Landsstýriskunngerðir

 

Føroyskar Landsstýriskunngerðir


Innihaldsyvirlit Kunngerðir



1. Kunngerð nr. 171 dagfest 21-9-1993               
Kunngerð um trygdar- og eftirlitsreglur viðvíkjandi eltilfari.

2. Kunngerð nr. 172 dagfest 21-9-1993               
Kunngerð um elinnleggingarvirksemi.

3. Kunngerð nr. 173 dagfest 21-9-1993             
Kunngerð um ígildissetan av sterkstreymsreglugerð v.m.

4. Kunngerð nr. 174 dagfest 21-9-1993            
Kunngerð um løggilding av elinnleggjarum.

5. Kunngerð nr. 175 dagfest 21-9-1993             
Kunngerð um góðkendar royndir og starvskrøv fyri løggilding av elinnleggjarum.

6. Kunngerð nr. 176 dagfest 21-9-1993            
Kunngerð um sølu av elinnleggingartilfari til nýtarar.

7. Kunngerð nr. 111 dagfest 17-10-1994          
Kunngerð um gjøld fyri løggilding av elinnleggjarum.



Kunngerð nr. 171 21. september 1993
KUNNGERÐ um trygdar- og eftirlitsreglur viðvíkjandi eltilfari.
 

Við heimild í §§ 2, 3, 4 og 5 í løgtingslóg nr. 134 frá 10. juni 1993 um sterkstreymsútbúnað hevur landsstýrið fyrisett:

Trygdarkrøv til eltilfar.
§ 1. Eltilfar skal vera framleitt á slíkan hátt, at tað við rættari innlegging og røttum viðlíkahaldi og eisini við nýtslu samsvarandi við endamáli tess ikki hóttir trygdina fyri persónar, húsdjór og ogn.
Stk. 2. Fyri tilfar, ið er ætlað nýtt her á landi, kann trygdarkravið bert verða lokið, tá ið tilfarið er framleitt samsvarandi reglunum í sterkstreymsreglugerðini. Tó verður mett, at trygdarkravið eisini er lokið, um prógvað verður fyri elnevndini, at tilfarið er gjørt samsvarandi altjóða góðkendum reglum, og soleiðis sum tað er tilevnað, veitir trygd svarandi til ta trygd, ið ætlast at verða fingin við fyriskipanunum í sterkstreymsreglu-gerðini viðvíkjandi sama slag av tilfari.
Stk. 3. Á eltilfari ella - um hetta ikki ber til - í frágreiðing, sum er hjáløgd, skulu verða tilskilaðar slíkar meginupplýsingar, ið eru ein treyt fyri, at tilfarið kann verða nýtt samsvarandi endamáli sínum og uttan vanda. Upplýsingarnar skulu verða orðaðar á føroyskum, donskum, norskum ella svenskum. Umframt skulu framleiðslu- ella vørumerki verða sett týðiliga á tilfarið ella - um hetta ikki ber til - á pakkitilfarið.

Eftirlit við eltilfari.
§ 2. Eltilfar, ið ikki lýkur tey trygdarkrøv (ólógligt tilfar), sum nevnd eru í § 1, kann ikki verða selt, útflýggjað ella nýtt her á landi.
Stk. 2. Eftirlitið við, at eltilfar lýkur trygdarkrøvini, verður útint av elnevndini.

Upplýsingarskylda um eltilfar.
§ 3. Við sølu, útflýggjan ella innlegging av eltilfari, sum ikki áður hevur verið marknaðarført, útflýggjað ella innlagt her í landinum, og sum er tikið við á yvirlitinum, sum DEMKO umsitur, skal ein og hvør, ið sum virkiseigari, innflytari, heilsølumaður, smásølumaður, elinnleggjari ella annað selur, útflýggjar ella leggur inn tilfarið prógva fyri elnevndini, at upplýsingar um tilfarið eru latnar DEMKO ella "Elektricitetsrådet". Upplýsingarnar verða latnar á einum serligum oyðublað, sum fæst hjá DEMKO.
Stk. 2. Yvirlit yvir tilfar, sum upplýsingarskyldan fevnir um, fæst hjá SEV.

