Páls Høll uppiborið norðurlendsku virðislønina

SEV valdi at lata Páls Høll norðurlendsku náttúru- og umhvørvisvirðislønina á 350.000 krónur, sum elfelagið vann í Reykjavík 27. oktober 2015

Páls Høll er ein verkætlan, har borgarar hava tikið tung tøk fyri at gera dreym til veruleika, og henda verkætlanin líkist grundhugsanini undir SEV, sum er ein samhaldsføst skipan, har lyft verður í felag.

 

Nevndin í SEV valdi við støði í hesum at lata Páls Høll tær 350.000 krónurnar, sum SEV fekk, tá elfelagið vann norðurlendsku náttúru- og umhvørvisvirðislønina 2015. SEV læt fólksliga átakinum í Vági stuðulin til eina lyftu til rørslutarnað, so allir borgarar fáa javnbjóðis atgongd til langhylin í Vági. 

 

Innslagið er ein lýsing av Páls Høll.


Aftur