Smyril bunkrar á Sundi

 28-02-2006
Kl. 10.30 fyrrapartin fór Smyril fyrstu ferð inn á Sund at bunkra tungolju úr oljugoymsluni hjá SEV.

SEV hevur bygt eina bunkringsskipan á Sundi, sum Strandferðslan rindar helvtina av.

Smyril fór fyrrapartin fyri fyrstu ferð inn á Sund at bunkra tungolju frá oljugoymsluni hjá SEV. Smyril legði at á Sundi kl. 10.30, og tað tekur umleið seks tímar at bunkra skipið.

 

Talan er um eitt samstarv millum Elfelagið SEV, P/F Føroya Shell og Strandferðsluna. Flestu stóru, nýggju skipini brúka tungolju, og í Føroyum eru bert tvær stórar tungoljugoymslur. Havsbrún í Fuglafirði hevur eina, og SEV hevur eina, sum tekur 12.000 tons.

 

Tá farið varð undir at smíða Smyril, heitti Strandferðslan á SEV um at fáa loyvi at bunkra olju frá tungoljutangunum, haðani Sundsverkið fær olju. Í tí sambandi hevur SEV bygt eina bunkringsskipan frá tangunum á Sundi, sum Strandferðslan rindar helvtina av. Skipanin kostar umleið 1,5 milliónir krónur.

 

Samstarvið millum Elfelagið SEV, P/F Føroya Shell og Strandferðsluna ber við sær, at Shell keypir tungoljuna frá SEV og selur hana til Strandferðsluna.   

 

Tórshavnar Havn víðkaði herfyri atløgubryggjuna á Sundi, soleiðis at stór skip kunnu leggja at har, og tí ber til hjá øðrum skipum at bunkra á Sundi, um politiski myndugleikin í SEV loyvir tí.

 


Deil hesa søguna

Fleiri tíðindi

Dagføring 10.30: Suðuroyggin og meginøkið nú streym aftur

21. november 2020 Streymurin fór í meginøkinum um níggjutíðina í morgun. Orsakað av breki á linjuni millum Eiðisverkið...

Arbeiði á netinum á Sandi

19. november 2020 ...

Elframleiðslan oktober 2020

17. november 2020 Føroyska elorkuframleiðslan fevnir nú umframt framleiðslu úr fossilari orku, um fýra ymiskar burðard...

Skaði á ellutir

17. november 2020 Hevur tú elskaðatrygging, boðar tú tryggingarfelag tínum frá. Hevur tú ikki elskaðatrygging, skal...

Melda til tíðindabræv

Samband

Landavegur 92
Postsmoga 319
FO-110 Tórshavn
Ring til okkara
Skriva til okkara