Forboð móti sølu, útflýggjan, innlegging og nýtslu av tilfari.
§ 4. Í førum, har tað við eftirliti av eltilfari ella aðramáta verður staðfest, at hetta er ólógligt, kann elnevndin seta forboð móti sølu, útflýggjan og innlegging av tilfari av hesum slag til nýtslu her á landi. Um so er, at tilfarið er tikið við í tað yvirlit, sum nevnt er í § 3, stk. 3, yvir skrásett og góðkent tilfar, verður forboðið givið honum ella teimum, ið hava boðað frá tilfarinum, og snýr tað seg um annað tilfar, virkiseigaranum ella innflytaranum. Boðini skulu vera skrivlig. Um søla ella útflýggjan av tilfarinum hevur verið, verður forboðið almannakunngjørt á slíkan hátt, sum elnevndin metir vera neyðugt ella hóskandi.
Stk. 2. Um broytingar verða gjørdar í trygdarkrøvunum til tilevning av eltilfari, kann elnevndin banna, at tilfar, ið ikki lýkur tey nýggju krøvini, verður selt, útflýggjað ella innlagt, tá ið ein nærri tilskilað freist er farin.

§ 5. Tá ið forboð er gjørt sbr. § 4, kann elnevndin áleggja virkiseigarum, innflytarum og heilsølumonnum at taka aftur selt ella útflýggjað tilfar frá smásølu-monnum, innleggjarum ella øðrum, sum teir hava selt ella útflýggjað tað tilfar, sum her er talan um. Áleggjast kann smásølumonnum at royna at fáa seld eintøk av tilfarinum aftur við beinleiðis at venda sær til teir keyparar ella móttakarar, sum teir hava kunnleika um.
Stk. 2. Elnevndin kann umframt áleggja innleggjara skyldu at taka niður ella taka aftur fast innlagt tilfar, uttan so at ánarin, áðrenn farið var undir innleggingina, var kunnaður um, at tilfarið ikki var skrásett og kortini vildi hava hetta nýtt.

§ 6. Um tryggleikin hjá brúkarunum krevur tað, kann elnevndin í framhaldi av gjørdum forboði sbr. § 4 forbjóða framhaldandi nýtslu av tilfarinum. Í slíkum førum kann verða álagt seljarum ella øðrum, ið hava útflýggjað ólógligt tilfar av tí slagnum til keyparar ella móttakarar, har navn og bústaður eru ókunnug, at royna at fáa tilfarið afturkallað við almennari lýsing, við at seta upp skelti á sýnisgluggum ella tílíkt. Umframt kann elnevndin skipa fyri, at ávaring verður lýst um nýtslu av slíkum ólógligum tilfari.
Stk. 2. Elnevndin kann umframt í slíkum førum gera av, at ólógligt tilfar, ið er fast innlagt, skal verða loyst frá.

Marknaðareftirlit.
§ 7. Við atliti til at hava eftirlit við, at eltilfar lýkur trygdarkrøvini í § 1, og við at geva reglunum í § 3 gætur kunnu umboð fyri elnevndina uttan rættarúrskurð móti at vísa neyðuga heimild krevja at fáa atgongd til øll høli, har eltilfar verður selt, goymt ella nýtt og til at skoða tað tilfar, ið har er.

Almennar reglur.
§ 8. Elnevndin kann gera frávik frá reglunum í hesi kunngerð. Tær neyvari reglurnar um hetta verða ásettar í sterkstreymsreglugerðini.

§ 9. Forboð móti sølu, útflýggjan ella nýtslu av tilfari, sbr. § 4, kann innan 4 vikur eftir avgerðina verða kært til landsstýrið, hvat ið viðvíkur spurninginum um, hvussu reglurnar eru at skilja, sum forboðið er gjørt eftir. Klaga sleppur einum ikki undan fyribils at akta forboðum og boðum.

