Aðalfundurin

 
Aðalfundurin er hægsta vald í SEV. Á aðalfundi møta limakommunurnar, sum í løtuni eru 30 í tali. Hvør limakommuna hevur eina atkvøðu fyri hvørt byrjað 1000 íbúgvaratal. Áðrenn aðalfundin letur hvør kommuna fulltrúarváttan inn, har sagt verður frá, hvør umboðar hana. Tað er ikki loyvt at geva aðrari limakommunu fulltrú at møta sína vegna. Aðalfundurin velur eftir uppskoti frá nevndini fundarstjóra. Aðalfundir eru almennir. Fundarstjórin ella ein meiriluti av teimum á fundi umboðaðu atkvøðunum kunnu tó gera av, at ávíst mál verður viðgjørt fyri stongdum hurðum.
 
Ársaðalfundur verður hildin á hvørjum ári, áðrenn apríl mánaður er úti. Nevndin boðar til fundar við tilskilan av tíð, staði og daggskrá. Fundarboðini skulu vera latin limakommununum skrivliga í minsta lagi 14 dagar undan fundinum. Í fundarboðunum skulu fundarevnini altíð tilskilast.
 
Aftaná hvørt kommunustýrisval verður hildin aðalfundur, har nýggj nevnd verður vald fyri næstu fýra árini. Hesin fundur skal haldast seinast tveir mánaðar eftir, at nýggju kommunustýrini hava tikið við.
 
Eykaaðalfundur verður, tá minst 3 nevndarlimir ella limakommunurvið tilsamans minst 1/4 av atkvøðunum krevja tað og samstundis skila til tey mál, teir/tær vilja hava til viðgerðar. Nevndin boðar til fundar á sama hátt og við sama fyrivarningi sum til aðalfundir og sigur samstundis frá, at hvørji mál, ið verða viðgjørd. Fundarboðini skulu gevast seinast 4 vikur aftaná, at kravið um fundarhald er sett fram.
 
Aðalfundirnir verða hildnir í Tórshavn. Í serligum føri kann nevndin avgera at halda fund aðrastaðni.
 
 Aðalfundurin er viðtøkuførur, tá í minsta lagi helvtin av atkvøðunum eru umboðaðar á fundi. Er fyrsti fundur ikki viðtøkuførur, verður hin næsti tað uttan mun til, hvussu nógvar atkvøður eru umboðaðar. Nevndin boðar til næsta fundin á sama hátt og við sama fyrivarningi sum til aðalfundir.
 
Aðalfundurin hevur skyldu at ansa eftir, at endamál felagsins verður framt samsvarandi lógum, semjum og viðtøkum. Á ársaðalfundi skulu hesi mál leggjast fram til viðgerðar: Val av fundarstjóra eftir uppskoti frá nevndini, frágreiðing frá nevndini um virksemi felagsins í undanfarna roknskaparári, grannskoðaður roknskapur og fíggjarjavni til góðkenningar, og val av grannskoðara, sum er góðkendur av landsstýrinum.
 
Á eykaaðalfundi um heystið skulu hesi mál leggjast fram til viðgerðar: Frágreiðing frá nevndini um virksemi felagsins síðani ársaðalfundin, kunning frá nevndini um fíggjargongdina síðani ársaðalfundin og uppskot til fíggjarætlan fyri komandi rakstrarár til góðkenningar.
 
Hesi mál skal aðalfundurin eisini taka avgerð um: Møguligt val av nevnd ella einstøkum nevndarlimi í starvstíð nevndarinnar, broyting av viðtøkum felagsins, játtan av limaskapi í og úrgongu úr felagnum og at taka felagið av.
 
Aðalfundurin skal somuleiðis viðgera onnur mál, sum nevndin leggur fyri hana. Uppskot frá øðrum enn nevndini skulu vera nevndini í hondum í so góðari tíð, at uppskotini kunnu takast við í fundarskránna, um tey skulu koma til viðgerðar á aðalfundi.
 
Á aðalfundi verða mál avgjørd við vanligum meiriluta av greiddum atkvøðum. Standa atkvøðurnar á jøvnum, fellur uppskotið burtur, tó so, at er talan um val, verður hetta avgjørt við lutakasti. Til tess at broyta viðtøkurnar, góðkenna limaskap í ella úrgongu úr felagnum og at taka felagið av, krevst, at í minsta lagi helvtin av atkvøðunum eru umboðaðar á fundi og í minsta lagi 2/3 av atkvøðunum, sum eru umboðaðar á fundinum, samtykkja hetta. Viðtøkubroyting skal verða løgd fyri landsstýrið til góðkenningar og somuleiðis avgerð um at taka felagið av.
 
Fundarstjórin skal skipa fyri, at gerðabók verður førd, sum vísir tíð og stað fyri fundin, at fundurin er lógliga samankallaður, tey ið eru á fundinum, eins og hon sigur frá teimum málum, sum verða viðgjørd, frá samtyktum og atkvøðutali fyri hvørt mál. Aðalfundarumboðini kunnu krevja, at frávíkjandi hugsanir teirra verða skrivaðar í gerðabókina sum stutt viðmerking. Bókin skal verða lisin upp, og eiga aðalfundarumboðini, sum eru á fundinum, at undirskriva hana. Aftaná hvønn fund verður úrskrift av gerðabókini send øllum limakommunum.