Allar vindmyllurnar í Húsahaga reistar

Vindmyllulundin í Húsahaga er nú komin so langt ávegis, at allar E-44 Enercon vindmyllurnar eru liðugt reistar. Ólavsøkuaftan - meðan føroyingar stákaðust til tjóðarhátíðina - vóru veingirnir á síðstu vindmylluni heisaðir uppá pláss.

 

Arbeiðið at seta upp vindmyllurnar hevur gingið sera væl. Aftaná eina trupla byrjan, har vindurin seinkaði arbeiðnum eitt sindur, megnaði uppsetingartoymið hjá Enercon at arbeiða mistu tíðina innaftur og væl tað.

 

Tríggjar av vindmyllunum framleiða, sum er, streym inn á elkervið hjá SEV. Hinar 10 verða so knýttar í komandi vikurnar. Eftir ætlan framleiða allar 13 vindorku til føroyska elkervið í september.

 

Í nýggjasta innslagnum í røðini um takið at temja vindin eru vakrar dronumyndir av teimum 13 vindmyllunum, sum nú standa fattar í Húsahaga.

 


Aftur

Seinastu tíðindi

Fleiri verkætlanir

Fleiri webcast

Tíðindasavn Vís allar Vís allar