§ 10. Brot á § 1, § 2 stk. 1 og § 3 verður revsað við bót.
Stk. 2. Somuleiðis verður hann revsaður, sbr. § 5 stk. 1, nr. 1 og nr. 2, sum ikki aktar treytirnar fyri einum loyvi sbr. kunngerðini ella letur vera við at gera eftir forboðum ella boðum, ið eru fráboðað sbr. kunngerðini.

§ 11. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

FØROYA LANDSSTÝRI, 21. september 1993

Marita Petersen (sign.)
løgmaður
                                         /J. Hilduberg (sign.)




Kunngerð nr. 172 21. september 1993
KUNNGERÐ um elinnleggingarvirksemi


Við heimild í § 3, stk. 2 og í § 15 stk. 2 í løgtingslóg nr. 142 frá 10. juni 1993 um løggilding av elinnleggjarum v.m. hevur landsstýrið fyrisett:

Vinnu- og setanarviðurskifti.
§ 1. Elinnleggjarin skal, hvat ið arbeiðinum viðvíkur, vera soleiðis fyri, at hann sum ábyrgur kann hava neyðugt, regluligt eftirlit við elinnleggingarvirkinum.
Stk. 2. Ein og hvør broyting í arbeiðs- og ábyrgdarviðurskiftunum hjá elinnleggjaranum, sum hava verið avgerandi fyri at fáa løggilding, skal beinanvegin verða fráboðað SEV.

§ 2. Elinnleggjarin skal síggja til, at telefonin hjá virkinum svarar í arbeiðstíðini. Telefonsvarari kann tó vera nýttur, tá ið boð kunnu verða talað inn.

§ 3. Elinnleggjarin skal geva starvsfólkinum leiðbeining um, hvussu arbeiðið skal verða gjørt, við tað at havt verður í huga bæði yrkisliga útbúgvingin og eftirlitið hjá innleggjaranum við arbeiðinum.
Stk. 2. Elinnleggjarin skal síggja til, at øll neyðug amboð og mátingarútgerð eru til og eru í fullgóðum standi og væl hildin.
Stk. 3. Elinnleggjarin skal síggja til, at starvsfólkið á vinnustaðnum sleppur framat einum dagførdum eintaki av sterkstreymsreglugerðini og tí reglugerð, sum SEV hevur ásett um íbinding av elinnleggingum og nýtslulutum.

Viðurskiftini hjá elinnleggjaranum mótvegis elveitaranum.
§ 4. Elinnleggjarin skal við hvørt arbeiði fylgja arbeiðsgongdini hjá SEV viðvíkjandi at senda inn oyðubløð, tekningar v.m. og skal annars fylgja teimum rættlagaðu skipanum og ávísingum, sum SEV gevur viðvíkjandi útinning av ávísum arbeiðum.

§ 5. Allar fráboðanir, liðugfráboðanir ella aðrar áheitanir til SEV viðvíkjandi arbeiðum ella øðrum viðurskiftum, sum løggildingin fevnir um, skulu hava løggildingarnummar og verða undirskrivaðar av elinnleggjaranum. SEV kann tó í serligum førum loyva, at elinnleggjarin gevur einum starvsfólki, sum hann hevur álit á, fulltrú.

§ 6. Elinnleggjarin kann ikki fráboða ella átaka sær ábyrgd av arbeiðum, ið eru gjørd av persónum, sum ikki starvast í virkinum.

§ 7. Í sambandi við at gera ætlan um og útinning av einum fráboðaðum arbeiði skal elinnleggjarin eftir áheitan frá SEV geva allar upplýsingar, SEV biður um viðvíkjandi víddini á innleggingini, og hvussu hon er háttað. SEV kann krevja, at slíkar upplýsingar verða givnar við, at elinnleggjarin sjálvur ella ein skikkaður umboðsmaður við fulltrú kemur á staðið, har arbeiðið verður gjørt, ella á skrivstovu SEV's.

