Elkervið

 
Elkervið er øll elskipanin, sum hon er, frá teimum stóru motorunum og vatnturbinunum á verkum, linjum, kaðalum, transformarum og heilt til kundan - t.v.s. til stikkontaktina í køkinum.
 
Ofta hevur orðafellið, “veikt net”, verið brúkt um føroyska elkervið, men hetta má sigast at vera misskilt, og tí er rættari at siga “viðkvæmt kervi”, tá vit tosa um sjálvt ravmagnið í kervinum ella netinum.
 
Linjurnar og elsteyrarnir hjá SEV eru hinvegin helst av teimum sterkast bygdu í heiminum, tí tey eru bygd til føroyska veðurlagið.
 
Elnýtslan ella ravmagnsmátturin á kervinum er avgerandi fyri, hvussu sterkt ella stívt netið er. SEV avger sostatt ikki einsamalt, hvussu sterkt netið er roknað í ravmagnsstyrki. Tann avgerðin liggur eisini hjá brúkaranum, sum skapar tørvin, tá hann tendrar kontaktina og vil hava streym av netinum.
Lægsti mátturin á meginøkinum er um náttina, tá mátturin er 15–18 MW. Hægsti mátturin er á middegi, 35-40 MW. Hetta merkir, at um náttina eru kanska bert tríggjar maskinur, sum framleiða inn á kervið, og á middegi skulu átta til 10 maskinur framleiða inn á kervið.
 
Tað rullandi inertiið í maskinunum á framleiðsluverkunum - t.e. at allir lutir hava lyndi til áhaldandi rørslu - skal alla tíðina syrgja fyri, at ein støðugur frekvensur á 50 Hz er á kervinum. Harumframt skulu aðrar reguleringsskipanir syrgja fyri, at spenningurin er støðugur. Kervið er mest viðbrekið um náttina. Serliga í vikuskiftum og halgidagar er kervið viðkvæmt, tí tá er mátturin lægstur.