Nýhugsan og grøna kósin vunnu SEV virðisløn

Avbjóðingarnar við grønari óstøðugari orku í avbyrgda føroyska elnetinum, sum SEV hevur sett sær fyri at loysa við nýhugsan, vann SEV norðurlendsku náttúru- og umhvørvisvirðislønina 2015

Avbyrgda elskipanin í Føroyum er í sjálvum sær ein stór avbjóðing, tá talan er um at fáa so nógva grøna orku til vega sum gjørligt.

 

Henda sannroynd og grøna kósin hjá SEV, ið hevur til endamáls, at øll elorka á landi skal stava frá varandi orkukeldum í 2030, høvdu við sær, at SEV vann náttúru- og umhvørvisvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum 2015, tí málið kann bert røkkast við nýhugsan og menning.

 

Grøna kósin hjá SEV, vindmyllulundin í Húsahaga við nýggju battarískipanin og nýggjar stýrisskipanir  eru ítøkilig dømi um nýhugsan á elorkuøkinum í Føroyum.

 

Í innslagnum greiðir m.a. Rókur Tummasarson, limur í dómsnevndini hjá Norðurlandaráðnum, frá orsøkini til, at SEV vann norðurlendsku virðislønina.

 


Aftur