§ 8. SEV kann nokta at binda í innleggingar, sum elinnleggjarin hevur gjørt uttan at fylgja sterkstreyms-reglugerðini. Um íbinding er gjørd í slíkum førum, kann SEV slíta veitingina. SEV kann krevja, at elinnleggjarin rindar útreiðslurnar av einum møguligum nýggjum eftirliti í sambandi við rætting av útinntum arbeiði, sum ikki fylgir reglugerðini.

§ 9. At SEV góðkennir útbúnað ella tekningar, ið hartil hoyra, sleppur elinnleggjaranum ikki undan nøkrum parti av hansara ábyrgd av, at arbeiðið er gjørt samsvarandi galdandi reglum.

§ 10. Elinnleggjarin kann ikki uttan loyvi frá SEV bróta tey innsigli, sum SEV hevur fest, ella gera nakrar broytingar í leiðingarútbúnaðum, ið leiða ómáldan streym, og við elmálarar, uttan so slík viðurskifti eru (skammlop, fráleiðing, eldsbruni v.m.), at ábót er neyðug í stundini. Elinnleggjarin skal, tá ið so er, beinanvegin boða SEV frá tí, hann hevur gjørt.

Revsireglur.
§ 11. Brot á reglurnar í hesi kunngerð verður revsað við bót.

Afturtøka av løggilding.
§ 12. Um elinnleggjarin hevur gjørt seg sekan í grefligum vansketni ella vansketni ferð eftir ferð í útinningini av innleggingararbeiðum ella hevur brotið treytirnar fyri løggildingini, heruppií reglurnar í hesi kunngerð, kann elnevndin taka løggildingina aftur eina tíð frá 1-5 ár ella í óásetta tíð.

§ 13. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

FØROYA LANDSSTÝRI, 21. september 1993

Marita Petersen (sign.)
løgmaður
                                        /J. Hilduberg (sign.)




Kunngerð Nr. 173 21. september 1993
KUNNGERÐ um ígildissetan av sterkstreymsreglugerð v.m.


Við heimild í § 3, § 4 stk. 3 og § 5 í løgtingslóg nr. 134 frá 10. juni 1993 um sterkstreymsútbúnað hevur landsstýrið fyrisett:

§ 1. Tær reglur, sum danska "elektricitetsrådet" hevur ásett um
1) gerð og rakstur av sterkstreymsútbúnaðum,
2) gerð og rakstur av øðrum útbúnaðum, sum standa      hættisliga nær sterkstreymsútbúnaðum ella í samband                  við slíkar, og
3) gerð, kanning og nýtslu av eltilfari,
sum eru kunngjørdar í sterkstreymsreglugerðini, eru galdandi, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Elnevndin kann í neyðugan mun áseta broytingar í teimum reglum, sum nevndar eru í stk. 1. Broyt-ingarnar skulu í mestan mun vera samsvarandi samtyktum altjóða reglum.
Stk. 3. Um so er, at tær broytingar, sum ásettar eru sbr. stk. 2, hava við sær munaligar samfelagsligar útreiðslur ella avgerandi broytingar í viðurskiftunum hjá størri samfelagsbólkum at gagnnýta elmegi, skulu broyt-ingarnar verða góðkendar av landsstýrinum.

