Víkarætlanin

 
 
Vinnumálaráðið kom í 2006 við “yvirskipaðum orkupolitikki” við áseting um, at í 2015 skal 20 % av orkunýtsluni á landi stava frá varandi orku.
• SEV setur sum mál, at í 2015 skal 55 % av elframleiðsluni stava frá varandi orkukeldum.
• Á umboðsnevndarfundi hjá SEV tann 21. november 2008 bleiv 10 ára útbyggingarætlan løgd fram. Víkarverkið er partur av ætlanini.
• Veðurlagspolitikkur Føroya einmælt samtyktur av Føroya Løgting tann 3. December 2009. Í 2020 skal útlátið frá veðurlagsgassum skerjast við 20 % í mun til 2005.
• Á aðalfundi hjá SEV tann 23. apríl 2010 bleiv viðtikið at brúka 5 mió. kr. til nærri lýsing av ætlanini.
 
 
Sí framløgu av víkarætlan her og heinta pdf fílu her