Vindmyllur rulla niðan í Húsahaga

5. partur í røðini um “Takið at temja vindin”

Mánadagin 12. mai vóru partar av fyrstu vindmylluni í Húsahaga fluttir av Skansabryggjuni niðan í Húsahaga. Alt gekk væl í hond, tá ið fyrsti flutningurin fór fram við Strond og eftir ringvegnum.

            Partur 5 í søguni um “Takið at temja vindin” er ein sjónvarpsfrásøgn um, hvussu vindmyllurnar verða fluttar niðan í Húsahaga.

            Vindmyllutornini eru 45 metrar høg, og tey verða flutt í tveimum pørtum. Mylluveingirnir fevna 44 metrar í tvørmáti, og teir eru sostatt umleið 21 metrar hvør vongurin. Tá veingir og torn verða koyrd niðan í Húsahaga, er flutningurin meira enn 25 metrar til longdar, tá eru bilur og flutningsvognur íroknað. Harumframt eru aðrir partar av myllunum fimm metrar breiðir, og longdin er tá 16 metrar við bili og flutningsvogni. Løgreglan samskipar ferðsluna, sum verður nakað tarnað í teimum tíðarbilum, stóri flutningurin fer fram við Strond og eftir ringvegnum.

            Vindmylluflutningurin heldur fram við jøvnum millumbilum í tveir mánaðir til 15. juli, tá ið allar 13 myllurnar eftir ætlan eru fluttar niðan í Húsahaga og settar upp so hvørt.

            Vindmyllurnar verða royndarkoyrdar í summar, og tær verða ætlandi settar alment í rakstur í september.


Aftur

Seinastu tíðindi

Fleiri verkætlanir

Fleiri webcast

Tíðindasavn Vís allar Vís allar