§ 2. Sterkstreymsreglugerðin við teimum broytingum, sum elnevndin hevur ásett, hevur gildi fyri teir í løg-tingslóg um sterkstreymsútbúnað nevndu sterkstreyms-útbúnaðir og fyri tað eltilfar, ið koma uppí ella verða íbundin slíkar útbúnaðir við hesum avmarkingum:
1)   Lágspenningsútbúnaðir til eftirkannan og royndir á rannsóknarstovum og verksmiðjum skulu bert lúka reglurnar í reglugerðini í tann mun, hetta kann verða gjørt, uttan at nýtslan av útbúnaðinum av hesum gerst trupul.
2)   Reglugerðin er ikki galdandi fyri útbúnaðir til elbreytir o.tl. Slíkir útbúnaðir skulu tó verða fráboðaðir elnevndini, sum í hvørjum einstøkum føri kann áseta serligar trygdarreglur, hvat ið viðvíkur tí elektriska, fyri gerð og rakstur av útbúnaðunum.
3)   Í akførum hevur reglugerðin ikki gildi fyri egnar elinnleggingar og útgerð.
4)   Í flogførum og skipum hevur reglugerðin ikki gildi fyri elinnleggingar og útgerð í nýtslu innanborða.
Ásetingarnar í reglugerðini, ið viðvíkja viðurskiftum hjá sterkstreymsútbúnaðum mótvegis øðrum lutum, skulu ikki bara verða hildnar, tá ið sterksteymsútbúnaðir verða gjørdir, men eisini tá ið aðrir lutir verða gjørdir og uppsettir nærindis sterkstreymsútbúnaðum.
Stk. 2. Tær fyrisitingarligu reglurnar í sterkstreyms-reglugerðini (1. partur) galda við hesum broytingum:
1)   1. táttur, § 1. "Gyldighedsområde" verður økt við stk. 1 íhesi grein.
2)   Í staðin fyri "Danmark" verður yvirhøvur sett "Føroyar".
3)   Heimildir, ið "elektricitetsrådet" og DEMKO hava, verða latnar elnevndini. Elnevndin útinnir kortini ikki sjálvstøðuga eftirkannan av eltilfari.
4)   Heimildir, ið "ministeren for offentlige arbejder" ella "boligministeren" hava, verða latnar landsstýrinum.
5)   4. táttur "Afgifter" verður ikki nýttur.
Fyrisitingarligu reglurnar verða annars nýttar við teimum frávikum, sum standast av føroyskari lóggávu.

§ 3. Sterkstreymsreglugerðin við broytingum ásettar av elnevndini eru undantiknar upptøku í Kunngerða-blaðnum, sbr. § 2, stk. 5 íløgtingslóg um sterkstreyms-útbúnað.
Stk. 2. "Elektricitetsrådet" skipar fyri útgávu av sterkstreymsreglugerðini. Upplýsingar um innihaldið í reglugerðini og um broytingar í hesi, ásettar av elnevndini, fær ein við at venda sær til elnevndina.

§ 4. Brot á sterkstreymsreglugerðina verður revsað við bót.
Stk. 2. Somuleiðis verður hann revsaður sbr. § 5, stk. 1, nr. 1 og 2 í sterkstreymslógini, sum ikki lýkur treytirnar fyri einum loyvi sbr. sterkstreymsreglugerðini ella letur vera við at gera eftir forboðum ella boðum, ið eru givin sbr. sterkstreymsreglugerðini.

§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

FØROYA LANDSSTÝRI, 21. september 1993

Marita Petersen (sign.)
løgmaður
                                       /J. Hilduberg (sign.)




Kunngerð Nr. 174 21. september 1993
KUNNGERÐ um løggilding av elinnleggjarum


Við heimild í § 3, stk. 2, § 4, stk. 2, § 15, stk. 2 og § 16, stk. 5 í løgtingslóg nr. 142 frá 10. juni 1993 um løggilding av elinnleggjarum v.m. hevur landsstýrið fyrisett:

§ 1. Umsókn um løggilding skal fara fram við at nýta eitt serligt umsóknarblað, ið fæst hjá SEV. Umsóknarblaðið og tey fylgiskjøl, ið har eru nevnd til sannunar av, at treytirnar fyri at fáa løggilding eru loknar, og tær upplýsingar og váttanir, sum verða kravdar sbr. reglunum niðanfyri í § 2, verða at senda SEV.

