Koplingarstøðin stóran týdning fyri høvuðsstaðin

8. partur í røðini um “Takið at temja vindin”

Nýggja koplingarstøðin í Húsahaga fer at styrkja streymveitingina til høvuðsstaðin.

Hon skal taka ímóti streyminum frá vindmyllunum og leiða hann inn á 60 kV netið. Tað er stóra flutningsnetið hjá SEV, sum flytir allan streymin í stórum nøgdum um landið – alt eftir tørvi.

8. partur í søguni um “Takið at temja vindin” snýr seg um koplingarstøðina, sum eisini skal hýsa eini serstakari battarískipan, ið verður ment til vindmyllulundina.

Talan er um at taka streymin frá myllunum á goymslu og lata hann út aftur á elkervið eftir tørvi innan fyri stutt tíðarbil á nøkur sekund ella nakrar minuttir. Sostatt skal nýggja battarískipanin javna vindin, sum er ein óstøðug orkukelda, út á  elkervið fyri framhaldandi at tryggja eina støðuga elveiting. Tvey ár eru sett av til at menna skipanina.

            Koplingarstøðin verður byggilistarliga lagað eftir landslagnum, og umframt tann tøkniliga leiklutin hjá støðini, verða eisini bygd undirvísingar- og sýningarhøli at eygleiða vindmyllurnar og framleiðsluna.


Aftur

Seinastu tíðindi

Fleiri verkætlanir

Fleiri webcast

Tíðindasavn Vís allar Vís allar