um mánaðarskiftið

Battarískipanin skal javna orkuna sum kemur úr vindmyllunum í Húsahaga, áðrenn orkan verður koyrd inn á elnetið. Skipanin riggar á tann hátt, at battaríini annaðhvørt lata ella taka ímóti streymi fyri at arbeiða í móti sveiggjandi orkuni í vindinum. 

 

Fyri SEV hevur battarískipanin við sær at gjørligt verður at fáa meiri nyttu burtur úr vindmyllulundini og at tað verður gjørligt at fáa enn meiri vindorku inn á føroyska elnetið. 

 

Týski vindmylluframleiðarin, ENERCON, er sera væl nøgdur við battarískipanina, sum er ment í samstarvi við SEV. ENERCON er farið undir at selja skipanina til aðrar kundar eisini.

 

Battarískipanin kemur til Føroya 28. februar, og tá skal hon standa royndina í tí føroyska veðurlagnum.


Aftur