§ 2. Løggilding kann annaðhvørt verða latin persóni, ið ætlar sær sjálvur at reka innleggingarvirksemi, ella einum, sum er settur í virki ella felag, ið rekur innleggingarvirksemi. Tann løggildi skal starvast fulla tíð í virkinum.
Stk. 2. Um løggildingin verður givin einum starvsfólki, skal hesin verða settur sum stjóri ella við starvsmannatreytum smb. løgtingslóg um starvsmenn og verða tryggjaður rætt til at taka avgerðir viðvíkjandi arbeiðinum, ið lógin fevnir um. Hetta skal verða prógvað við at senda inn sáttmálar e.tl. í sambandi við umsóknina.
Stk. 3. Um umsøkjarin skal verða settur í einum felagi ella stovni, hvørs endamál er annað enn útinning av innleggingarvirki, verða reglurnar í stk. 1 og 2 nýttar samsvarandi, og eftir ynski frá felagnum ella stovninum kann verða viðmerkt í løggildingini, at henda er avmarkað til at galda fyri arbeiði á elútbúnaðum hjá felagnum ella stovninum.
Stk. 4. Í teimum førum, sum nevnd eru í stk. 2 og 3, skal treytin um fast vinnustað bert verða lokin av virkinum, meðan kravið um ræði á búgvi skal verða lokið bæði av umsøkjara og av virkinum.

§ 3. Broytingar í arbeiðs- og ábyrgdarviðurskiftum hjá einum settum løggildum elinnleggjara skulu verða fráboðaðar SEV. Hin løggildi skal annars eftir áheitan frá SEV geva allar upplýsingar um arbeiðs- og ábyrgdarviðurskifti í virkinum.

§ 4. SEV hevur eina skrá yvir persónar, ið hava løggilding sum elinnleggjari.

§ 5. Løggildingar, ið eru givnar eftir áður galdandi lóggávu, hava ikki gildi aftaná 1. januar 1995. Slíkar løggildingar kunnu verða skiftar um til nýggjar við at senda SEV umsókn innan 1. oktober 1994.

§ 6. Við bót verður hann revsaður, ið
1)   gevur skeiva upplýsing til nýtslu við viðgerð av málum um at fáa ella varðveita løggilding,
2)   brýtur § 3 við ikki at geva SEV frágreiðing.

§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 FØROYA LANDSSTÝRI, 21. september 1993

Marita Petersen (sign.)
løgmaður
                                        /J. Hilduberg (sign.)




Kunngerð Nr. 175 21. september 1993
KUNNGERÐ um góðkendar royndir og starvskrøv fyri løggilding av elinnleggjarum.


Við heimild í § 4, stk. 1, í løgtingslóg nr. 142 frá 10. juni 1993 um løggilding av elinnleggjarum v.m. hevur landsstýrið fyrisett:

§ 1. Tær í § 2 nevndu royndir og tey í § 3 nevndu starvskrøv geva rætt til løggilding sum elinnleggjari við teimum treytum, sum annars fylgja av § 4 í lógini.

Góðkendar royndir.
§ 2. Fylgjandi royndir og uppfyllingin av teimum starvskrøvum, sum hoyra til, geva atgongd til løggilding.
1) Prógv sum elinnleggjari eftir tí stevnumiði um framhaldandi útbúgving innan sterkstreymstøkn-iliga økið, sum landsstýrið fyrisetur.
2)   "Elektroinstallatørprøven af 1952" eftir reglunum hjá Ministeriet for offentlige arbejder, sbr. "bekendtgørelse nr. 172 af 14. maj 1952 om prøver for elektroinstallatører § 1, III, jfr. §§ 6-11".
3)   Maskinmeistaraprógv eftir landsstýrisins reglum.
4)   Víðkað maskinmeistaraprógv eftir landsstýrisins reglum.
5)   Endaligt prógv sum elverkfrøðingur frá hægri læru-stovni treytað av, at elnevndin - við serligum atliti at sterkstreymsreglugerðini - hevur góðkent tað trygdar-liga innihaldið í útbúgvingini.

