Viðskiftagongd millum løggildar elinnleggjarar og SEV

 

 

1.    Reglur og fyriskipanir fyri arbeiði uppá elinnleggingar.

2.    Íbinding av nýggjum elinnleggingum.

2.1. Íbinding av størri elinnleggingum.

3.    Nýgerð, broyting og afturatgerð av elinnleggingum.

3.1. Íbinding av brúkslutum.

4.    Aðrar fráboðanir.

4.1  Liðugfrásøgn.

4.2  Plombubrot.

5.    Byggistreymur.

5.1. Umsókn um installatørmálara.

5.2. Íbinding av byggistreymstalvu.

5.3. Niðurtøka av byggistreymstalvu.

5.4. Avrokning.

5.5. Ábyrgd.

5.6. Óskil á papírsgongd.
 

 

1. Reglur og fyriskipanir fyri arbeiði uppá elinnleggingar.

Arbeiði uppá elinnleggingar skulu gerast sambært galdandi lóg og niðanfyri nevndu ásetingum:

·       Streymveitingartreytir hjá SEV.

·       Fællesregulativet við broytingum frá SEV.

·       Elinnleggjarabókin hjá SEV.

 

 

2. Íbinding av nýggjum elinnleggingum.

Byggiharrin vendir sær til elinnleggjara, ið sendir umsókn um íbinding til SEV. Innleggingardeildin svarar tekniskum spurningum og ásetur íbindingarstað.

Avrit av umsóknini við viðmerkingum frá SEV verður sent aftur til elinnleggjaran.

Rokning fyri íbindingargjald verður send byggiharranum.

Elinnleggjarin ger arbeiðið og sendir liðugfrásøgn til SEV.

Um íbindingargjaldið er goldið, og elinnleggingin er reglulig, verður málarin settur upp og spenningur settur á. Stikkleiðingin verður íbundin í veitingarstaðið av S EV.

Hóast smærri brek verða staðfest, kann elinnleggingin verða sett til. Eftirlitsfrágreiðing verður skrivað, og brekini skulu rættast innan ásetta freist. Verða brekini ikki rættað innan tíðarfreistin er úti, kann elinnleggingin verða avbrotin aftur.

Størri brek skulu rættast, áðrenn málarin verður uppsettur og elinnleggingin íbundin.

 

 

2.1. Íbinding av størri elinnleggingum.

Tá talan er um størri elinnleggingar (vanliga 80 A og størri), skal verkætlan (projekt) sendast SEV saman við umsóknini til góðkenningar. Ætlanin skal vanliga umfata talvutekningar, yvirlit yvir nýtslulutir, eina almenna frágreiðing og frágreiðing um eykaverju (BIB).

Um SEV heldur tað vera neyðugt, kunnu meira nágreiniligir upplýsingar verða kravdir.

Verkætlanin skal vera góðkend av SEV, áðrenn arbeiðið kann byrja.

Tað kann ikki væntast, at elinnleggingar verða íbundnar uttan, at ætlanin er góðkend.

Gjørt verður vart við, at um arbeiði verður framt uttan góðkenning fyriliggur, eru møguligar fíggjarligar avleiðingar av kravdum broytingum SEV óviðkomandi.

 

3. Nýgerð, broyting og afturatgerð av elinnleggingum.

Umsókn skal sendast SEV, tá hesi arbeiði skulu gerast:

·    Nýggjar elinnleggingar.

·    Víðkan ella broyting ið umfatar 50m² ella meira.

.    Víðkan ella broyting ið umfatar 25% av verandi innlegging ella meira.

.    Tá ið bygningur broytir nýtsluhátt.

·    Umlegging av stikkleiðing.

·    Umlegging av kaðalum, ið eru yvirstreymsvardir av sikringum, sum føra ómáldan streym.

·    Broyting av stødd á stikkleiðingssikring.

·    Broytingar sum hava við sær málaraskifti.

·    Flyting av málara. 

 

 

3.1. Íbinding av brúkslutum.

Umsókn við upplýsingum um stødd og slag av brúkslutum, skal sendast SEV, tá hesi arbeiði verða gjørd:

·    Íbinding av generatorútbúnaði (sí SBEi kap. 55, 56 og 728).

.    Ómáldur spenningur má ikki førast útum plomba øki.

.    Íbinding av UPS anleggi ið streymveita fasta innlegging.

.    Útbúnaðurin má ikki latast brúkaranum til nýtslu, fyrr enn hann er góðkendur av SEV.

·    Íbindingar størri enn tær, ið nevndar eru í FR kap. 18 til 21, eins og íbindingar minni enn

     hesar um mett verður, at tær kunnu verra spenningsgóðskuna.

·    Fyri elinnleggingar, ið hava steymveiting beinleiðis úr transformarastøð, verða støddirnar,

     ið nevndar eru í FR kap. 19, faldaðar við 4.

 

 

 

4. Aðrar fráboðanir.

 

4.1 Liðugfrásøgn.

Liðugfrásøgn skal sendast SEV, tá arbeiði sambært A.1.3 og A.1.3.1 eru umfatað av krøvum um umsókn, eru liðug.

 

4.2 Plombubrot.

Elinnleggjarin kann ikki uttan loyvi frá SEV bróta tey innsigli (plumbur), sum SEV hevur fest.
 

5. Byggistreymur.

 

Hvat er ein installatørmálari ?

Ein installatørmálari er ein málari, sum hoyrir til eina ávísa byggistreymstalvu.

 

Hvat er ein byggistreymstalva?

Ein byggistreymstalva er ein talva sum er góðkend til at streymveita byggipláss og til streymveiting í styttri tíðarskeiði.

Elinnleggjarin verður skrásettur sum eigari av byggistreymstalvuni, meðan byggiharrin í byggitíðini verður skrásettur sum brúkari og gjaldari.

 

5.1. Umsókn um installatørmálara.

Elinnleggjarin ger eina byggistreymstalvu eftir galdandi reglum Sí A2.

Umsókn og liðugfrásøgn verður send SEV, ið setir málaran í byggistreymstalvuna og plomberar.

Avgreiðslutíðin, frá tí at SEV hevur móttikið umsóknina, til málarin verður ísettur, er vanliga 3 arbeiðsdagar.

 

5.2. Íbinding av byggistreymstalvu.

 

Elinnleggjarin setir byggistreymstalvuna upp, bindur í skáp/pela og setir spenning á. Elinnleggjarin fráboðar brúkaraskifti frá elinnleggjara til byggiharra saman við  

avlestri til SEV á hartil ætlaðum oyðublaði (Flyting av installatør­málara).

 

5.3. Niðurtøka av byggistreymstalvu.

 

Í samband við niðurtøku byggistreymstalvu lesur elinn­leg­gjarin installatørmálaran av. Elinnleggjarin fráboðar brúkaraskifti frá byggiharra til elinnleggjara til SEV á hartil ætlaðum oyðublaði (Flyting av installatør­málara). Elinnleggjarin tekur byggistreymstalvuna heim.

 

5.4. Avrokning

 

Installatørmálarin verður avroknaður sambært galdandi prísskrá. Fast gjald verður ikki kravt fyri tíðina, byggistreymstalvan ikki er íbundin og stendur í navni elinnleggjarans.

 

5.5. Ábyrgd

 

Elinnleggjarin hevur ábyrgdina av installatørmálaranum, og kann endurgjald verða kravt um hesin misferst.

 

5.6. Óskil á papírsgongd.

 

Verur mannagongdin í 5 ikki fylgd kann el-nýtslan á installatørmálara vera kravd frá elinnleggjaranum.