Starvskrøv.
§ 3. Persónar, ið hava staðið eina av teimum royndum, sum nevndar eru í § 2, og sum vilja hava løggilding, skulu harafturat hava gjørt arbeiði, sum hevur samband við royndina:
1)   Elinnleggjaraprógv og elektroinnleggjararoynd frá 1952 (sbr. § 2, nr. 1 og 2): Elektrikarar við lærlingaútbúgving og elektrikarar og ídnaðar-elektrikarar við útbúgving, ið kann verða javnsett við lærlingaútbúgvingina, skulu aftaná útbúgving-ina hava arbeitt minst 2 ár í sterkstreymstøkni-ligum virki.
Elektromekanikarar við lærlingaútbúgving og automatikmekanikarar við eini útbúgving, ið kann verða javnsett við lærlingaútbúgvingina, skulu aftaná útbúgvingina hava arbeitt minst 2 ár sum elektrikarar undir ábyrgd av løggildum elinnleggjara. Persónar, ið hava gingið á tí eltekn- isku linjuni í HTX-útbúgvingini ella hava samsvarandi útbúgving skulu aftaná útbúgvingina hava arbeitt minst 3 ár í sterkstreymstøkniligum virki, av hesum minst 2 ár sum elektrikari undir ábyrgd av løggildum elinnleggjara.
2)   Maskinmeistaraprógv og Víðkað maskinmeistara-prógv (sbr. § 2, nr. 3 og 4): Maskinmeistarar skulu hava annaðhvørt sveinabræv sum elektrikari ella elektromekanikari ella útbúgving svarandi til hetta sum elektrikari, ídnaðarelektrikari ella automatik-mekanikari ella eftir staðið maskinmeistaraprógv hava arbeitt minst 2 ár við sterkstreymstøkniligt arbeiði, av hesum minst 1 ár sum elektrikari við útinning av elinnleggingum bæði ísethúsum og í ídnaðarvirkjum. Arbeiðið hina tíðina kann fevna um rakstur og viðlíkahald av elútbúnaði í skipum.
3)   Elverkfrøðingsprógv (sbr. § 2, nr. 5): Verkfrøðingar skulu hava annaðhvørt sveinabræv sum elektrikari ella elektromekanikari ella útbúgving samsvarandi hesum sum elektrikari ídnaðarelektrikari ella automatikmekanikari, eltøkniligu linjuna í HTX-útbúgvingini ella útbúgving svarandi til hetta, ella aftan á staðið verkfrøðingsprógv hava arbeitt minst 1 ár í sterkstreymstøkniligum virki, fyri tað mesta við innleggingartøkniligum arbeiði.

§ 4. Við umsókn um løggilding skal próvbræv verða viðlagt. Váttan um, at kravið um starvsroyndir er lokið, skal verða hjálagt.

§ 5. Persónar, ið kundu fáa løggilding eftir higartil galdandi reglum, og sum hava staðið prógv innan 1. januar 1994, verða eisini framyvir heimilaðir at fáa løggilding.

§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

FØROYA LANDSSTÝRI, 21. september

Marita Petersen (sign.)
løgmaður
                                        /J. Hilduberg (sign.)




Kunngerð Nr. 176 21. september 1993
KUNNGERÐ um sølu av elinnleggingartilfari til nýtarar



Við heimild í § 2, stk. 4 og § 15, stk. 2 í løgtingslóg nr. 142 frá 10. juni 1993 um løggilding av elinnleggjarum v.m. hevur landsstýrið fyrisett:

§ 1. Við sølu til nýtarar skal elinnleggingartilfar, ið er ætlað til fastar innleggingar við spenningum upp á 220 V og hægri, verða merkt við upplýsing um, at tilfarið bert kann verða innlagt av løggildum elinnleggjara.
Stk. 2. Við sølu í pakningum ella við sendingarsølu skal í ella á pakkitilfarið verða tilskilað, at tilfar til fastar innleggingar til 220 V og hægri bert kann verða innlagt av løggildum innleggjara. Tá ið merking á eltilfarið ella ápakkitilfarið ikki ber til lagaliga (t.d. á leiðingar o.tl.), skal í sølurúminum verða týðiligt skelti við samsvarandi upplýsing. Sleppast kann tó undan skelti, um tað í sambandi við søluna verða útflýggjaðar nýtarunum samsvarandi prentaðar upplýsingar.
Stk. 3. Tann merking, ið nevnd er í stk. 1, og tann upplýsing, ið nevnd er í stk. 2, skal verða góðkend av elnevndini.
Stk. 4. Ljósarmaturir eru undantiknir reglunum í stk. 1 og 2 um merking og upplýsing.

§ 2. Við sølu til nýtarar skulu normaltættir avbrótarar og normaltættar stikkkontaktir uttan jørð til í mesta lagi 250 V hava prentaða vegleiðing hjálagda til ikki-løggildar um mannagongdina og tey neyðugt trygdartiltøkini við uppseting ísambandi við útskifting av samsvarandi tilfari í íbúðum. Vegleiðingin skal samstundis upplýsa um, hvussu ikki-løggildir skulu gera hesi uppsetingararbeiðir.
Stk. 2. Við sølu í pakningum ella við sendingarsølu av tí eltilfari, sum nevnt er í stk. 1, skal vegleiðingin vera í ella á pakkitilfarinum. Í øðrum førum skal prentaða vegleiðingin verða útflýggjað í sambandi við søluna.
Stk. 3. Tann vegleiðing, sum mevnd er í stk. 1, skal verða góðkend av elnevndini.

§ 3. Við sølu til nýtarar skulu stikkproppar við meiri enn 2 beinum, leingjanarlið og flytbarar stikkkontaktir (t.d. trý -stikkdósir) við jørð (klassa 1 tilgerð) hava prentaða vegleiðing til uppsetingar.
Stk. 2. Við sølu í pakningum ella sendingarsølu ella í øðrum førum eru somu reglur galdandi sum nevndar í § 2, stk. 2.
Stk. 3. Tann vegleiðing, sum nevnd er í stk. 1, skal verða góðkend av elnevndini.

§ 4. Brot á reglurnar í hesi kunngerð verður revsað við bót.

§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Eltilfar, ið ikki er merkt samsvarandi reglunum í §1, stk. 1, ella hava ta vegleiðing, sum nevnd er í § 2, stk. 1, og § 3, stk. 1, og sum framleiðari ella heilsølumaður hava útflýggjað áðrenn 1. juli 1993, kann tó til 31. desember 1993 verða selt uttan merking ella vegleiðing.

FØROYA LANDSSTÝRI, 21. september 1993

Marita Petersen (sign.)
løgmaður
                                        / J. Hilduberg (sign.)




Kunngerð Nr. 111 17. oktober 1994
KUNNGERÐ um gjøld fyri løggilding av elinnleggjarum



Við heimild í § 3, stk. 3 í løgtingslóg nr. 142 frá 10. juni 1993 um løggilding av elinnleggjarum hevur landsstýrið fyrisett:

§ 1. Til tess at fáa og varðveita løggilding sum elinnleggjari, verður goldið eitt árligt gjald.
Stk. 2. Tá løggildingin verður givin, verða goldnar 1.000 kr., og er hetta fyri tíðarskeiðið frá løggildisdegnum til 1. januar.
Stk. 3. Fyri at varðveita givnar løggildingar verða goldnar árliga 1.000 kr. frammanundan í seinasta lagi 15. januar.

§ 2. Hóast ásetingarnar í § 1, stk. 3 verða fyri tíðarskeiðið til 1. januar 1995, fyri løggildingar givnar eftir eldri lóggávu, goldnar 500 kr., sum verða rindaðar í seinasta lagi 14 dagar eftir, at henda kunngerð er komin í gildi.

§ 3. Eftir § 6, stk. 2 í løgtingslóg nr. 142 frá 10. juni 1993 um løggilding av elinnleggjarum, tekur SEV løggildingina aftur, um árliga gjaldið eftir kravi ikki verður goldið.

§ 4. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

FØROYA LANDSSTÝRI, 17. oktober 1994

Óli Jacobsen (sign.)
landsstýrismaður
                                         / J. Hilduberg (sign.)